Takksom fyri at Benjamin fær hjálp

- Vit fegnast um, at Benjamin nú fær eitt dygdargott ansingartilboð, men samstundis er tað ørkymlandi, at vit noyddust í bløðini, fyri at fáa hjálp, sigur Eydna Skaale, mamma lítla Benjamin, sum Sosialurin skrivaði um í síðstu viku

Fyri nøkrum mánaðum síðani varð dagstovnurin hjá Sernámsdeplinum niðurlagdur, hóast onki alternativt tilboð var til fjølbrekaðu børnini, ið sostatt komu í klemmu í skipanini. Eftir at Sosialurin í síðstu viku prátaði við foreldrini hjá lítla heilaskadda Benjamin, og soleiðis setti ljósmálan á trupulleikan, letur dagstovnurin nú upp aftur, og foreldrini fegnast sjálvsagt um, at ein loysn nú er funnin.
- Tað er fantastiskt, at vit nú fara at fáa eitt tilboð til Benjamin, og vit eru ómetaliga takksom fyri, at politisk stig vórðu tikin so skjótt, sigur Eydna Skaale, sum saman við manninum Ragnar við Streym greiddi frá støðu teirra í blaðnum mánadagin.
- Vit høvdu ikki roknað við, at ein loysn fór at koma so skjótt, tí eftir tí, sum vit fingu burturúr orðaskiftinum í blaðnum í síðstu viku, fór ein loysn kanska at koma einaferð næsta ár og talan var eisini um at seta ein arbeiðsbólk, sigur ein fegin Eydna, sum í løtuni er stødd niðri á Ríkissjukrahúsinum, har sonurin Benjamin hevur verið undir skurði.  
 
Stóðu fram í blaðnum
Seinastu mánaðirnar hava Eydna Skaale og Ragnar við Streym kima og meyla fólk niður, fyri at finna eina loysn á ansingartørvinum hjá 11 mánaðir gamla soninum Benjamin, sum fekk ein heilaskaða undir føðingini og er fjølbrekaður í dag.
Av tí at Benjamin hevur serligan tørv á einum dygdargóðum tilboði, sum skal vera stimbrandi og mennandi á einum høgum fakligum støði, lótu foreldrini seg ikki nøkta við at fáa ein tilvildarligan stuðul inn í heimi.
Til endans vóru tey so ørkymlað av støðuni, at tey gjørdu av at standa fram í Sosialinum.
- Sjálvsagt fegnast vit um at Benjamin nú fær hjálp, men tað er samstundis ørkymlandi, at tað var neyðugt at kæra okkara neyð fyri almenninginum, sigur Eydna Skaale.
 
Loysn í somu viku
Longu fríggjadagin kom eitt skriv frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna-og heilsumálum, um at dagstovnurin á Sernámsdeplinum nú letur upp aftur, eftir at hava verið stongdur í fleiri mánaðir, hóast onki annað tilboð var til børnini.
- Nýggja tilboðið verður skipað sum eitt heildagstilboð á sama hátt sum á øðrum dagstovnum, segði Hans Pauli Strøm, í tíðindaskrivinum fríggjadagin. Og hann vísti á, at hann og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hava gjørt eina eitt árs avtalu um hesa loysnina, og at hetta komandi árið so skal brúkast til at finna eina varandi loysn.
 
Hevur serligan tørv
- Hjá okkum hevði tað ikki verið nøktandi at fingið ein óútbúnan stuðul, sum ikki hevur førleika til at stimbra og stuðla Benjamin, tí hann krevur nógva venjing hvønn dag, um hann skal mennast, sigur Eydna Skaale hevur verið í samband við nógv fólk innan sernámsøkið, umframt Javna, ið eisini hevur fylgt gongdini í málinum.
- Øll innan fakøkið fegnast eisini um at ein loysn nú kemur á økinum. Alla tíðina hava vit fingið boð um, at nú fór ein loysn at koma, og tí hava vit liva í vónini. Men nú er Benjamin 11 mánaðir, og vit hava ikki ráð til, at hann ikki verður stimbraður og mentur, sum hann átti. Við tilboðnum fáa vit eisini gagnnýtt serkunnleikin á Sernámsdeplinum, ið dugur at meta um og taka stig til stuðulstiltøk til Benjamin, sigur Eydna Skaale, at enda.