Nú drepa teir niður á rættini

Hergeir Nielsen

Tað eru bara heilt fáir dagar síðan, vit høvdu løgtingsval, og tá flutti heili 20% av andstøðuni hendanvegin.

Teir søgdu suðringum, at undanfarna samgonga einki hevði fingið av skafti, og at teir skuldu gera alt so nógv betri fyri oyggj okkara, tað sokallaðu háborgina hjá javnaðarflokkinum.

Teir komu, sóu og sigraðu - og so fóru teir avstaðaftur.

Nú hava teir so gingið fjøllini, eisini her um okkara leiðir, og eru farnir at drepa niður á rættini.

Miðnámssskúlin- ein skerdur fuglur
Undir valstríðnum boðaði javnaðarflokkurin frá, at hann toldi ikki, at miðnámsskúli varð bygdur í Vági. Ja, vit høvdu klovið teimum oynna, søgdu tey í javnaðarflokkinum og harmaðust um, at vit ikki í staðin umvældu gamla kommunukontórið til endamálið, so sum tey høvdu skotið upp.

Vit ætlaðu hinvegin, at miðnámssskúlin í Vági skuldi gerast nakað heilt serligt fyri ungdómin í Suðuroynni. Hann skuldi harafturat verða eitt tilboð til ungdóm uttaneftir eisini.

Skúlin verður nú bræddur niður. Hann verður ein skerdur fuglur, ið als ikki fær tað flog yvir sær, sum vit ætlaðu honum.

Vit høvdu játtað honum 6 mió.kr. hetta fíggjarárið, men teir hava nú skorið hann niður við 25%, og harafturat hava teir strikað meginbókasavnið.

Ein høvuðsmaðurin fyri hesum slátrinum er Jacob Vestergaard, ið sum borgarstjóri hevur slóðað undan og forða einum kommunalum samstarvi á hesum øki. Nú fólkaflokkurin fekk ræði á mentamálum var harafturat skjótt at fáa lívið av meginbókasavninum, og so varð gjørt.

Saman at halda var ei okkum givið. Kommunalt samstarv í Suðuroynni stó ikki royndina. Tey mest felagskommunalu omanfyri hálsvølin vendu ranguna út, og blakaðu aftur ein tann stórsta møguleikan fyri mentanarligum ávøkstri, ið suðringum kemur at standa i boði í fleri tíggjuára -skeið framyvir.

Gransking
Tað er farið at loysa seg at senda fisk til Kina, og fáa hann skornan aftur fyri væl minni, enn vit sjálvi kunnu skera hann fyri.

Henda gongd setur stór krøv til okkara, og allir møguleikar fyri eini skilabetri úrtøku eiga at verða kannaðir.

Í øllum vesturheiminum er dentur lagdur á, at gransking, menning av vitan, tøkni os.fr. er vegurin fram, men orðaskiftið á tingi um fíggjarlógini segði okkum, at menn óttast gransking og framburð.

Granskingardepilin fyri økismenning skipaði fyri stak áhugaverdum fundi í Vági fyri 3 vikum síðan um gagnnýtslu av fiski - og fiskaúrdráttum. Greidliga kom fram týdningurin av gransking í gørnum oø., sum annars fer burtur.

Hesin fundur var ikki nakað fyri samgongumenn. Teir møttu ikki og høvdu ongan áhuga fyri hesum fundi. Undir viðgerðini av fíggjarlógini vildi formaðurin í vinnunevndini harafturat ikki so mikið sum hoyra talan um nakra játtan til gransking yvirhøvur.

Meðan íslendingar granska á høgum stigi og brúka heili 2% av BTÚ til at menna og virðisøkja fiskatilfeingi, hevur samgongan skorið alla gransking niður, og í staðin mannað ein serligan bólk av sokallaðum suðuroyatingmonnum.

Allur heimurin heldur nú ondini, til hesin heilatrusturin kálvar og sigur okkum, hvussu russarafiskur kann flytast umvegis landskassan til Vágs, og síðani aftur hagar, hann kom, samstundis sum vit ikki hava ráð at nerta okkara egna fisk.

Kinasyndromið, sum loypir skelk á heimsbúskapin, sæst hava fingið ein føroyskan mótpart.

Granskingardepilin í Vági slaktaður
Granskingardepilin í Vági slakta teir í einum høggi. Hetta er tann einasti av slagnum, sum er í Suðuroynni, og vit ætlaðu at menna hann enn meira. Men so skuldi ikki verða.

Javnaðarflokkurin fekk tað vald hann bað um, og enn eitt framtak um okkara leiðir verður sópað burtur úr oynni í einum nosi, og vit vera tey 4 almennu størvini fátækari.

Ætlanin var at knýta enn fleiri ungfólk, suðringar við hægri útbúgvingum, at hesum stovni, men nei. Tað verður ikki tolt, at almenn størv, ið krevja útbúgving, finnast í syðru helvt av Suðuroynni. Alt, sum luktar av framburði, skal tyrvast í modnaroyki..

3 størv í Skørðunum í Porkeri fóru fyri mánaði síðani, og roknað verður við, at eini tvey størv rúka á almanna- og toll- og skattstovuni á Tvøroyri.

Morðgírigir menn eru setstir við reyðu knøttarnar, og náði finst eingin.

Granskingardepilin er skerdur við fleiri enn 30 % við tilvísing til, at hetta er sjálvur lønarparturin. Allir aðrir stovnar í landinum halda fram við sama lag. Tann einasti av teimum, sum liggur íVági verður slaktaður. Hví?

Hetta eru einastu størv við hægri útbúgving, sum eru komin til Vágs í nýggjari tíð frásæð Miðnámsskúlanum.

Greitt er, at teir partar av landinum, sum hava bjóðað fólki við hægri útbúgvingum størv, hava ment seg skjótast.

Suðuroyggin hevur hinvegin bara havt fiskivinnuna á dúva á, og hevur hetta eisini merkt, at ein einvegis burturflyting av ungfólki hevur verið av oynni. Nøkur venda aftur, men tey við hægri útbúgving búseta seg aðrastaðni.

Suðuroyingar hava ikki skil fyri umsiting
Søguliga sjáldsom uppskot vóru viðgjørd á tingi um dagarnar, men eisini her varð dripið niður, so skjótt menn vóru komnir á rætt.

Teir tríggir sokallaðu suðuroyatingmenninir blóðgaðu knívarnar og forðaðu saman við øðrum samgongumonnum fyri, at umsitingin av Strandfarskipum Landsins kundi flytast til Suðuroyar. Ikki talan um nøkur almenn størv til suðringar, søgdu teir ráðandi.

Formaðurin í vinnunevndini fór enntá so langt, at hann noktaði fyri einari sámuligari nevndarviðgerð av málinum..

Í øðrum lagi skutu vit upp, at suðringar sluppu at umsita Smyril. Ikki talan um, søgdu suðuroyartingmenninir í samgonguni. Teir vóru skjótir á reyðu NEI-knøttunum og skutu niður allar møguleikar fyri, at suðringar sluppu so frægt sum at umsita sína egnu ferju.

Eiðasørir fyri hugskotum vóru teir sjálvir í andstøðu, og púrgeldir í samgongu síggja teir niðurbrótingina av Suðuroynni sum eina uppgávu í sjálvum sær.

Skattalættin fíggjar tað sum manglar í
"Ábyrgdarloysi" er eitt hugtak, sum ofta verður nýtt í politikki.

Orðið er munandi meira álvarsamt enn mangur gevur sær far um. Hinvegin er torført at finna nakað annað heitið fyri tí politikki, sum henda samgonga hevur sett sær fyri at reka.

Vit skulu hava eina kvart mia.kr. í halli á fíggjarlógini, siga teir í fyrsta lagi.

Í øðrum lagi siga teir, at tey sum hava serliga góð ráð at fíggja hallið, skulu sleppa undan.

Og í triðja lagi siga teir ikki so nógv, men fara sum tjóvar á nátt eftir innistandandi, sum vit løgdu eftri okkum, at fíggja ein politikk, sum teir ikki hava dirvið til at rinda fyri sjálvir.

Okkara fíggjarlóg
Í okkara upppskoti til fíggjarlóg hava vit dirvi til at reka politikk.

Vit vilja fjálga um útjaðaran, miðnámsskúlan, gransking og Vágs havn, og og tað sæst aftur í uppskoti okkara.

Havnir og vegir, sum vit hava givið tilsøgn til, halda vit fast um, og strika ikki hesa íløgur, so sum samgongan ger í fleiri førum. Ella rættari sagt bert í teimum førum, har teir kunna vinna okkum suðuroyingum neisir.

Vit vildu hildið áfram móti einum sjálvberandi búskapi, men hesir trokaðu okkum av, og skuldu gera alt so nógv betri.

Einki, absolutt einki, bendir tann vegin - tíverri.