íbúgvunum í heiminum, var tá 91 ára gamla Jancy Biskopstø. Jancy er 93 ára gomul nú, og hóast hon býr stutt frá festivaløkinum, so ætlar hon sær ikki á festival. - Nei, eg ætli mær ikki at fara. Eg eri so [...] ómusikalsk, at eg hoyri slett ikki nótar. Men man hoyrir væl her, tá bólkarnir fara á pallin. Hóast Jancy ikki fær so nógv burturúr sjálvum tónleikinum, so fegnast hon um, at so nógv lív er í Klaksvíkini
plagdi at spyrja mammu, tá ólavsøkan nærkaðist: Hvar er ólavsøkan? Øll prátaðu um ólavsøkuna, men eg visti ikki, hvar hon var," sigur Zacharias, sum í mong ár hevur framleitt sjónvarpstilfar, sum flestu [...] Gullborg. "Ja, satt er tað. Stuttligt er at síggja, hvussu ólavsøkan í dag er júst tann sama, sum hon var fyri 40 árum síðani. Tað eru tey somu glaðu fólkini, somu fullu fólkini, somu ítróttarfólkini, og [...] sjálvur, sum ger ólavsøkuna áhugaverda." "Ólavsøkan er sera týdningarmikil fyri Føroyar og føroyingar. Hon er okkara samleiki sum fólk, og øll tykjast hóast ósemjur á ólavsøku at verða ein eind," sigur Gullborg
skallan á mær, at suverenitetsprinsippið gongur fram um alt og øll áhugamál, fram um mannarættindi, fram um frið, fram um fólkamorð, fram um píning, fram um alt vit og skil. Ein dag fari eg at læra frá Jóanesi [...] våningen«. Men filmurin er ikki bert um vælferð, men um okkara felagsmenniskjaligu skuldarkenslur, tí í 20. øld hevur lukturin av fangalegum, hópgravum og týningarlegum ligið tjúkkur um alt Europa og tað mesta [...] at kjakast um Michael Moore. Men Moore er eingin listamaður, hann hevur ikki framleitt ein minutt av list. Moore og list eru fulkomnir mótsetningar. Góð list, sum hon hjá Roy Andersson er ikki propaganda
- Tá ið hon vaknaði, spurdi hon, hví vit ikki høvdu vakt hana fyrr í morgun. Jú, lagið er gott. Hon er ógvuliga glað, serstakliga takksom og væl fyri í morgun. Í Vágum siga tey, at Alma er púra klár. Hon [...] av eftirkomarum. Hon eigur nevniliga 26 ommubørn, 62 langommubørn og 11 oldurommubørn. Góðar hendur Sum flestar kvinnur tá á døgum var Alma Frederiksen heima øll árini, eftir at hon var gift og hevði fingið [...] børn at taka sær av. Men á ungum árum var hon í Havn og lærdi tað, sum tey tá á døgum róptu "sløjd". Hon lærdi at binda eitt nú kurvar, stólar og borð úr bambus, og hon tók eisini tað óvanliga stigið tá á
skalvalopum. Í eini áheitan var heitt á fólk um ikki at fara til staðið. Hjá teimum var tað helst so, sum orðatakið sigur: Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Tað var haraftrat vorðið myrkt, og [...] ongar ætlanir um at fara av bygdini. - So eg var bara verandi við hús, sigur Jaspur, sum fyrrapartin í dag var farin at geva seyðinum. Tað vísti seg kortini, at m.a. onkur kvinna úr bygdini var stødd í Klaksvík [...] sjálvur flutti til bygdina - var eitt rættiliga stórt skalvalop á Kunoyarvegnum. - Eg havi hoyrt menn tosa um, at hetta var tættari bygdini enn hetta seinasta skalvalopið, og var haraftrat nógv størri, sigur
heimildir. Men tað er órimiligt at leggja eftir drotningini, tí hon hevur onki við tað at gera. Hon kann ikki fara inn í eitt kjak um ríkisfelagsskapin. Høgni Hoydal hevur misnýtt vitjanina hjá drotningini [...] ga órímiligar. - Hatta er misnýtsla av røðuni hjá drotningini, tað sum Høgni Hoydal ger. Um hann vil kjakast um ríkisfelagsskapin, so eigur tað at vera við danskar politikarar og føroysku veljararnar, [...] Hoydal segði aftaná røðuna hjá drotningini, sum varð hildin í sambandi við føroyavitjanina, at røðan var politisk. Hans Engell, chef-redaktørur á danska Ekstrablaðnum, sigur, at atfinningarnar hjá Høgna Hoydal
avgerðin vera tikin, um Finnur Helmsdal fer í tingið ella ikki. Um hann ikki tekur av, er Rói Egholm næstur á listanum. Høgni viðger ikki persónsmál Finnur Helmsdal er sostatt ónøgdur um tann leiklut, hann [...] størvini, tá Annita á Fríðriksmørk var í farloyvi, men hetta gongur stutt sagt ikki. Eg eri tí noyddur at velja, sigur Finnur Helmsdal. Spurdur, um hann yvirhøvur kann sita lið um lið við Páll á Reynatúgvu eftir [...] fram í mai, er Finnur ivasamur. - Lið um lið...eg veit ikki, um vit vera tað. Soleiðis er spælið nú einaferð, og tað má ein taka við, vísir Finnur á, sum sostatt ikki tykist lata áðurnevnda stríð vera viðkomandi
løn eftir føroyskum sáttmálum. Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað skal tryggjast við lóg, at hetta ikki fer av óbýttum, so tað verður fiskimaðurin sum skal rinda [...] Løgtingið fyrr í vár um, at tað skal verða ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at manningin verður lønt sambært teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðanum. - Visti tú ikki betur, so hevði [...] hevði tú trúð at tað var lygn. Samgongan tók ikki undir vi uppskotinum, tí onkur av reiðarunum, sum hava útlendska manning umborð á sínum skipi, vóru inni í vinnunevndini og mutaðu ímóti, segði Aksel V. Johannesen
hevur annars ikki spælt nógv á besta liðnum hjá felagnum. Men í gjár má sigast, at hann av álvara tók av møguleikanum, tá hann fekk hann. Sjálvur sigur Meinhard E. Olsen, at hann ikki var so ovfarin, tá [...] Meinhard E. Olsen sigur, at talan er um serstakliga góða kenslu. Serliga góð er hon, tí at Meinhard tað seinasta hálva árið hevur sitið uttanfyri við einum skaða. - Hetta var fyrsti dystur hjá mær í umleið 9 [...] tá hann fekk at vita at hann skuldi byrja dystin móti HB Køge. - Eg var ikki so ovfarin, tí hatta plássið hevur í uppstartinum verið sera hørð kapping millum meg og ein annan, har hin nú er vorðin skaddur
eins og tey halda upp á, at dápið ikki var bílagt av krúnprinsinum. - Eg visti ikki, hvussu fantastiskt lívið kundi vera, áðrenn eg møtti Jamal Khashoggi. Hann var Guds gáva til mín, sigur Hatice Cengiz [...] Tey bæði skuldu giftast um tvær vikur, og á sendistovuni skuldi Jamal Khashoggi hava nøkur skjøl í hesum sambandi. Hatice Cengiz bíðaði uttan fyri sendistovuna í fleiri tímar, og hon bíðaði, heilt til sendistovan [...] sendistovan læt aftur. Men, Jamal Khashoggi kom ongantíð út aftur - í øllum førum ikki á lívi. Kanningar hjá turkiskum rannsóknarliðum halda upp á, at viðurkendi journalisturin varð kvaldur til deyðis og