Føroyski U-21 landsliðsleikarin, Meinhard E. Olsen, kom í gjár á máltalvuna fyri Vendsyssel FF, sum í donsku steypakappingini vann 4-0 móti HB Køge.
Meinhard E. Olsen, sum á sumri í 2015 skifti niður til Vendsyssel frá NSÍ, hevur annars ikki spælt nógv á besta liðnum hjá felagnum. Men í gjár má sigast, at hann av álvara tók av møguleikanum, tá hann fekk hann.
Sjálvur sigur Meinhard E. Olsen, at hann ikki var so ovfarin, tá hann fekk at vita at hann skuldi byrja dystin móti HB Køge.
- Eg var ikki so ovfarin, tí hatta plássið hevur í uppstartinum verið sera hørð kapping millum meg og ein annan, har hin nú er vorðin skaddur. Eg haldi eisini at tað hevur gingið væl í uppstartinum, har eg havi tikið av teimum møguleikunum sum eg havi fingið.
Meinhard E. Olsen sigur, at talan er um serstakliga góða kenslu. Serliga góð er hon, tí at Meinhard tað seinasta hálva árið hevur sitið uttanfyri við einum skaða.
- Hetta var fyrsti dystur hjá mær í umleið 9 mánaðir. Eg gjørdist skaddur fyrstu vikuna í juli, og havi drigist við tann skaðan líka inntil vit byrjaðu aftur at venja í januar. Talan er tí um serstakliga góða kenslu í dag, og eg haldi at eg í løtum fekk víst hvat eg dugi til við einum máli og annars við fysikki, sigur Meinhard E. Olsen, sum kortini leggur dent á, at hann ætlar at leggja nógv afturat sínum spælið.
Sunnudagin verður fyrsta umfari í næstbestu donsku deildini spælt. Tá skulu Vendsyssel FF spæla ímóti Fremad Amager, ið sum kunnugt hevur Finnur Justinussen og Heina Vatnsdal í hópinum. Umframt Meinhard E. Olsen, eru René Shaki Joensen og Hákun Edmundsson eisini í hópinum hjá Vendsyssel.










