Hin 2. oktober í fjør klokkan 13.14 fór journalisturin, 59 ára gamli Jamal Khashoggi, ættaður úr Saudi-Arabia og ein atfinnari móti stjórnini har, inn á saudi-arabisku sendistovuna í Istanbul í Turkalandi. Uttan fyri stóð turkiska daman hjá honum, 36 ára gamla, Hatice Cengiz og bíðaði.
Tey bæði skuldu giftast um tvær vikur, og á sendistovuni skuldi Jamal Khashoggi hava nøkur skjøl í hesum sambandi. Hatice Cengiz bíðaði uttan fyri sendistovuna í fleiri tímar, og hon bíðaði, heilt til sendistovan læt aftur. Men, Jamal Khashoggi kom ongantíð út aftur - í øllum førum ikki á lívi.
Kanningar hjá turkiskum rannsóknarliðum halda upp á, at viðurkendi journalisturin varð kvaldur til deyðis og stykkjaður sundur inni á saudi-arabisku sendistovuni, og mangt bendir á, at hetta var eftir boðum frá krúnprinsinum í Saudi-Arabia, Mohammed bin Salman.
Í Saudi-Arabia hava tey viðgingið, at Jamal Khashoggi varð dripin inni á sendistovuni, men tey siga, at hetta hendi í einum bardaga, eins og tey halda upp á, at dápið ikki var bílagt av krúnprinsinum.
- Eg visti ikki, hvussu fantastiskt lívið kundi vera, áðrenn eg møtti Jamal Khashoggi. Hann var Guds gáva til mín, sigur Hatice Cengiz við gráturødd.
Hatice Cengiz er í Noregi í samband við eina journalistaráðstevnu, og her hevur norska blaðið VG hitt hana til eina størri samrøðu, sum kann lesast á heimasíðuni – www.vg.no. Tað er eisini VG/ Gisle Oddstad, sum eigur viðheftu mynd av Hatice Cengiz.