- Hugnaligt við nógvum lívi

Tað sigur Jancy Biskopstø, ið hóast hon sjálv ikki fer á festivalin, fegnast yvir onnur ting.

Summar Festivalurin verður hildin mitt í Klaksvíkini, og tað merkir, at sjálvur festivalurin hevur nógvar grannar.


Ein av teimum nýggjaru grannunum er røktarheimið Heimið við Vánna, ið lat upp 19. november 2013.


Ein av fyrstu íbúgvunum í heiminum, var tá 91 ára gamla Jancy Biskopstø. Jancy er 93 ára gomul nú, og hóast hon býr stutt frá festivaløkinum, so ætlar hon sær ikki á festival.


- Nei, eg ætli mær ikki at fara. Eg eri so ómusikalsk, at eg hoyri slett ikki nótar. Men man hoyrir væl her, tá bólkarnir fara á pallin.


Hóast Jancy ikki fær so nógv burturúr sjálvum tónleikinum, so fegnast hon um, at so nógv lív er í Klaksvíkini í hesum døgum.


- Tað er hugnaligt at sita her og síggja allar bátarnar, ið koma siglandi inn eftir vánni. Eg plagi eisini at sita og eygleiða, tá húsvognarnar koma koyrandi, og finna sær eitt pláss hinumegina vánna. Tað er hugnaligt við nógvum lívi, sigur Jancy Biskopstø at enda.