- Hyggja automatiskt niðan í líðina

Í skýmingini leygardagin avbyrgdu trý skalvalop fólkið í Kunoy frá sambandi við umheimin.
- Tíbetur var einki fólk á vegnum, tá skalvalopið kom. Men ein krevur at koyra við varsemi, sum ein kunoyingur tók til, tá vit vitjaðu í bygdini fyrrapartin í dag.

Tað var eitt stórt framstig fyri kunoyingar, tá teir í 1988 fingu samband við umheimin gjøgnum Kunoyartunnilin.
Á fyrsta sinni varð nú koyrandi til Klaksvíkar við bili eftir Kunoyarvegnum. Og hetta hevur hildið lív í bygdini.
Hinvegin so hava kunoyingar altíð havt eitt vakið eyga við brøttu liðunum í erva, tá teir eru farnir til ella úr bygdini.
Teir vita, at sama árið sum tunnilin lat upp var eitt rættiliga stórt skalvalop nærhendis bygdini. Og fyrradagin hendi tað sama aftur.
Eingin vil tó siga, at tey óttast at koyra eftir Kunoyarvegnum. Men sum ein kunoyingur tók til í morgun:
- Nú fara vit helst at hyggja eitt sindur oftari niðan í líðina, - í øllum førum ta fyrstu tíðina!


Líkindi fyri lopi
Tað var í skýmingini seinnapartin leygardagin at fyrsti skalvurin leyp. Og sum skilamenn greiða frá, er líkt til at hini bæði lopini eru komin aftaná við stuttum millumbilum.
- Tað eru altíð bilar eftir Kunoyarvegnum. Og soleiðis kann ein rokna við, at tey eru komin mestsum ísenn, greiðir Jaspur frá.
At skalvalopini komu henda seinnapartin, er helst ikki komið óvart á tey, ið kenna væl til viðurskiftini millum avfall, lýðku og kavafyltar líðir.
Allan leygardagin var veðrið soleiðis, at góður møguleiki var fyri at eitt slíkt lop kundi koma á júst hesum staði, har tað bæði er bratt og har tað kann leggjast nógvur kavi.
Dagurin byrjaði við regni og vátaslettingi, og haraftrat var hitin nakað væl omanfyri frostmarkið. Líkt er tí til, at blot er komið í tann nógva kavan í Bratarsgili, og síðani er fyrst eitt, og eftir tað tvey lop aftrat farin oman líðina.
Tíbetur var einki fólk á vegnum tá skalalopini komu, men sum skilst á fólki í Kunoy var ein bilur farin til Klaksvíkar stutt frammanundan.
Onkur kunoyingar skuldi við dansifelagnum í Klaksvík til Sumbiar at dansa leygarkvøldið. Hesin mátti kortini setast aftur, tí ikki slapst av bygdini.

Fleiri lop í væntu
Hóast keðiligu veðurlíkindini, vistu nógv fólk ikki av hesum skalvalopinum, fyrrenn tey hoyrdu tað verða nevnt í útvarpinum.
Seinnapartin leygardagin brutu teir nevniliga eina sending av, og boðaði fólki frá at Kunoyarvegurin var stongdur orsakað av skalvalopi ella skalvalopum.
Í eini áheitan var heitt á fólk um ikki at fara til staðið. Hjá teimum var tað helst so, sum orðatakið sigur: Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi.
Tað var haraftrat vorðið myrkt, og illa bar til hjá staðkendum og skilafólki at meta um, hvørt eitt lop mundi fara at koma aftrat.
Eingin visti at siga, hvussu sá út við kava í erva, og tí ráddu teir hjá Landsverki fólki fólki frá at koyra eftir Kunoyarvegnum. Vegurin varð stutt sagt stongdur fyri allari ferðslu.
Teir vóru eisini greiðir um, at fóru teir hinvegin at rudda ov mikið, so kundi kanska vandi verða fyri at aðrar skriður fóru at leypa.
Onkrir kunoyingar koyrdu kortini niðan ímóti staðnum, har skalvalopið var. Har var kortini einki at síggja í myrkrinum, burtursæð frá ljósunum hinumegin lopið hjá teimum maskinunum sum vóru byrjaðar at rudda eitt sindur.

Sluppu til bygdina
Fólk í Kunoy helt seg bert innanveggja í hesum vánaligu líkindunum.
- Eg hevði so eingi neyðsynarørindi at gera, og hevði heldur ongar ætlanir um at fara av bygdini.
- So eg var bara verandi við hús, sigur Jaspur, sum fyrrapartin í dag var farin at geva seyðinum.
Tað vísti seg kortini, at m.a. onkur kvinna úr bygdini var stødd í Klaksvík og mátti sleppa aftur til húsa og til børn síni um kvøldið.
Hesi vóru millum tey fáu, sum sluppu at koyra eftir Kunoyarvegnum hetta kvøldið.
Í roynd og veru vóru kunoyingar innibyrgdir alla hesa náttina. Ikki fyrrenn eftir middag sunnudagin var koyrandi aftur sum vanligt.


Hyggja niðan í líðina
Kunoyingar eru tó vitandi um, at um veturin kemur tað meiri enn so fyri at grót ríður oman á vegin - og skalvalop!
Onkutíð eisini rættiliga stór skalvalop verið á Kunoyarvegnum.
Jaspur Kruse greiðir frá, at í 1988 - tað er: nakað áðrenn hann sjálvur flutti til bygdina - var eitt rættiliga stórt skalvalop á Kunoyarvegnum.
- Eg havi hoyrt menn tosa um, at hetta var tættari bygdini enn hetta seinasta skalvalopið, og var haraftrat nógv størri, sigur hann.
Hvørki við hetta skalvalopið sum var 18. februar í 1988, ella hetta seinasta 20. januar 2007, hoyrdist nakað til skalvalopið. Hevði talan hinvegin verið um skriðulop við gróti og eyri høvdu fólk helst hoyrt til tað.


Hyggja oftari
Teir eru vitandi um skalvalop á sjálvum Kunoyarvegnum, men einki um skalvalop inni í sjálvari bygdini.
Hóast høgt fjall - Lítlafjall teir kalla - er beint omanfyri bygdina, og bygdin er umgyrd av brøttum skorum og homrum, hevur tíbetur einki skalvalop verið inn yvir sjálva bygdina.
Hóast hesar umstøðurnar er bygdarfólkið ikki bangið fyri at koyra til og frá bygdini.
Sum eitt teirra tók til í morgun:
- Noy, eg eri ikki bangin fyri at koyra til og úr bygdini. Vegurin og tunnilin eru góð at koyra eftir, eingin ivi um tað.
- Men sjálvandi, ein hugsar altíð um at ein koyrir í brattlendi, sigur hesin kunoyingurin.



Nógvur kavi í 1947
Nógv eldri fólk minnast tað tiltikna kavaárið í 1947. Tað gera kunoyingar eisini.
Her kom sera nógvur kavi niður, - í roynd og veru so nógvur, at fólk í teimum norðaru býlingunum í Kunoy fluttu suður í bygdina.
Fólk óttaðust rætt og slætt fyri at skalvur skuldi leypa úr fjallinum beint omanfyri bygdina.
Fluttu tey longur suður í býlingarnar har, var tann vandin av. Tíbetur kom einki skalvalop tá.
Aðrir kunoyingar minnast somuleiðis nógvan kava í bygdini, tá teir vóru smádreingir. Kavin var so nógvur, at teir tók skíðirnar fram og skíðaðu oman móti bygdini.
Skíðirnar tá í tíðini vóru ikki eins og tær ein fær í dag: Dreingirnir gjørdu sær skíðir úr tunnustavum, og við teimum fóru teir niðan móti norðasta hamarinum í bygdini og skíðaðu hagani allan vegin oman móti skúlanum í bygdini.
- Tað vóru dagar!, sum ein teirra tekur til.