Í mai mánaði í ár var øgiligt stríð innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum. Tingmaðurin Finnur Helmsdal og landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, vóru í hornatøkum í sambandi við uppskot um uppihaldspening, og hæddarpunktið í orrustuni var 6. mai, tá Finnur Helmsdal hevði eitt lesarabræv um floksfelaga sín í landsstýrinum.
Hvassar skuldsetingar
Finnur Helmsdal segði m.a. soleiðis um Páll á Reynatúgvu 6. mai: "Hevndarhugur landsstýrismansins er eftirhondini vorðin ein sera illa duld loyna millum fólk...hansara ego er so stórt og yvirdimensionerað í allar mátar...nú hevur landsstýrismaðurin dúgliga válkað sær í persónligum útspillingum av mær...hann hugsar bert í maktterminologium...eg eri keddur av, at Tjóðveldisflokkurin, tá hesin fekk møguleikan, valdi ein slíkan landsstýrismann í almannamálum...eg vildi bert ynskt, at hann var okkurt annað enn landsstýrismaður í almannamálum..." Við endan á lesarabrævinum undirskrivaði løgtingsmaðurin seg soleiðis: "Finnur Helmsdal, sum ikki eingang er varamaður longur".
Talan var sostatt um eitt persónligt og hvast álop frá Finni Helmsdal á landsstýrismannin í almannamálum, eftir at skuldsetingar eisini høvdu fokið frá Páll til Finn, og nú Finnur Helmsdal møguliga aftur er á veg í løgtingið, er spurningurin, hvussu hesir menn kunnu sita lið um lið og samstarva í sama flokki, og hvussu ein, "sum ikki eingang er varamaður longur", kann vera tingmaður fyri sama flokk.
- Stríðið onga ávirkan
Finnur Helmsdal sigur um orrustuna í mai mánaði, at hon ikki fær nakra ávirkan á avgerð hansara.
- Eg eri fólkavaldur og havi tískil eina ábyrgd yvir fyri veljarum mínum. Eg eri valdur at røkja eitt starv, og eg lati ikki nakað stríð verða avgerandi, sigur Finnur Helmsdal. Hann vísir á, at bert faklig og starvslig viðurskifti eru avgerandi í støðu hansara.
Finnur Helmsdal er stjóri á Føroya Barnaheimi, og vísir hann á, at hann noyðist at velja ímillum løgtingssessin og stjórasessin á Barnaheiminum.
- Eg royndi fyrr í ár at røkja bæði størvini, tá Annita á Fríðriksmørk var í farloyvi, men hetta gongur stutt sagt ikki. Eg eri tí noyddur at velja, sigur Finnur Helmsdal. Spurdur, um hann yvirhøvur kann sita lið um lið við Páll á Reynatúgvu eftir tær skuldsetingar, hann bar fram í mai, er Finnur ivasamur.
- Lið um lið...eg veit ikki, um vit vera tað. Soleiðis er spælið nú einaferð, og tað má ein taka við, vísir Finnur á, sum sostatt ikki tykist lata áðurnevnda stríð vera viðkomandi fyri hansara avgerð í dag.
Svikin av floksleiðsluni
Finnur Helmsdal leggur tó dent á, at ein annar og størri trupulleiki spøkir enn í hugaheimi hansara enn áðurnevndu hornatøk við Páll á Reynatúgvu, og er tað viðferðin, hann fekk frá floksleiðsluni við løgtingsvalið 2002.
- Eg var av flokkinum settur heilt aftast í røðina, og eg gangi út frá, at støða floksleiðslu Tjóðveldisfloksins ikki er óbroytt mótvegis mær. Hetta er meiri týðandi fyri meg enn kjakið við Páll, sigur Finnur Helmsdal. Hann sigur, at hann ikki hevur gloymt hesa raðfesting frá flokkinum, men tvíheldur Finnur tó um, at fakligu og starvsligu viðurskifti hansara sum stjóri á Barnaheiminum bert eru avgerandi.
Finnur Helmsdal slær sostatt fast, at hvørki Høgni Hoydal ella Páll á Reynatúgvu hava nakra ávirkan, hóast viðferð hansara frá floksleiðsluni ikki beinleiðis ger tingsessin meiri attraktivan og minkar eisini um útlit hansara fyri virknari politiskari yrkisleið í Tjóðveldisflokkinum í framtíðini.
Í næstu viku fer Annita á Fríðriksmørk niðan í Mentamálaráðið, og tá skal avgerðin vera tikin, um Finnur Helmsdal fer í tingið ella ikki. Um hann ikki tekur av, er Rói Egholm næstur á listanum.
Høgni viðger ikki persónsmál
Finnur Helmsdal er sostatt ónøgdur um tann leiklut, hann hevur havt í flokkinum sum aftasti maður í raðfestingini hjá leiðsluni, og luftin gjørdist avgjørt ikki reinari av áðurnevnda stríðið við landsstýrismannin í almannamálum á sinni.
Eisini hava viðurskifti í sambandi við setanina av Annitu á Fríðriksmørk reist nakrar spurningar. Tað er almannakunngjørt, at Annlis Bjarkhamar fekk bjóðað sessin aftur, áðrenn Annita varð sett. Afturat hesum kann aðrastaðni í blaðnum lesast, at Finnbogi Ísakson eisini hevði møguleikan at gerast nýggjur mentamálaráðharri, tí meiriluti var fyri hesum í tingbólki Tjóðveldisfloksins.
Tískil vórðu heili tveir møguleikar royndir, sum høvdu við sær, at Finnur Helmsdal ikki kundi koma aftur í løgtingssessin, áðrenn Annita á Fríðriksmørk varð sett sum mentamálaráðharri, og spurningurin stendur so eftir, um floksleiðslan gjørdi alt fyri ikki at fáa Finn Helmsdal aftur í tingið.
- Eg ynski ikki at viðgera persónsmál í fjølmiðlunum, og tað er langt síðani boðað frá, at Annlis Bjarkhamar hevði møguleikan at venda aftur í Mentamálaráðið, sigur Høgni Hoydal.
Hann hevur heldur ongar viðmerkingar til spurningarnar, um áðurnevndu stríð ikki kunnu fáa negativa ávirkan, um Finnur Helmsdal aftur verður tingmaður, ella um floksleiðslan royndi aðrar møguleikar fyri at umganga, at Finnur Helmsdal kom aftur í løgtingið.