Javnaðarflokkurin vil hava eina nýggja fiskivinnuskipan.
Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, í sínari formansrøðu á landsstevnuni hjá flokkinum í dag.
Tað skal vera ein fiskivinnuskipan, ið tryggjar høvuðsvinnuni góðar og støðugar karmar at virka undir, og sum byggir á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygd, og har atgondin til vinnuna á ein ella annan hátt verður meira marknaðarbasera enn hon er í dag.
Hetta kann venda gongdini í okkara høvuðsvinnu, sum í dag í stóran mun er merkt av stagnatión, til eina dynamiska vinnu við framburði, segði hann.
- Vit mugu tryggja, at manningar við føroyskum fiskiførum fáa løn eftir føroyskum sáttmálum. Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað skal tryggjast við lóg, at hetta ikki fer av óbýttum, so tað verður fiskimaðurin sum skal rinda hetta. Útróðrarflotin eigur heilt at sleppa undan tilfeingisgjaldi, segði Aksel V. Johannesen.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísti á, at seinastu árini hava vit alsamt oftari sæð, at føroysk skip hava skift føroyskar manningar út við bíliga útlendska manning. Hetta hevur skeiklandi ávirkan á arbeiðsmarknaðin, og verður onki gjørt beinanvegin, so kann endin verða, at meðan bílig útlendsk arbeiðsmegi mannar okkara skip, so koma føroyingar at ganga hendur í lumma.
Javnaðarflokkurin legði tí uppskot fyri Løgtingið fyrr í vár um, at tað skal verða ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at manningin verður lønt sambært teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðanum.
- Visti tú ikki betur, so hevði tú trúð at tað var lygn. Samgongan tók ikki undir vi uppskotinum, tí onkur av reiðarunum, sum hava útlendska manning umborð á sínum skipi, vóru inni í vinnunevndini og mutaðu ímóti, segði Aksel V. Johannesen, og legði afturat:
- Álvaratos. Løgtingið skal arbeiða fyri fólki sum býr her, og ikki fyri nakrar útvaldar aktørar í okkara vinnulívi, segði formaðurin í sínari røðu.