Høgni Hoydal segði aftaná røðuna hjá drotningini, sum varð hildin í sambandi
við føroyavitjanina, at røðan var politisk.
Hans Engell, chef-redaktørur á danska Ekstrablaðnum, sigur, at atfinningarnar hjá Høgna Hoydal eru fullkomiliga órímiligar.
- Hatta er misnýtsla av røðuni hjá drotningini, tað sum Høgni Hoydal ger. Um
hann vil kjakast um ríkisfelagsskapin, so eigur tað at vera við danskar
politikarar og føroysku veljararnar, sigur Hans Engell.
Hans Engell sigur seg hava nærlisið røðuna hjá Margretu Drotning, og at onki
er at koma eftir.
- Røðan er lýsing av umstøðunum, sum tær eru, harundir ein lýsing av eini
lóg, sum viðvíkur heimildunum hjá Føroyum, sigur Hans Engell.
- Vit vita, at Tjóðveldisflokkurin vil hava meira víttgangandi heimildir.
Men tað er órimiligt at leggja eftir drotningini, tí hon hevur onki við tað
at gera. Hon kann ikki fara inn í eitt kjak um ríkisfelagsskapin. Høgni
Hoydal hevur misnýtt vitjanina hjá drotningini, sigur Hans Engell,
chef-redaktørur á Ekstra Blaðnum.