ræsir inn í hetta fantastiska universið, sum tað føroyska málið er, øll tey seinru árini í Glyvra skúla. Hann skrivaði sína egnu mállæru, ein lítlan reyðan bókling, ei dáni í, tí á bróstinum í lítla skúlanum [...] líkasum ikki saman í vanligari fatan, men niðurstøðan kann ikki vera onnur enn hon, at stóra íløgan í undirstøðukervi, samflættanin av landinum í vegi, brúm og tunlum, og stóra íløgan í skúlaskap og mentan [...] tjóðini í allari framtíð. Súmbolið verður ongantíð magnfylri enn tærið í tjóðini. Ábyrdin er tín og mín og bara okkara. ES: Tíðargreinin er skrivað úr røðu, sum varð flutt fram í Heiðunum flaggdagin í ár.
Í morgun fóru sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar sendandi oman á Kongabrúnna í Havn. Boðini vóru, at eldur var í inni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Starvsfólkini á tryggingini vistu ikki betur, enn a hetta [...] hetta var álvari, tí nógvur roykur var inni í húsinum. Men tað var bara ein venjing fyri at kanna um tilbúgvingin virkaði. Og tað gjørdi hann til fulnar, sigur Mortan Poulsen, stjóri á Betri Pensjón. St [...] Starvsfólkini gjørdu, sum teimum var álagt í slíkum førum, at møtast á ávisum støðum uttanfyri, telja upp, hvør ikki var komin út og so víðari.
á borgarafundinum nú eitt kvøldið í samband við stóra eldin í Varðanum Pelagic á Tvøroyri fríggjadagin 9. juni. Hann vísir á, at tá ið tey varnaðust, at eldur var í, tók tað bara nakrar fáa minuttir at [...] seg at. – Høvdu tey ikki havt hesa tilbúgvingarætlanina, og høvdu tey ikki havt venjingar, ivist eg í, hvussu væl tað hevði gingið at fingið fólkið úr bygninginum, legði sýslumaðurin afturat. Bogi Jacobsen [...] stjóri á Varðanum Pelagic, sigur, at hetta er nakað, tey hava lagt dent á. Hann legði afturat, at í slíkum førum, er tað eitt ávíst starvsfólk hevur ábyrgdina av at prenta dagsins starvsfólkalista, so
Tryggingarfelagnum á Kongabrúnni í Havn at ýla. Eldur var í, og roykurin breiddi seg um alt húsið við teimum mongu tilbygningunum. Lítla løtu tustu starvsfólkini út í tún. Har var tó eingin panikkur, tí [...] eitrandi, høvdu tey sett seg í vanda. Eini boð í ætlanini eru nevniliga, at eingin má seta seg sjálvan í vanda. Skjótt at telja upp Tá ið tey komu út, býttu tey seg beinanvegin upp í deildir og stillaðu seg [...] frysta úti í kuldanum og sirminum. Veruligt - Í fyrstani kendist tað veruligt, og vit blivi nokkso kløkk, segði ein. Í túninum hevði ein persónurin leiklutin at vera smallin um. Tað gekk kanska í so long
fyrsta eg minnist til Teddy, er frá barnaárunum í sunnudagsskúlanum í Salem á Tvøroyri, tá hann meistarliga greiddi okkum frá um Jesus og um trúarfedrarnar í gamla testamenti. Søgan um hin sjúka við Betesdahylin [...] sum hann sló í talarastólin, um onkur hevði hug at fjasast ov mikið. Alt hetta saman við einum djúpum andaligum salvilsi, gjørdi at orðið um Jesus festi djúpar røtur í barnasinninum, og enn í dag hugsi eg [...] veg burtur frá Guði. Hetta fór fram heima í stovuni hjá honum og Odu eitt vetrarkvøld í 1976, og tað kvøldið kom at hava avgerandi týðning fyri lívsleið mína. Eisini stóð heimið hjá Odu og Teddy altíð
Hattarvík. Mamma hennara Mia var av Eiði. Hon var dóttir Siggu og Andrass í Pállstovu. Vit høvdu eina frásøgn um tey í røðini í Miðvikuni við Tórhall Andreassen, son Andrias, beiggja Miu. Hesi fólk hava [...] til gongu í torv og eftir torvinum. Tróndur greiddi eisini frá tí stóra framstignum, tá ið teir fingu páhangsmotor og sluppu undan at rógva. Men hetta mundi eisini endað galið einaferð eldur kom í motorin [...] Hennara seinasti túrur gjørdist eisini út til Svínoyar, og í dag verður hon jarðað undir liðinum á Poul Meyer, sum hon livdi saman við í 54 ár í einum eydnuríkum hjúnarlagi. Børn teirra eru Hanus, Ásmund
hátt, og hon er í dag ein tann fremsta í landinum. Ditleif eigur ein stóran part í hesi menning sum stjóri í so væl Havsild sum Havsbrún. Vit vóru saman í nevndunum í hesum fyritøkum í eini 20 ár. Tað [...] hetta í sínum endurminningum. Hann var eisini stjóri í Havsbrún fyrstu tíðina, og hann tekur til, hvussu stór hjálpin var í Ditleif, og hvussu væl teir arbeiddu saman. Tað gongur upp og niður í fiskivinnuni [...] var, at Ditleif saman við millum øðrum Ismar Joensen í Fuglafirði í 1965 var við til at stovna Havsild, sum skuldi byggja eina fiskamjølsverksmiðju í Fuglafirði. Um somu tíð hevði Dagsbrún, sum var myndað
vart borin í heim í Kalbak har foreldur okkara búðu á ungum árum inntil umleið 43. Síðani búðu tit hjá ommu okkara í Hoyvík umleið trý ár. Síðani á trøðni í Hoydølum, í húsunum sum Julius í Syðradali [...] eini tvey ár. Í 1948 fekk pápi okkara starv sum lærari á Velbastað og Kirkjubø. Tá vart tú sjey ára gamal.Vit búðu á Velbastað inntil í 1959 tá pápi okkara fekk starv í Kommunuskúlanum í Havn. Tú tók [...] kara, men hetta bleiv ikki títt lívsstarv. Giftist í 1964 við Lydiu, dóttir Lenu, ættað úr Elduvík og Hans uppi í Geil í Hvalvík. Lydia andaðist í januar 2006 og var tað einsligt hjá tær tá hon var farin
føddur 4. juli 1932 í Hvalba, hann er sonur Jákup og Josefinu Holm í Prestgarði í Hvalba. Teir vóru 4 beiggjar og Tórbjørn var yngstur av teimum. Tórbjørn, fór bert 14 ára gamal, í læru á Tórshavnar S [...] Tórbjørn var við Fiskanes frá 1957 til mitt í sekstiárinum. Tórbjørn var við tann minniliga túrin í 1959, tá Hans Hetoft gekk burtur við mann og mús á Kappanum. Tað var um hár gjørt, at Fiskanes eisini gekk [...] avlærd í 1956. Síðani fór hon saman við eini vinkonu til Danmarkar, har hon suppleraði í psykiatri og barsil. Eftir hetta arbeiddi hon á Sant Hans Hospitali, inntil hon fór heimaftur til Føroya í 1958.
Ellisakførum í varðveitslu. Talan er um ein Bedford frá 1958 og eitt VW-rugbreyð frá fyrst í sjeytiárunum. Tá bilarnir komu til Havnar leygardagin, tóku starvsfelagar frá Sløkkiliðinum í Havn í móti við tveimum [...] upprunaliga er frá fyrst í tríatiárunum. Hesin bilurin kom til Føroya í 1962. Hann hevur kortini ikki verið nýttur í nógv ár. Fyri nøkrum árum síðani fóru menn á brandstøðini í Havn at umvæla bilin. Motorin [...] Tekniska skúla í Havn umvælt. Nú er bilurin um at verða liðugur, og fyrsta dagin verður hann aftur at síggja í gøtunum í upprunastandi. Tá Føroya Ellisakfør flaggdagin fara at koyra runt í Havnar gøtum og