– Hetta vísir, hvussu stóran týdning, tað hevur at eitt virkið hevur eina tilbúgvingarætlan.
Tað staðfesti Jaspur Vang, sýslumaður, á borgarafundinum nú eitt kvøldið í samband við stóra eldin í Varðanum Pelagic á Tvøroyri fríggjadagin 9. juni.
Hann vísir á, at tá ið tey varnaðust, at eldur var í, tók tað bara nakrar fáa minuttir at fáa alt fólkið úr bygninginum.
Og orsøkin til, at tað gekk so skjótt, var, at Varðin hevði eina tilbúgvingarætlan og eina greiða ætlan fyri, hvussu fólk skuldi verða bráðflutt av virkinum. Og samstundis høvdu tey havt regluligar venjingar fyri at tryggja, at øll vistu akkurát, hvussu tey skuldu bera seg at.
– Høvdu tey ikki havt hesa tilbúgvingarætlanina, og høvdu tey ikki havt venjingar, ivist eg í, hvussu væl tað hevði gingið at fingið fólkið úr bygninginum, legði sýslumaðurin afturat.
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, sigur, at hetta er nakað, tey hava lagt dent á. Hann legði afturat, at í slíkum førum, er tað eitt ávíst starvsfólk hevur ábyrgdina av at prenta dagsins starvsfólkalista, so tey vitstu akkurát, hvør er inni á virkinum.
– Øll vóru rólig og tá ið øll vóru komin út, hildu tey manntal fyri at tryggja, at eingin var inni eftir, og tað vísti seg at rigga ógvuliga væl, segði Bogi Jacobsen,










