BRANDBILAR
Tey Havnarfólk, sum leygardagin hildu, at eldur var í, fóru skeiv, hóast blunkandi og ýlandi brandbilar koyrdu gjøgnum býin, var talan ikki um eldsbruna.
Tað vóru menn frá Klaksvíkar Sløkkiliði, sum vóru komnir til Havnar vit tveimum gomlum brandbilum, sum eru latnir Føroya Ellisakførum í varðveitslu.
Talan er um ein Bedford frá 1958 og eitt VW-rugbreyð frá fyrst í sjeytiárunum.
Tá bilarnir komu til Havnar leygardagin, tóku starvsfelagar frá Sløkkiliðinum í Havn í móti við tveimum brandbilum, sum fylgdu gomlu bilunum úr Klaksvík til felgashølini hjá Føroya Ellisakførum yvir við Strond.
Føroya Ellisakfør er í løtuni í ferð við at innrætta gamla vatnbrunnin við Gráastein í Havn til bilasavn, og skulu gomlu sløkkiliðsbilarnir úr Klaksvík verða partur av hesum savni.
Av serliga veðurlagnum og av tí, at umstøður ikki hava verið at goyma bilar undir taki í Føroyum, eru ikki nógvir gamlir bilar í Føroyum, sum hava verið her øll árini.
Tað eru 79 ár síðani, at Hannus Olsen og Júst Sivertsen keyptu fyrsta bilin til Føroyar, men fyri eitt felag, sum Føroya Ellisakfør, er tað forkunnugt at fáa akfør í varðveitslu, sum hava verið partur av gerandismyndini í mannaminni.
Umframt gamla sløkkiliðsbilin úr Klaksvík, sum er frá 1958, so eigur Tórshavnar Sløkkilið ein gamlan Triangel brandbil, sum upprunaliga er frá fyrst í tríatiárunum. Hesin bilurin kom til Føroya í 1962. Hann hevur kortini ikki verið nýttur í nógv ár.
Fyri nøkrum árum síðani fóru menn á brandstøðini í Havn at umvæla bilin. Motorin varð tikin úr, og hann hava næmingar á Tekniska skúla í Havn umvælt. Nú er bilurin um at verða liðugur, og fyrsta dagin verður hann aftur at síggja í gøtunum í upprunastandi.
Tá Føroya Ellisakfør flaggdagin fara at koyra runt í Havnar gøtum og vísa fram ellisakførini, verða sostatt helst tríggir gamlir brandbilar við?









