Til gullbrúðarparið Sunnevu og Tórbjørn Holm.

Tann 7. apríl 2008 hava Sunneva og Tórbjørn Holm gullbrúdleyp.

Tórbjørn Holm er føddur 4. juli 1932 í Hvalba, hann er sonur Jákup og Josefinu Holm í Prestgarði í Hvalba. Teir vóru 4 beiggjar og Tórbjørn var yngstur av teimum.


Tórbjørn, fór bert 14 ára gamal, í læru á Tórshavnar Skipasmiðju. Tað var kanska ikki so løgið, at hann kom í læru á Tórshavnar Skipasmiðju, tí kona Kjartan Mohr var fastir Tórbjørn. Nevnast kann eisini, at Tórbjørn bert var 5 ára gamal, tá ið hann misti mammu sína.


Tórbjørn giftist við Sunnevu Brekkstein av Velbastað, dóttur Johan og Ebbu Brekkstein av Teigum á Velbastað. Sunneva var næstyngst av fýra systkjinum. Sunneva misti eisini mammu sína sum ung, tá var hon bert 17 ára gomul.


Eftir at Tórbjørn var avlærdur sum maskinsmiðjur silgdi hann nakað, áðrenn hann fór á maskinmeistaraskúla. Tá hann var liðugur við maskinmeistaraskúlan, silgdi hann við ymiskum skipum, eitt nú Drátti, Tjaldrinum og Madonnu. Pápabeiggi Tórbjørn, Mortan Holm, førdi Madonnu tá.


Tórbjørn var við Fiskanes frá 1957 til mitt í sekstiárinum. Tórbjørn var við tann minniliga túrin í 1959, tá Hans Hetoft gekk burtur við mann og mús á Kappanum. Tað var um hár gjørt, at Fiskanes eisini gekk burtur, tí skipið bleiv yvirísað. Tað eydnaðist manningini at høgga ísin burtur og harvið halda skipinum flótandi, so teir sluppu út undan ísinum.


Hann var eisin eitt stutt skifti við Brandi, áðrenn hann fór at sigla við D.F.D.S. mitt í sekstiárinum. Hann silgdi við D.F.D.S. til hann byrjaði sum smiðjumeistari á Tórshavnar Skipasmiðju 1. januar 1973, har hann starvaðist í samfull 19 ár.

Tað munnu verða nógvir lærlingar, sum Tórbjørn hevur verið meistari hjá øll hesu mongu ár á Tórshavnar Skipasmiðju. Tórbjørn hevur verið av raskastu monnum, og hansara partur hevur ongantíð ligið eftir, tá ið tøk skuldu takast.


Sunneva fór eisini sum ung genta til Havnar at arbeiða sum gongsgenta á Hospitalinum. Eftir at hava starvast sum gongsgenta, fór hon at læra til sjúkrasystur og bleiv avlærd í 1956.

Síðani fór hon saman við eini vinkonu til Danmarkar, har hon suppleraði í psykiatri og barsil. Eftir hetta arbeiddi hon á Sant Hans Hospitali, inntil hon fór heimaftur til Føroya í 1958.


Tá Sunneva kom aftur til Føroyar, fekk hon beinanvegin starv á føðideildini á Landsjúkrahúsinum. Har arbeiddi hon, líka til hon fór frá fyri aldur. Sunneva var nógv avhildin sum sjúkrasystir á føðideildini.


Hon var eitt kent andlit, tá ein kom á føðideildina og mann Sunneva hava verið við til at tikið ímóti nógvum Føroyingum. Enn tann dag í dag kanst tú hoyra Sunnevu siga “á ja,” tá nøvn verða nevnd millum manna.


Sunneva og Tórbjørn hava dugað væl at notið frítíðina. Tórbjørn hevur verið góður innløgumaður, honum hevur dámt sera væl at verið á floti, taka náta, ja alt, sum kundi veiðast á sjónum dámdi honum væl. Hann var ein av teimum, sum sjáldan kom aftur sum av torvheiðum. Tá veiðan var komin til hús, tók Sunneva yvir og hagreiddi og fekk sum mest burturúr. Tað stóð mangan á at fáa lokið á frystuboksini aftur.


Tey hava ikki brúkt summarferiur og feriur annars á teimun sólríku strondunum í útlondum. Nei, leiðin gekk suður til Hvalbiar at seta eplir niður um várið, hoyggja um summarið, taka slaktið upp um heystið og annars alt, sum, skal til hjá teimun sum fáast við seyð og jørð. Hetta hava Sunneva og Tórbjørn dámt væl, ja sagt hevur verið, at tey hava stórtrivist í Prestgarði í Hvalba, har dagurin næstan ikki strekti til hjá teimum arbeiðsomu hjúnunum.


Torbjørn hevur eisini havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Eitt stutt skifti var hann formaður í suðurstreymoyar Tjóveldisfelag.


Sunneva og Tórbjørn fingu fýra børn, Tórdis, Atla, Jákup og Elsubu. Ommu- og abbabørnini eru 8 í tali.



Annfinn