Sum tað sæst á dagfestingini omanfyri hevði Teddy kunna hildið 80-ára føðingardag 9. mars.
Teddy er farin.- Hesi vóru boðini eg fekk sunnumorgunin hin 5. februar 2006 á veg inn á morgunmøti í Salem. Teddy var gamal, og hevði verið ússaligur leingi, so boðini komu ikki óvart á meg. Hóast hetta, kendi eg ein ómetaligan sakn hólva inn yvir sinnið hesa løtu, tí hann hevði havt sera stóran týðning fyri meg, heilt frá barnaárum.
Tað fyrsta eg minnist til Teddy, er frá barnaárunum í sunnudagsskúlanum í Salem á Tvøroyri, tá hann meistarliga greiddi okkum frá um Jesus og um trúarfedrarnar í gamla testamenti. Søgan um hin sjúka við Betesdahylin stendur enn ljóslivandi fyri mær, eisini frásøgnin um tær fyrstu páskirnar, tá Ísraelsmenn smurdu blóðið á durastavin, sum verju tá deyðseingilin kom framvið. Hvussu hann inntreingjandi fekk okkum at skilja týðningin av at fáa blóð Jesusar smurt á okkara hjartadyr, longu sum børn.
Tað serliga við Teddy var at hann tosaði so at siga við øllum kroppinum, stundum grulvandi á øllum fýra , og stundum rennandi. Og hvør minnist ikki træpinnin, sum hann sló í talarastólin, um onkur hevði hug at fjasast ov mikið. Alt hetta saman við einum djúpum andaligum salvilsi, gjørdi at orðið um Jesus festi djúpar røtur í barnasinninum, og enn í dag hugsi eg mangan um løturnar í sunnudagsskúlanum við stórum takksemi.
Tað var eisini Teddy, sum saman við Jenisi steðgaði okkum, tá eg og vinirnir sum tannáringar, eins og hin bururturvilsti sonurin, vóru á veg burtur frá Guði. Hetta fór fram heima í stovuni hjá honum og Odu eitt vetrarkvøld í 1976, og tað kvøldið kom at hava avgerandi týðning fyri lívsleið mína. Eisini stóð heimið hjá Odu og Teddy altíð opið fyri okkum, og øll ungdómsárini kendu vit okkum sum synir, sum altíð kundu koma inn á gólvið, og har fáa bæði likamliga og andaliga føði. Hesar løtur kunnu ikki gerast upp í verðsligum virði. Bert ævinleikin fer at avdúka tann ómetaliga týðning, hetta hevði fyri okkum.
Samkoman í Salem á Tvøroyri var hansara andaliga heim, og har vísti hann eitt ótrúligt trúfesti og ágrýtni alt tað eg minnist, og eru tað mong við mær, sum minnast aftur á tær kraftmiklu og einfaldu evangelisku talurnar hann hevði. Hesar prógvaðu, at hann livdi í einum inniligum samfelagi við frelsara sín, og at hann ynskti at deila tað ríkidømi hann har fekk við okkum. Eitt annað, sum ein legði til merkis í talum hansara, var eyðmjúkleiki, tí hann ynskti altíð at gera Jesus stóran, væl vitandi
um sína egnu ússaligu støðu sum menniskja yvirfyri einum rættvísum Guði, har einasta bjargingin er
Hansara ófatiliga náði.
Eitt positivt og lætt lyndiseyðkennið, saman við Andans ávirkan í lívi hansara gjørdu, at har sum Teddy var, har var gleði og sangur, og hetta hevði eina dragandi megi á øll, sum vórðu saman við honum. Ja, mangar gleðiløtur eru at minnast afturá, t.d. tá ið vit við guittara – og Teddy onkuntíð við munnharpu – góvu “den hele armen” við ymisk høvi.
Tey seinnu árini sást og hoyrdist týðiliga, at Teddy var ikki tann sami. Fleiri sjúkutilburðir høvdu skert flogið. Hóast hetta var hann altíð fúsur at luttaka á møtunum, tí Andans eldur í honum brendi framvegis
líka bjart. Dømi um hetta er, at hann fáar dagar áðrenn hann flutti heim, hóast sjúku og truplar umstøður, kundi vitna um Jesus fyri teimum, sum hann var saman við.
Nú ein tíð er farin, og hugsa verður um Teddy og hvussu hann brúkti ein ómetaliga stóran part av tíð síni í víngarði Harrans, mátti tað so elvt til sjálvrannsakan og tráan eftir at liva Harranum nærri í komandi tíðum.
Takk á Guð at tú frelsti meg
Takk at eyga títt bar við meg
Takk at Harran Jesus tú gav
Takk fyri náðinnar djúpa hav
Ikki havi eg tal á, hvussu ofta eg hoyrdi Teddy enda møtir, og við onnur høvi eisini, við hesum versinum. Siga hesi einføldu og hjartanemandi orðini ikki alt, ið vert er at siga ?
Soleiðis minnist eg sunnudagsskúlalæraran og hirðan Teddy Michelsen.
Góða Oda, døtur, svigarsynir, barnabørn, og familja. Eg biði, at Harrin skal hjálpa tykkum í sorgini og sakninum, sum tit kenna.
Per.










