Tilbúgvingin virkaði

Í morgun fóru sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar sendandi oman á Kongabrúnna í Havn. Boðini vóru, at eldur var í inni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Starvsfólkini á tryggingini vistu ikki betur, enn a hetta var álvari, tí nógvur roykur var inni í húsinum.

Men tað var bara ein venjing fyri at kanna um tilbúgvingin virkaði.

Og tað gjørdi hann til fulnar, sigur Mortan Poulsen, stjóri á Betri Pensjón.

Starvsfólkini gjørdu, sum teimum var álagt í slíkum førum, at møtast á ávisum støðum uttanfyri, telja upp, hvør ikki var komin út og so víðari.