tá tað kom fram, at løgfrøðiligt grundarlag ikki var fyri hesum. Sum tíðin leið, kom hetta tó upp á pláss, og í november mánaði í 1998 sendi Dansk Tipstjeneste so fyrsta kekkin henda vegin. Allar súður [...] syftar, tí við tað at peningurin varð goldin til Landskassan, var neyðugt at peningurin skuldi standa á fíggjarlógini fyri at verða útgoldin. Henda seinasta forðingin er nú eisin fingin av vegnum, og fyrrapartin [...] Landsstýri (20%). Upphæddin frá Dansk Tipstjeneste var 3,3 mió.kr., og fekk FUR 600.000 kr. av hesum. Kári Olsen, sum vegna FUR tók móti kekkinum, takkaði fyri upphæddina, og greiddi hann millum annað frá
útgoldin 22. des. Ein vøkur jólagáva frá Helenu við familju. Tað næsta sparkið á skinnabeinið kom millum jól og nýggjár, á gáttuni til ár 2000, nýggju øldina. Øll henda væntaða gleði við einari lítlari [...] flokki, at tey gomlu og sjúku skulu blakast út fyri Trælanípuna upp á henda hátt, so verður her í okkara Føroya landi ein ódámlig byrjan upp á tað í mínum eygum sjálvsagdu fullveldisætlan. Ein fullveldisætlan [...] hon fer at gera ov stóran mun á okkum føroyingum. Jú, jú tað er lætt at rista breiðar álir av annan mans ryggi. Í mínum eygum, átti tú at fingið eina misálitisváttan klamsaða á borðið, fyri eitt makkverk
upp á triðja plássi. Uttan at taka nakað frá hesum báðum bókum, so hava vit tó skyldu at leggja afturat, at júst álmanakkar eru kravdir umborð á skipum og størri bátum, og tað hevur stóra ávirkan á søluna [...] hevur upplivað ein hóp á vegnum runt knøttin, og tey eru ikki so fá, sum hava hildið tað sama, tí bókin hjá Duritu gjørdist nummar fýra. Á fimtaplássi finna vit fyrstu skalsøguna á topp tíggju listanum. [...] hjá yrkingarsøvnunum at finna pláss á listanum. Einasta yrkingarsavn, sum hevur fingið pláss á topp 10 listanum er Spei spei hjá Tóroddi Poulsen, og tað sníkir seg inn á tíggjunda plássi. Sama ger seg galdandi
tann 29. des. 1999, og á síðu 324 stendur, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús í ár er 29.020.000 kr. Men í tíðindunum sama kvøld, sum postboðið bar út fíggjarlógina, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona [...] enn tvær royndir at fáa hesar pengar játtaðar, men uttan úrslit. Samgongan tók undir við Helenu Dam á Neystabø. Men nú fjúrtan dagar aftaná, so sleppur hon uttan ein einasta kritiskan spurning frá fjølmiðlunum [...] karmarnir, sum avgera politikkin og játtanirnar. Men hvør setur karmarnar? Er tað ikki m.a. Helena Dam á Neystabø og hini landsstýrisfólkini, sum áseta karmarnar? Og er tað ikki serliga landsstýrismaðurin
skuldu standa á, tá stórskjúttarnir á neistaliðnum lótu kanóninar fara. So við og við kom Kyndil tó aftur í aftur, og tá 20 minuttir vóra farnir, høvdu teir ota seg upp aftur á liðina á neistaliðnum. Hetta [...] vann nevnliga ein sannførandi sigur á grannunum sunnudagin, og hóast nógvir dystir enn eru eftir at leika, so tykist tað ikki sannlíkt, at Kyndil skal vinna seg inn aftur á oddaliðini, nú heili seks stig eru [...] Olsen 7, Kári Mortensen 4, Áki Mørk 4, Karl O. Rasmussen 2, Regin Didriksen 1, Elmar Ósá 1 Kyndil: Hannis Wardum 7 (11), Bjarni Wardum 5 (1), Jacob Jónsson 4, Rúni Poulsen 2, Uni Wardum 2 (1), Hans Á. D.
kollfirðingar nú eitt plás upp á stigatalvuni. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Sverri Justinussen 5, Tummas Magnussen 5 (1), Suni F. Johannesen 4, Mortan Hansen 3, Kári Hansen 2, Ken Bærendsen 2, Ragnar [...] Nú er so bøtt eitt sindur um hesa støðuna, tí sunnudagin var Rúni Nolsøe fyri fyrstu ferð at síggja á KÍF liðnum. Hetta tykist at vera ein góður styrkur hjá kollfirðingum, og tá Jákup Dam samstundis var
triðbestu deildina. Venjarin hjá Jotun man ikki vera heilt ókendur her á landi, við tað at hann í fleiri ár taldist millum bestu leikararnar her á landi. Talan er sjálvandi um Kára Reynheim, sum fyri nøkrum árum [...] sjálvur heldur Kári, at uppflytingin væl kundi bíðað í eitt ár, soleiðis at leikararnir høvdu fingið eitt sindur meira av royndum at dúva uppá. Hetta er tó einki at iðra seg um, so ístaðin hevur Kári brotið upp [...] styrkur var at finna har. Okkum hevur ikki eydnast at fingið orðIð á Kára, so úst hvørjar ætlanir hann hevur við teimum báðum, vita vit ikki. Kári hevur tó áður nevnt, at toppskjútti teirra nú er farin í annað
okkum fyri. Ein av okkara kendastu listarmonnum, Kári P, segði tað so rámandi í eini av yrkingum sínum. Meirlutin ræður, syngur Kári. Júst her steðgar Heri á. - Tað kann gott vera at meirlutin ræður, men [...] Við hesum vísir Heri á, at tað er av stórum týdningi, at man ikki tekur ein ósigur so nær og sigur, at so dugi eg ikki til nakað sum helst. Tvørturímóti. Tað er bara at herja á, heldur Heri. Viljin og [...] at ganga ímóti meirilutanum og á sínar egnu leiðir. Tað kann vera sera strævið at standa uttan fyri, men gev ikki upp. Ger tað tú meinar er rætt fyri teg. Heri vísir tó á, at tað er ikki altíð so lætt,
vnin til oljuvinnuna skal vera. Víst var á, at talið á virkjum er sera stórt, og at talan er um fjølbroytta vinnu, sum er før fyri at bjóða vørur og tænastur á mest sum øllum økjum. Sjónarmiðið, at tað [...] , lýsti í tølum støðuna hjá vinnuni í oynni, Olaf Olsen segði nøkur orð um fiskivinnuna á sjógvi og landi, Kári Johannesen greiddi frá tænastuvinnunum, Regin Jacobsen tosaði um alivinnuna, Bergur Poulsen [...] saman við umboðum fyri kommun-urnar og landspol-itikarunum. Upp ímóti hálvt annað hundrað fólk vóru á fundinum. Formaðurin í Runavíkar kommunu, Jákup Lamhauge, bjóðaði vegna fyrireikararnar vælkomið klokkan
Tá ein hoyrir Hergeir Nielsen á tingsins røðarapalli, dugur hann sum fáur, á góðum føroyskum sjálvandi, at velja sær orðini, sum bæði eru litføgur og mergjaði. Í grundini líkist hann ikki sørt partamanni [...] uppskotið upp á nakkan av teimum báðum samgongumonnunum og ivaleyst eisini øðrum, tí hvørgin samgongumaðurin vildi atkøða fyri og enn minni standa sum uppskotsstillarar. Bæði Jógvan og Kári ringdu til mín [...] undir bæði líkt og ólíkt. Men hví skulu hesir báðir ultrakonservativu liberalistar ikki eisini líkjast á skrift? Tað fær illa verið øðrvísi. Síðan tekur hann enn einaferð fram sítt egna bluffnummar við uppskotinum