Endiliga

Eftir at tað í fleiri umfør hevur gingið heldur strilti hjá kollfirðingum, megnaðu teir sunnudagin at vinna í Runavík, og sostatt sleppa sær av niðasta plássinum

Tjaldur-KÍF 24-29

(12-15)


Fyri kollfirðingar var tað av alstórum týdningi, at teir fingu okkurt suður aftur við sær, tá teir sunnudagin vitjaðu í Runavík.

Talan var nevnliga um ein av teimum dystum, sum teir máttu vinna, um teir skuldu lyfta seg av niðasta plássi, og hesin setningur eydnaðis eisini.


Rúni við

Størsti trupulleikin hjá Kollfirðingunum higartil í ár hevur helst verið, at liðið so at siga onga breidd hevur havt, og tískil hevur tað verið sera strævið, tá leikarar hava sitið uttanfyri orsakað av skaðum.

Nú er so bøtt eitt sindur um hesa støðuna, tí sunnudagin var Rúni Nolsøe fyri fyrstu ferð at síggja á KÍF liðnum.

Hetta tykist at vera ein góður styrkur hjá kollfirðingum, og tá Jákup Dam samstundis var við aftur eftir skaða, stóð hampuliga væl til við fólki sunnudagin.


Vóru betri

KÍF var eisini betra liðið í dystinum sunnudagin.

So at siga allan dystin vóru teir framman fyri heimaliðið, men eina lítla løtu í fyrra hálvleiki var Tjaldur odda.

Serliga vóru tað navnarnir báðir, Petur Martin, sum gjørdu um seg.

Í fyrsta lagi var tað Petur Martin Johansen, sum gjørdi nógv um seg, og tá hesin so varð mansvardur, tók navnin við eftirnavninum, Poulsen, yvir.

Hjá Tjaldrinum má sigast, at Sverri ikki hevði ein av sínum bestu døgum, og tá so er, riggar spælið ikki hjá Tjaldrinum ikki.

Við sigrinum misti Tjaldur eitt høvi til at fáa eitt sindur av luft til botnin, og ístaðin komu kollfirðingar nú eitt plás upp á stigatalvuni.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Sverri Justinussen 5, Tummas Magnussen 5 (1), Suni F. Johannesen 4, Mortan Hansen 3, Kári Hansen 2, Ken Bærendsen 2, Ragnar Olsen 1, Arnfinn Langgaard 1, Elias Hansen 1

KÍF: Petur Martin Poulsen 9, Petur M. Johansen 8 (5), Jákup Dam 4 (1), Rúni Nolsøe 3, Vagnur Joahannesen 3, Kristian Madsen 1, Emil Petersen 1

Brotskøst:

Tjaldur 3, KÍF 6

Útvísingar:

Tjaldur 3, KÍF 2

Dómarar úr Kyndli:

Hanus Kúrberg og Hans Thomassen