Við postinum týsmorgunin fingu allir løgtingsmenn sendandi lýstu fíggjarlógina fyri ár 2000. Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur staðfest fíggjarlógina tann 29. des. 1999, og á síðu 324 stendur, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús í ár er 29.020.000 kr.
Men í tíðindunum sama kvøld, sum postboðið bar út fíggjarlógina, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona í sjúkrahúsmálum, at hon nú fer at royna at finna nakrar krónur aftrat til Suðuroyar Sjúkrahús, tí at annars verða fylgjurnar av tí samtyktu fíggjarlógini ov ógvusligar.
Fyrst er at siga, at tað er heilt ótrúligt, at ein landsstýriskona fyrst mælir til eina játtan til Suðuroyar Sjúkrahús, sum hon seinni fær alla samgonguna at atkvøða fyri, fyri síðan at fara at kanna eftir, hvørjar avleiðingarnar verða av játtanini. Tað átti at verið hvørjum mansbarni greitt, at hetta kann ikki vera rætta raðfylgjan. Man átti at kunna kravt av einari landsstýriskonu við so nógvum embætisfólkum, sum Helena hevur, at hon kannaði avleiðingarnar, áðrenn hon mælti til upphæddina.
Her kann eg bert skoyta uppí, at eg má takka Torbjørn Jacobsen fyri bersøgnu avdúkingarnar um støðuna í samgonguni í samband við atkvøðugreiðslurnar.
Harnæst er at siga, at fyri meg er púra greitt, at Føroya Løgting ikki hevur fingið neyðugu upplýsingarnar um avleiðingarnar fyri raksturin av Suðuroyar Sjúkrahúsi frá landsstýriskonuni. Eg gangi út frá, at samgongan hevur tikið hennara uppskot fyri ár 2000 fyri at vera nøktandi, og annað gav hon so heldur ikki til kennar í løgtinginum undir viðgerðini av fíggjarlógini. Og ikki at hava fingið neyðugar upplýsingar, átti løgtingið sjálvsagt ikki at góðtikið. Men í dag gongur alt. ?Nú mugu vit í minsta lagi látast sum um, at vit eru samd, tí vit hava sett okkum fullveldið sum mál,? er niðurlagið vit hoyra frá samgonguni. ?Fullveldið fyrst, og so má alt annað eisini Suðuroyar Sjúkrahús koma í aðru ella triðju røð?.
Men hóast so var, so vóru tó fleiri tingmenn, løgið nokk bert úr andstøðuni greiðir yvir, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús var uml. tvær milliónur ov lág. Tískil vórðu gjørdar ikki færri enn tvær royndir at fáa hesar pengar játtaðar, men uttan úrslit. Samgongan tók undir við Helenu Dam á Neystabø.
Men nú fjúrtan dagar aftaná, so sleppur hon uttan ein einasta kritiskan spurning frá fjølmiðlunum at folda seg út og siga, hvussu forharma hon er um, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús er so lág. Hetta eru rein og skær ?krokodillutár?. Sig mær, hvat er broytt í dag í mun til dagarnar fyri jól, tá onnur og triðja viðgerð av fíggjarlógini var fyri? Og hvat søgdu umboðini fyri Suðuroyar Sjúkrahús í fjølmiðlunum og í brævaskifti við Almanna- og heilsustýrið um avleiðingarnar av verandi játtan?
?Ja, men hetta eru teir karmar, eg havi fingið tillutað?. Hetta er eisini vorðið eitt standardsvar til allar spurningar. Landsstýrisfólkini tváa hendurnar kollektivt, tí tað eru karmarnir, sum avgera politikkin og játtanirnar. Men hvør setur karmarnar? Er tað ikki m.a. Helena Dam á Neystabø og hini landsstýrisfólkini, sum áseta karmarnar? Og er tað ikki serliga landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum í fíggjarmálum, sum leggur karmarnar?
Sjálvsagt eru viðurskiftu, sum kunnu gera, at karmarnir eru trongir. Eitt nú um fíggjarviðurskifti okkara eru vánalig. Men alt hetta hendir samstundis um løgmaður í nýggjarsrøðu síni sigur, at fortreytirnar fyri fullveldinum Føroyar ongantíð hava verið so góðar, sum júst nú, tí methøgt avlop er á landshúsarhaldinum
Tí kann næsti spurningur ikki annað enn verða, um hetta er ein av prísunum fyri fullveldið, sum suðuroyingar nú skulu gjalda við Suðuroyar Sjúkrahúsi? Stórt avlop sigur løgmaður, ov trongir karmar, sigur landsstýriskonan. V.ø.o skulu pengarnir brúkast til annað enn rakstur av einum útjaðarasjúkrahúsi. Og vit eru øll greið yvir, at fullveldið ikki bert fer at hava henda prísin.
Tað var tann tíð, tá neyðugt var at tátta næstan órímiliga nógv í, men henda tíðin er tíbetur ikki nú.
Samanumtikið má sigast, at Helena Dam á Neystabø aftur í hesum máli hevur givið okkum ta fatan, at høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger.
Og tað seinasta, sum nú frættist er, at tíðindini frá fyrr í vikuni, um at hon nú fór at royna at finna fleiri pengar til Suðuroyar Sjúkrahús ikki longur halda, tí hennara nýggi boðskapur er nú, at fleiri pengar verða ikki játtaðir. Henni so líkt, so sigur hon eitt í dag og annað í morgin.
Fylgjan verður so, at leiðslan má ta tungu gongd at siga fólk úr starvi, og at funktiónir verða niðurlagdar.
Politiska maktaloysið
hjá Hergeiri
Men megnaði Helena ikki at fáa játtanina til Suðuroyar Sjúkrahús upp, so kundi kanska onkur samgongumaður roynt tað. Tá tað frættist, at Klaksvíkar Sjúkrahús ikki fór at klára seg fyri ta játtan, landsstýrið hevði skotið upp, so eydnaðist tað samgongutingfólkunum úr Norðoyggjum at fáa forstáilsi fyri, at tað ikki kundi ganga. Úrslitð var, at meirilutin í fíggjarnevndini mælti til eina hækking, sum eisini varð samtykt.
Ein tingmaður úr Suðuroyar valdømi er í samgonguni. Hevði hann farið fram sum klaksvíkingarnir, so var hesin trupulleiki á Suðuroyar Sjúkrahjúsi ikki til. Hevði Hergeir Nielsen fyri einaferð skyld tora at sett gerð aftan fyri síni orð, so var støðan ikki íkomin. Um landsstýrið og fíggjarnevnd fingu at vita frá Hergeiri Nielsen, at hansara treyt fyri at atkvøða fyri fíggjarlógini var, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús varð hækkað, ja so var játtanin hækkað. Tað er politikkur - at brúka sítt vald.
Tað gevur í hvørfall onga meining at sita og gráta krokodillutár saman við andstøðuni, tá okkara uppskot fella. Samgongan og Hergeir Nielsen sita við mandatinum til avgerðirnar, men tíverri brúkti Hergeir Nielsen ikki hetta mandat, soleiðis sum m.a. Jógvan við Keldu gjørdi tað, tá tað snúði seg um Klaksvíkar Sjúkrahús. Hevði hann so enntá megnað at fingið tveir tjóðveldismenn aftrat sær, tá minnilutauppskotini vóru til atkvøðugreiðslu, so var sloppið. Men tað megnaði han heldur ikki. Andstøðan kom við 14 atkvøðum, samgongan bert við einari.
Omaná alt royndi hann so við ósannindum at billa fólki inn, at hann hevði eitt uppskot, men trupulleikin var, at eg ikki tók undir við tí. Í mínum faxi fríggjamorgunin 17. des. lá eitt uppskot til eina meirjáttan til Suðuroyar Sjúkrahús uppá 1,8 mill. kr. Uppskotsstillararnir skuldu umframt Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu og Kári P. Højgaard úr samgonguni vera m.a. eg og aðrir úr andstøðuni.
Var tað so, at Hergeir hevði fingið Jógvan við Keldu og Kára P. Højgaard at tikið undir við uppskotinum, so hevði tað komið ígjøgnum. Men bæði Jógvan við Keldu og Kári P. Højgaard ringdu til mín sama dag og boðaðu frá, at teir einki kendi til uppskotið frá Hergeiri, og hvørgin teirra fór at atkvøða fyri tí og enn minni at standa sum uppskotsstillarar. Eg hugsi, at Jógvan við Keldu enntá ringdi tvær ferðir um júst hetta mál. V.ø.o. var ætlanin hjá Hergeiri Nielsen við hesum uppskotinum at tváa egnu politisku ómegd. Tað var eitt bluffnummar frá byrjan til enda, tí hann hevði ongan samgongutingmann við sær - ikki so frægt sum ein tann einasta tjóðveldismann.
Nú fáa vit so at síggja, hvørjar avleiðingarnar verða av tí ov lítlu játtanini til Suðuroyar Sjúkrahús. Men eitt afturstig verður tað so í øllum førum, har tann tryggleiki, hetta sjúkrahús gjøgnum tíðirnar hevur givið okkum suðuroyingum, neyvan fer at verða tann sami.
So Helena Dam á Neystabø, Hergeir Nielsen, landsstýrið og samgongan hava gjørt sítt til, at trivnaðurin í Suðuroynni hevur fingið eitt meint afturstig. So kunnu tit annars erpa tykkum av, hvussu greið leiðin gongur ímóti fullveldinum, men fyri slíkan prís fáa tit ikki stóra undirtøku í Suðuroynni. Og tað er fyrst og fremst Tjóðveldisflokkurin, sum ásetur prísin - fullveldisprísin.
Jóannes Eidesgaard
løgtingsmaður