Leiðin hjá teimum báðum til Øvre Årdal í Sognefjord, her teir ætlandi skulu leika við Jotun, sum seinasta kappingarár flutti upp í triðbestu deildina.
Venjarin hjá Jotun man ikki vera heilt ókendur her á landi, við tað at hann í fleiri ár taldist millum bestu leikararnar her á landi.
Talan er sjálvandi um Kára Reynheim, sum fyri nøkrum árum síðani fór av landinum at nema sær venjaraútbúgving, og sum eftir hetta hevur virkað sum venjari hjá ymsum norskum liðum.
Ungt lið
Sum nevnt, so flutti Jotun upp í triðbestu norsku deildina seinasta kappingarár, og sambært Kára, so gekst teimum betur, enn hann hevði væntað.
Talan er nevnliga um nakrar sera ungar leikarar, sum eyðsæð hava góð fótbóltsevni, men sjálvur heldur Kári, at uppflytingin væl kundi bíðað í eitt ár, soleiðis at leikararnir høvdu fingið eitt sindur meira av royndum at dúva uppá.
Hetta er tó einki at iðra seg um, so ístaðin hevur Kári brotið upp ermar, fyri á tann hátt at syrgja fyri, at liðið er so væl fyri gjørligt, tá kappingin fer at byrja.
Ein liður í hesum fyrireikingum hevur so verið at styrkt um hópin, og tískil hevur hann vent eyguni móti heimlandinum, fyri at vita um ikki onkur styrkur var at finna har.
Okkum hevur ikki eydnast at fingið orðIð á Kára, so úst hvørjar ætlanir hann hevur við teimum báðum, vita vit ikki. Kári hevur tó áður nevnt, at toppskjútti teirra nú er farin í annað felag, eins og hann eisini hevur nevnt at hann kundi hugsað sær ein leikara afturat til hvørja ketu.
Tískil er ikki óhugsandi, at hann ætlar at nýta Rúna í Soylu á miðvøllinum, meðan John Heri skal royna seg í álopinum, har hann leikti so at siga øll yngru árini, umframt at hann onkran dystin í vaksnamannadeildunum hevur leikt á hesum plássi.
Royndir menn
Verða royndir máldar í dystartali, so eru tað tveir lutfalsliga royndir leikarar, sum Kári nú hevur fingið í hópin.
Báðir leikararnir hava í fleiri ár leikt fyrstudeildarfótbólt her heima, og eitt nú hevur John Heri verið føroyameistari bæði í 1997 (B36) og í 1998 (HB).
Venja innandura
Sum skilst, so er ætlanin, at teir báðir í fyrsta umfari skulu vera í Noreg í einar tveir mánaðir, soleiðis at báðir partar fáa høvi at kunna seg um hvønn annan.
Sum vera man, so er veðrið ikki tað besta at venja fótbólt í nú, men hetta man tó ikki gerast nakar trupulleiki, tí sum frættist, so skulu teir venja í eini stórari høll í Sogndal, sum ikki liggur so langt frá Øvre Årdal. Sostatt er eisini líkt til, at føroyingarnir eisini fáa høvi til at heilsa upp á onkrar landsmenn, við tað at tríggir føroyskir landsliðsleikarar sum kunnugt skulu leika við Sogndal komandi kappingarárið.
Jú, føroyingarnir uttanlands gerast alsamt fleiri, og støðan gerst ikki verri av, at vit eisini hava venjarar, sum royna at gera um seg uttan fyri landoddarnar.