Eysturoyingar vilja standa saman

Áhugin var stórur fyri fundi, sum mánakvøldið var fyri vinnuna, lokalpolitikarar og landspolitikarar

Jóannes Hansen


Tað er nógv og fjølbroytt vinnuligt virksemið í Eysturoynni. Tað var sjón fyri søgn av hesum, tá skipað varð fyri fundi mánakvøldið. Nakrir vinnulívsmenn høvdu bjóðað umboðum fyri vinnufyritøkur av øllum slagi til fundar saman við umboðum fyri kommun-urnar og landspol-itikarunum. Upp ímóti hálvt annað hundrað fólk vóru á fundinum. Formaðurin í Runavíkar kommunu, Jákup Lamhauge, bjóðaði vegna fyrireikararnar vælkomið klokkan sjey, og tá klokkan nærkaðist hálvgum ellivu og fundurin endaði við at samkoman reistist og sang fyrsta ørindi av tjóðsanginum, høvdu sjey framløgur verið, umframt at umboð fyri vinnuna og politikararnir høvdu verið uppií siðiligum kjaki, har dentur varð lagdur á at orða seg stutt og greitt fyri at geva rúm fyri so mongum, sum tað bar til.

Fundurin var ivaleyst tann fyrsti av sínum slagi í oynni, og landspolitikararnir vóru millum teirra, ið søgdu seg vera væl nøgdar við tiltakið. Teir søgdu seg fegnar vilja hava samband við vinnuna, og teir heittu á vinnuna um eisini at vera við til at røkja sambandið við politiska myndugleikan.


Oljan stóran leiklut

Fundurin var fyri feløg og fyritøkur av øllum slagi, og umboðanin var breið innanfyri fiskivinnu á sjógvi og landi, ídnaðarfyritøkur, tænastufyritøkur, sum hava við primervinnuna og sekundervinnuna at gera og innanfyri aðrar tænastufyritøkur.

Sum so nógva aðra staðni í landinum, so fylgir vinnulívið í Eysturoynni væl við í tí, sum hendir á oljuøkinum. Vinnan heldur seg vera í minsta lagi eins væl fyri at taka ímóti oljuvinnuni sum vinnurnar í øðrum økjum í landinum, og boðini til politikararnar frá vinnuni vóru, at tað skal vera vinnan sjálv og ikki politiski myndugleikin, sum skal finna út av, hvar útgerðarhavnin til oljuvinnuna skal vera.

Víst var á, at talið á virkjum er sera stórt, og at talan er um fjølbroytta vinnu, sum er før fyri at bjóða vørur og tænastur á mest sum øllum økjum. Sjónarmiðið, at tað er neyðugt at standa saman samstundis sum talan er um sunna innanhýsis kapping varð borið fram, og tað varð ásannað, at tað er alneyðugt, tá ovurstórar avbjóðingar standa fyri framman, at vinnan samstarvar, og at samstarvið millum vinnuna, kommunurnar og landspolitikararnar alla tíðina verður styrkt.


Framtíðin

Fundurin gjørdi ikki nakra niðurstøðu og tað var heldur ikki ætlanin. Heldur var ætlanin í fyrstu atløgu at hittast og at siga frá, hvat gongur fyri seg á ymisku vinnuligu økjunum og at samtala um felags áhugamál hjá vinnuni innanhýsis, sum aftur eru av áhuga fyri kommunurnar og ikki minst politikararnar, sum umboða valdømið í løgtinginum og í landsstýrinum.

Aðra staðni í landinum eru vinnufeløg við ymiskum heitum. Einki sovorðið er í Eysturoy, og tað var ikki undan fundinum lagt upp til at stovna nakað sovorðið ráð ella felag, men fundurin var samdur í tí skilagóða eisini í framtíðini at tosa saman og at hava fundir, kanska ikki altíð so breiðar, sum hesin fundurin skuldi vera og var.


Uppleggini

Seks persónar lýstu í stuttum støðuna hjá vinnuni í Eysturoynni, hvussu gongdin hevur verið seinastu fjórðingsøldina, hvussu vinnan lagaði seg í kreppuárunum, hvussu støðan er í dag, og hvørjir møguleikarnir eru í framtíðini, og hvussu sum mest kann fáast burturúr møguleikunum, sum framtíðin tykist hava at bjóða.

Símun Hammer, virkisráðgevi, lýsti í tølum støðuna hjá vinnuni í oynni, Olaf Olsen segði nøkur orð um fiskivinnuna á sjógvi og landi, Kári Johannesen greiddi frá tænastuvinnunum, Regin Jacobsen tosaði um alivinnuna, Bergur Poulsen tosaði um aðrar vinnur, enn tær omanfyri nevndu, og Nils Sørensen tosaði um oljuvinnuna, og um møguleikarnar, sum Eysturoyggin hevur at vera við í nýggju og ógvusligu vinnuni.