hálvthundrað ár hevur ein ávísur flokkur gingið og geylað ymisk rakstrarróp í hesum oyggjum. Eitt av hesum vøkru og tølandi rakstrarrópum, sum hann hevur notið og nýtur sum fótatraðk, hóast tað hevur annað uppiborið [...] vinnur okkum loysingina, tí hann hevur einki at hava hana í. Hvussu kunnu vit hava álit á einum flokki, sum nærum í eina hálva øld ikki hevur verið førur fyri at siga ella vísa okkum, hvussu ein tjóðvel [...] sambandsflokkurin sær til javnaðarflokkin, sum jú hevði mist helmingin av tingmanning síni. Sjálvandi var javnaðarflokkurin ógvuliga ivasamur, men sum tann ábyrgdarflokkur hann er og altíð hevur verið, fór hann
rákið aðrastaðni er postmodernistiskt. Tú sigur ikki beinleiðis hvat tað er fyri ein bók, eg meini, um talan er um eitt stuttsøgusavn ella eina skaldsøgu. Byrjanin til eitt nýtt verk Hóast bókin er bygd upp [...] rithøvundur og blaðmaður, sína níggindu bók á marknaðin. Bókin, sum eitur »Til kærleikin meg skilir«, er 223 blaðsíður til støddar og kostar 218 krónur í sølubúðunum. Bókin er prentað og heft hjá Nørhaven [...] sum bókin er uppkallað eftir. Er nøkur serlig orsøk fyri tí? ? Jú, søgan »Til kærleikin meg skilir« er, so at siga, byrjanin til eitt verk, sum eg arbeiði við í løtuni, um syndarligu støðuna hjá einligum
Á Krossmessu 3. mai verður Leikudagin 98. Tá hava fólk høvi til at lata leikur, ? bamsur, bóltar, bilar, dukkur ella hvat tað kann vera til eitt gott endamál. Innsavningin er nevniliga ætlað børnum úti [...] kenna sum sjónleikara. Hon hevur hugsað leingi um at gera hetta tiltakið til veruleika. ? Onkur skal vera tann, ið setir ígongd. Fólk hava mangan savnað klæðir og pengar til børn, sum einki eiga. Hví ikki [...] Reyða Krossi Føroya, sum hevur átikið sær at skipa leikurnar víðari til Reyða Kross í Danmark og so verða tær sendar út í heim. ? Eitt kinesiskt orðatak sigur ?Tað er seinni enn tú heldur?. Vit ætla altíð
Hans Pauli Strøm hevur ongantíð áður stilla upp, men nú hann er 50 ára gamal, og hevur sitið sum áskoðari síðani 1988, hevur hann hug at fara út á vøllin. Hann er giftur og hjúnini eiga tríggjar døtur [...] er útbúgvin samfelagsfrøðingur, og hevur arbeitt á Hagstovuni síðani 1988. Har arbeiðir hann við hagtølum, sum bera boð um, hvussu gongst í samfelagnum, og tað hevur givið honum stórt samfelagsligt innlit [...] annaðhvørt ákærdur fyri at vera dómadagsprofetur og ljósasløkkjari, ella optimistur og grunnskygdur, alt eftir um tað gekk aftur ella fram. Tí noyddist hann altíð at vanda sær um orðini, tá hann var spurdur
teir seg vera farnir at skipa hana, soleiðis í allari spakuligheit. Tolin trívst! Javnaðarflokkurin hevur langt síðani gjørt púra greitt hvussu vit skulu loysa viðurskiftuni millum Føroyar og Danmark. Amboðið [...] arbeiðloysisskipanum uttanlands. Vit vita, at teir eru nógvir, helst ung fólk. Summi teirra hava lisið og eru væl útbúgvin. Tey vóna, at okkurt fer at vera fyri teimum heima. Onnur eru tey, ið fluttu, [...] ikki, at eitt vælferðarsamfelag ger ikki alt, sum gerast kann, at forða fyri, at ung verða uppdrigin til arbeiðsloysi. Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri, at serligar skipanir verða gjørdar, sum tryggja
skulu royndirnar goymast til næstu ferð tað verður valstríð - um tey so stillað upp aftur til ta tíð. Hóskvøldið vóru tað so veljararnir í Haldórsvík, sum skuldu leggja oyru til hvat velevnini hava at bera [...] var fiskaarbeiði til nógv fólk, ganga fýra ella fimm mans. Tó so úti á fjørðinum liggja nakrir aliringar og alibrúkið gevur arbeiði til somuleiðis 5 mans. Annars er alt øskukalt. Tunnil til Tjørnuvíkar Men [...] Varð ein tunnil gjørdur, so var farleiðin til Tjørnuvíkar bara umleið tríggjar kilometrar. Men tað eru óivað ring útlit til tunnil til Tjørnuvíkar fyribils, hóast alt. Tummas Arabo, heldur tó ikki tað er
Magnussen legði fyri við at vísa á týdningin, tað hevur at skapa fyritreytir fyri alternativum vinnum í Føroyum. Løgtingsmaðurin vísti á tveir høvuðsspurningar: Hvat skal gerast fyri at fáa føroyskan tónleik upp [...] Páll Arge, sum hevur arbeitt nógv við føroyskum tónleiki í fleiri ár, vísti á Prix Føroyar-kappingina sum eitt gott høvi at selja føroyskan tónleik úteftir. Hann skeyt upp, at vit til næstu Prix Føro [...] Føroyar-kapping bjóða eini 4-5 kendum útlendskum produsarum til Føroyar, so teir sjálvir kunnu síggja og hoyra, hvat føroyingar hava at bjóða. ? Vit hava kreftirnar, og vit hava bólkarnar. Høvdu vit kunnað
tið til at orða ein mentunarpolitikk, ið kann loysa nakrar trupulleikar her og nú, og til at orða eina strategi til tey næstu 5-10 árini. Ein orsøk til, at føroyski mentunarpolitikkurin ikki hevur verið [...] onnur kunnu fáa arbeiðsfrið, tí tú kanst ikki skapa uttan tú gert tað fulla tíð. Barnamentanin hevur sera stóran týdning og vit eiga at menna mentunarligu tilboðini til børn, t.d. barnabókaútgávu. Grenj [...] Vónandi fáa vit okkurt fram til almenningin komandi ár, sum kann elva til alment orðaskifti. So fáa vit at síggja, hvørja støðu okkara politikarar og almenningurin hevur til mentunarpolitikk. Fjølmiðlarnir
Ben Eli Dam, og situr tigandi eina løtu. Tú broytir hugburð um hvat neyð er, tá tú ert áskoðari til slíkar sorgartilburðir. Tá tú so kemur heimaaftur, sært tú føroyska samfelag við nýggjum eygum, sigur [...] stuðul og ráðgeving annars frá fólki, sum eru áhugaði og duga at seta seg inn í, hvat skal til fyri at fáa eina familju, sum hevur sett sær fyri at hjálpa børnum, at virka. Tað er ein stórbroyting bæði hjá nýggju [...] arbeiði. Umframt arbeiðið í Frelsunarherinum hevur hann seinastu árini verið einar átta ferðir í Rumenia við klæðum, leikum Biblium o.ø. við felagsskapinum »Hjálp til Eysturevropa« í samstarvi við Brøðrasamkomana
tíðina til at fyrireika okkum til tað, sum vit eru komin til í dag. Torleif Sigurðsson leggur tó dent á, at tú mást eisini gera tær fullkomiliga greitt, at við teimum rættindum, tú fær, hevur tú eisini [...] hetta, at tú hevur bæði bein á jørðini og arbeiðir miðvíst og skilagott. Tá fær tú eitt úrslit til endans fylgir tú hesi stevnu. Viðurkenningin av Føroyum, sum sjálvstøðug fótbóltstjóð hevur gjørt, at [...] burtur úr sær sjálvum. Hann brúkar ístaðin orkuna til at leggja til rættis fyri onnur. Ein kann eisini siga, at hann hevur mest luttikið í slíkum, sum hevur givið nógv arbeiði men ongar pengar. Hann er uppvaksin