Torleif Sigurðsson man helst vera tað einasta av teimum fleiri hundrað valevnunum til løgtingsvalið, sum ikki hevur umstøður at reka nakað valstríð heimanífrá. Og tað hevur sína orsøk. Torleif er nevniliga burturstæddur, í altjóða ørindum fyri føroyskan fótbólt. Sum formaður í Fótbóltssambandinum er hann noyddur at røkja ymsar altjóða uppgávur, eitt nú sum nevndarlimur í ungdómsfelagsskapinum hjá UEFA, har hann í hesum døgum er eygleiðari í EM-endakappingini fyri ungdómslandslið, sum fer fram í Skotlandi júst í hesum døgum. Har skal hann tryggja, at alt fer regluliga fram, bæði innan og uttanfyri vøllin.
Valstrtríð úr Skotlandi
Sosialurin traff Torleif í telefonini úr Dunblane og spurdu vit, hvussu hann fær rikið valstríðið úr Skotlandi!
Hann vísir á, at tað eru sjey mánaðir síðani, at hesar uppgávurnar vórðu avtalaðar: Tú hevur at møta.
-Tá eg varð biðin um at stilla upp fyri javnaðarflokkin í Norðoyggjum til løgtingsvalið bar eg meg fyrst undan, men tá eg fekk fleiri áheitanir, tók eg av tilboðnum. Hetta m.a. út frá tí sannroynd, at tað eisini er ein borgaraskylda at vera við í politiskum arbeiði so sum at stilla upp til løgtingið.
Hvør er so hesin 51 ára gamli klaksvíkingurin! Hann er kanska mest kendur fyri sín leiklut í fótbóltshøpi. Sum formaður í Fótbóltssambandinum hevur hann verið við til at gera Føroyar sjónligari á heimskortinum.
Men hann leggur okkum eina við, tá vit spyrja hann um orsøkina til at stilla upp fyri ávísan flokk, at hann hevur ongantíð og ætlar sær tað heldur ikki at misbrúka fótbóltin til egnan politiskan vinning.
Hinvegin er ilt at koma uttan um leiklutin hjá Tórleivi nettup innan altjóða fótbólt, tí hetta arbeiðið er farið avstað við so stórum parti av hansara lívi.
Stillaði upp
Hvat politikki viðvíkur, dylur Torleif ikki fyri, at hann altíð hevur verið javnaðarmaður. Longu sum 21 ára gamal stillaði hann upp fyri javnaðarflokkin til løgtingið. Í dag er hann býráðslimur í Klaksvík valdur inn fyri javnaðarflokkin.
Hann lat seg ávirka av javnaðarhugsjónini, tá hann sum barn plagdi at koma inn á gólvið hjá Guttorm á Brekkumørk, pápa Michael Matras. Tá búði fyrrverandi blaðstjórin á Sosialinum, Villy Sørensen, har.
-Guttormur var ein vitugur maður. Hann var heilhjartaður javnaðarmaður. Tað ávirkaði mítt sinni tá at lurta eftir honum, og tað hevur ikki broytt seg síðani sigur Torleif.
Tey, sum kenna Torleif og hava havt nakað við hann at gera kenna hann sum ein eitt sindur lítillætnan persón, ið ger lítlan háva burtur úr sær sjálvum. Hann brúkar ístaðin orkuna til at leggja til rættis fyri onnur. Ein kann eisini siga, at hann hevur mest luttikið í slíkum, sum hevur givið nógv arbeiði men ongar pengar.
Hann er uppvaksin í einum útróðrarheimi, og tað hevur eisini sett síni spor. Áhugin fyri fiskivinnu hevur altíð verið stórur, og tað hevði eisini við sær, at hann saman við einum beiggja og einum bróðursoni keypti fiskiskip fyri 5 árum síðani. Tað er Pison.
Dagliga virkið hjá Tórleivi hesi seinastu 30 árini hevur verið at standa fyri FK-handlinum í Klaksvík.
Torleif hevur luttikið í almennum arbeiði frá barns beini av, so sum skótalívinum, kappróðri og ikki minst fótbólti. Hann gjørdist nevndarlimur í ÍSF í 1973. Har umboðaði hann kappróðurin. Í 1981 bleiv hann formaður í Fótbóltssambandinum. Arbeitt varð longu tá miðvíst við at fáa Føroyar við í altjóða fótbóltskappingini, og til tess var neyðugt at stinga út í kortið eina ætlan um, hvussu skuldi farast fram fyri at fáa sjálvstøðuga umboðan í altjóða fótbóltshøpi.
Miðvíst arbeiði
Fyrsta stigið var at koma uppí tað norðurlendska samstarvið. Síðani royndi ein at tamba tað ein kundi fyri at fáa norðurlendingar at siga gott fyri føroyingar. Hetta hevði við sær, at Føroyar fingu limaskap í FIFA í 88, í UEFA í 89, og í 1990 byrjaðu vit at luttaka í landsliðsfótbólti. Fyrsti og minniligi landsdystur okkara sum sjálvstøðug fótbóltstjóð var í Landskrona 12. september 1990, tá vit vunnu á Eysturríki.
-Tá settu vit Føroyar á heimskortið. Og hugsar ein nærri um tað, er føroyskur fótbóltur eitt tað størsta aktivið Føroyar eiga eitt nú í sambandi við ferðamannavinnu, sigur Torleif.
Nú hann lítur aftur um bak, ásannar hann, at tað hevur verið ein sera spennandi og áhugaverd tíð. Neyðugt hevur verið at gera seg út við treiskni og tolni. Longu í 70-unum komu hugskotini um royna at blíva sjálvbjargin og verða viðurkend sum serstøk tjóð. Hetta eydnaðist ikki fyrr enn 15 ár seinni.
-Tað, sum í veruleikanum hendi, var, at vit brúktu hetta tíðarbilið til at gera okkum út til at kunna klára okkum, tá avtornaði. Tað gjørdu vit við útbúgving aftaná útbúgving, og tá vit náddu at koma uppí, vóru vit nógv betur førir fyri tað, enn um vit vóru komnir uppí frá byrjan. Tá hevði alt rapað saman.
Nú løgtingsval stendur fyri durum, og Torleif skal royna seg sum valevni, heldur hann, at tað sama er galdandi í dag sum tað var tá . Tað nyttar ikki bara at tosa um eina skipaða loysing, áðrenn tú finnur fram til, hvat orðið skipað merkir.
Torleif Sigurðsson leggur annars stóran dent á, at eingin kann leggja seg undir at hava brúkt ítróttina til at skapa sær sjálvum politiskan vinning. Tað hevur hann heldur ongar ætlanir um.
-Hinvegin kunnu vit føroyingar so prógva, at vit ítróttarliga hava klárað okkum á altjóða støði. Ein kann siga, at vit í so máta eru komin longur á ítróttarøkinum, enn vit eru tað politiskt.
Politikkurin kann læra av fótbóltinum
Hvørjar eru so royndirnar,ið føroyska samfelagið annars kann gera sær av gongdini innan fótbóltin!
Torleif sigur, at tað eru ikki altíð tey stóru orðini, sum gera, at ein røkkur á mál. -Tað er meira hetta, at tú hevur bæði bein á jørðini og arbeiðir miðvíst og skilagott. Tá fær tú eitt úrslit til endans fylgir tú hesi stevnu.
Viðurkenningin av Føroyum, sum sjálvstøðug fótbóltstjóð hevur gjørt, at vit í dag eru umboðað í nógvum av nevndunum í UEFA, okkara dómarar luttaka á jøvnum føti við altjóða dómarar úti í stóru verð, og ikki færri enn 5 føroysk landslið eru við í altjóða kappingum.
Torleif Sigurðsson vísir ikki aftur, at gongdin á fótbóltsøkinum kundi verið góð fyrimynd fyri eini menning á tí politiska økinum annars.
-Í fótbóltshøpi hava vit sett okkum mál og hava so arbeitt fram móti hesum máli stig fyri stig. Vit hava ongantíð átikið okkum nakað, fyrr enn vit hava meint, at vit megnaðu tað. Vit hava brúkt ta neyðugu tíðina til at fyrireika okkum til tað, sum vit eru komin til í dag.
Torleif Sigurðsson leggur tó dent á, at tú mást eisini gera tær fullkomiliga greitt, at við teimum rættindum, tú fær, hevur tú eisini átikið tær nakrar skyldur.
-Tað dugur tí ikki, tá tú hevur fingið rættindi, at man tá fer at royna at skulka sær undan og ikki taka sær av skyldunum. Tey tingini mugu fylgjast at.
Torleif Sigurðsson sigur, at tað finnast mong dømi um, at føroyingar hava fingið rættindi, sum vit hava biðið um, men at vit ikki hava megnað at stýrt teimum.
-So tú metir, at tað var rætt at fara uppí altjóða fótbólt?
-Vit hava prógvað, at tað ber til. Tað var ikki bara eitt upplop. At tú fór uppí og so alt rapaði, og tú sat eftir við eini stórari skuld.
Torleif Sigurðsson sigur víðari, at tá teir fóru undir hetta stóra tak fyrst í 80-unum, vóru tvær fyritreytir avgerandi fyri at kunna luttaka: at ein ítróttarliga sæð metti seg føran fyri tað, og at tað fíggjarliga var forsvarligt.
-Tað er eisini mín grundáskoðan til føroyskan politikk: at vit skulu seta okkum sjálvum nøkur krøv, men vit skulu samtíðis vita, hvør skal gjalda rokningina, og vit skulu vera innstillað uppá, at rokningin er okkara egna.
Torleif sigur, at royndirnar frá fótbóltsarbeiðinum hava givið sær nógv størri fatan av, hvat krevst fyri, at føroyingar kunnu bjóða seg fram á øllum økjum.
Ábyrgd og skylda
Merkir tað, at tú í veruleikanum er loysingarmaður?
-Nei. Eg taki undir við tankanum um eina sjálvstýrislóg. Eg viðurkenni, at tað í einum flokki skal vera vítt til veggja, men eg skal gera púra greitt, at eg eri ikki ein av teimum sokallaðu sambandsku javnaðarmonnunum. Sjálvur standi eg fyri tí jarðbundna men kortini altíð frameftirhyggjandi.
Torleif sigur, at hann er ikki fyri at kappa á stokkinum her og nú. Slíkur útviklingur má avgreiðast stig fyri stig, og tað vera nógv ár, áðrenn man kann taka stigið fult út.
Vit spurdu at enda Torleif Sigurðsson, hvussu leingi hann ætlar at vera virkin í altjóða fótbóltsarbeiðinum, nú hann er farin um tey hálvthundrað og longu hevur tænt Fótbóltssambandinum í so mong ár?
Sjálvur er hann tann , sum hevur sitið longst sum formaður í einum Fótbóltssambandi í Europa, hann er aldursforseti, og tí heldur hann, at skjótt megu aðrir sleppa fram at og royna seg.
Um hann hereftir fer at brúka tíðina til politikk heldur enn til fótbólt og altjóða samarbeiði vil Torleif ikki gera viðmerkingar til. Hann vísir bert á, at nú boð hava verið eftir sær at vera við til at gera manngarð um javnaðarflokkin í Norðoyggjum, kendi hann tað sum sína skyldu at játta. Antin hetta gevur møguleika fyri at koma á ting, ella tað verður við til at fáa annað fólk úr valdøminum valt er fyri Tórleiv tað sama. Umráðandi er fyrst og fremst at fáa mannin valdan.