hetta ein fíggjarligur spurningur, ella er tað bert spurningur um vald? ? Hetta er ikki spurningur um fígging, men um heimild, tá tað snýr seg um at taka avgerðir á sjúkrahúsinum. Ein avgerð í Vinnumálastýrinum [...] verður tikin til, um leiðslan vil hava yvirlæknarnir við í sjúkhúsleiðsluna. ? Vil leiðslan hava okkum við, mugu teir tosa við okkara fakfelag. Vilja teir ikki hava okkum við, so mugu teir um tað, sigur formaðurin [...] spyrja avvarðandi, hvussu gongst við bygnaðarbroytingunum, sum vóru lagdar fram í september mánaða í fjør. Eftir hvat skilst, so góðtaka hvørki læknar ella sjúkrasystrar á Landssjúkrahúsinum uppskotið.
fer at verða og so framvegis. Spátt verður um veðrið fleiri mánaðar fram í tíðina. Men hetta heldur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen lítið um. Hann sigur, at tað beinleiðis er talan um ein slutur fyri [...] fyri slatur, tá spátt verður um veðrið so langt fram í tíðina. Hann sigur, at hetta nevniliga als ikki ber til, og vísir á spádómarnar hjá donskum veðurfrøðingum um, at summarið í fjør skuldi gerast eitt tað [...] Jacobsen, heldur ikki, at hettar illveðrið verður eins ringt og tað, ið var um miðjan januar. Tá kom vindstyrkin upp um 50 metar um sekundið í ávísum støðum. Tó væntar Petur Skeel, at vindurin fer at halda
tilsamans um 40 mió. kr. ella undir 5% av samlaðu útreiðslunum til almanna-veitingar í 1997. Almannaveitingarnar vóru tilsamans um 900 mió. kr. sama ár. Størsti útreiðsluposturin vóru pensiónirnar (um 400 mió [...] Vit vita øll, at ongin almenn stuðulsskipan er so væleydnað, at ikki ber til at misnýta hana. Hóast Almannastovan veit, at tað onkuntíð kemur fyri, so hava vit ikki varhuga av, at tey eru mong, ið misnýta [...] almannaveitingarnar. Og veitingarnar til »samlivandi« forsvinna í heildini, so evarska lítlar eru tær. Tí kunnu vit nokk semjast um, at hesar veitingar ikki fara at vera avgerandi fyri okkara møguleikum sum
Hesum kunnu politikarar ikki snúgva sær undan og tí havi eg vónir um at fáa nakað afturat til mentunarøkið hóast tað ikki verður so nógv, sum álitið leggur upp til, tí tær upphæddirnar eru øgiliga høgar [...] tí grunnurin fevnir so víða. Nýggir møguleikar eru skaptir við tað at grunnurin hevur fingið eina hálva miljón krónur afturat í hesum fíggjarárinum. Vit fara nú at kanna eftir um tað ber til, at grunnurin [...] grunnurin fær møguleikar at hava eina miljón krónur til taks til at kunna læna pening út til rithøvundar. Um so verður ræður Mentunargrunnurin yvir 3,2 miljón krónur og tað hevði munað rættiliga væl, sigur Signar
grundlógin, ið eigur háveldisrættin, og so kann javnaðarflokkurin pjøssa so nógvar orðablómur um samveldi og líkarætt sum teimum lystir upp á hendan hamin. Tað verður so ikki annað enn ein tómur skrokkur kortini [...] samgongan brúkti eina líka so rangvørga politiska mannagongd í setan av grundlóganevnd, sum í øllum fullveldismálinum. Men - segði hann so seinni í sama broti ? var javnaðarflokkurin við, so var hetta ein gongd [...] vendir niður vendir upp, ja so sá politiski veruleikin presis so rangvørgur út, sum Hans Pauli Strøm sá hann. Í øðrum lagi segði dagbókin hjá Hans Paula Strøm, at uppskotið um eina føroyska rættarskipan
fráboðan um allar flestu tilburðir í ferðsluni og skrivar frágreiðing um teir. Enn eru vit tó ikki komin har til, at vit fáa fulla nyttu av hesum upplýsingum og at ein skipað nýtsla av teimum fer fram á øllum [...] ferðslan. Tá ið vit tosa um bygt øki, eru vit inni á økinum hjá kommununum. Undirritaði er ikki vitandi um, at nøkur kommuna í Føroyum ger skipaða nýtslu av hagtølum, fyri at finna fram til støð í ferðsluu [...] Jón Kragesteen Flestu lond um okkara leiðir hava eina skipaða skráseting av hesum viðurskiftum, og nýta upplýsingarnar, sum koma á henda hátt til at betra um viðurskiftini, annaðhvørt við at umskipa ferðsluna
fara søkja um økini nær markið. Landsstýrismaðurin sigur víðari, at meðan vit við sera góðum oljuprísum t.d. kunnu krevja av oljufeløgunum, at tey átaka sær at bora so og so nógvar brunnar, so verða vit [...] Eyðun Elttør heldur ikki tað er rætt, um vit føroyingar nú fara at ivast í, um tað í heila tikið er rætt at fara undir eina leiting við so lágum oljuprísum, tí tað hevur so ómetaliga nógv at siga at koma í [...] lagt dent á, at samtakið tað arbeiðir við ikki skal hava fyrimunir fram um onnur. -The Faroes Partnership fær ikki nakran fyrimun fram um annað felag bara tí at teir hava eitt føroyskt felag við. Eg gangi
galdandi, um tú hevur bílagt vøruna 7 dagar, áðrenn tú fert avstað. ? Hetta er sama katalog, sum vit brúka á charterferðunum, og talan er um eitt katalog við yvir 400 ymiskum vørum, afturmóti um 60, bíleggur [...] bíleggja úr stóra kataloginum. Halda fram Spurdur um tollfría sølan er økt á Føroyarutuni hjá Mærsk, sigur Michael Skytte, at enn er nakað tíðliga at siga nakað um tað, men tað er heilt greitt, at ferðafólkini [...] ár, sum á øðrum rutum í ES-londum, ið hvussu so er ikki sambært tænastustjóranum, Michael Skytte, hjá Mærsk Air. Nógv hevur verið frammi í øðrum londum um ætlanirnar at gevast við hesum handli, og kemur
landið, og er so at siga onki hent innan línuvinnu í Føroyum annað enn, at skip hava fingið eina egningarmaskinu ísetta, sum lættir um arbeiði umborð. Somu skipini frá 60?unum, sum í dag eru um 40 ára gomul [...] politisku mørkini fyri einaferð skuld eru so sára samdir um at fara í herna ímóti útlendskari fígging: 1. Ongin fígging fæst í Føroyum til at keypa skip fyri 2. Uppskotið um endurnýggjan av skipaflotanum hava [...] Samstundis øsa navngivnir politikkarar seg upp um, at menn av neyð leita uttanlands at finna fígging. Somu politikkarar hava fyri kortum felt uppskotið á tingið um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Somu menn
málnevndini einar 200.000 kr. afturat, tá ið hugsað verður um ta stóru málsligu avbjóðing, sum fer fram í løtuni við at tað enska málárinið er so ovurhonds stórt innan hetta tøknifrøðiliga økið. 200.000 [...] økið, sum málnevndin ikki fær røkt nóg væl. Hon hevur ætlanir um at gera tilfar teldutøkt og fáa lagt út á netið. Tað vil siga upplýsingar um málnevndina, orðafar, ritini hjá málnevndini, orðasavnið og tílíkt [...] Tá ið vit hugsa um tær stóru upphæddirnar, ið eru uppi og venda í politiska orðaskiftinum, kann tað virka ikki sørt óskiljandi, at Føroyska Málnevndin ikki kann fáa nakað afturat teimum 280.000 krónunum