Løgtingskvinnan sigur, at til ber einans at koma á tal við Almannastovuna 8 tímar um vikuna. Til tað skal upplýsast, at Almannastovan hevur telefonavgreiðslu frá kl. 9-13 og fólk kunnu venda sær beinleiðis til stovnin frá kl. 10-12 og 13-15. Hetta hvønn dag uttan mikudag, ið m.a. verður nýttur til at avgreiða tær umsóknir og fyrispurningar, ið koma til okkara í avgreiðslutíðini.
Tá løgtingskvinnan sjálv ger samanberingar við viðurskifti í eitt nú Danmark, kann upplýsast, at Almannastovan nýtir eitt stað ímillum ein triðing og eina helvt av teirri starvsfólkaorku, sum danir nýta til umsiting av á leið sama lógargrundarlag sum okkara. Bert er tann »føroyska« lóggávan truplari at umsita. Hon er í nógvum førum gomul, ósamanhangandi og torgreidd.
Hóast eitt í innihaldi sera trupult og til tíðir sálarliga slítandi arbeiði, umframt út av lagi vánaligar karmar at útinna tað undir, eru starvsfólk stovnsins, tvørturímóti tí, sum borið varð fram, sera ágrýtin og ongantíð bangin fyri at leggja meira eftir seg enn tað, ið kravt verður. Heldur enn at reka uppundir tað umvenda skuldi Rúna Sivertsen, sum ein av teim, ið hevur møguleika fyri at broyta viðurskiftini, verið teim takksom fyri tað.
Vit vita øll, at ongin almenn stuðulsskipan er so væleydnað, at ikki ber til at misnýta hana. Hóast Almannastovan veit, at tað onkuntíð kemur fyri, so hava vit ikki varhuga av, at tey eru mong, ið misnýta almannaskipanina. Okkara royndir eru heldur, at fólk framvegis ofta bíða ov leingi, áðrenn tey søkja sær hjálp. Hetta, hóast fólk í dag eru betri upplýst um teirra rættindi eftir lógini enn fyri bert fáum árum síðan.
Upplýsast skal eisini, at útreiðslurnar til uppihaldshjálp til arbeiðsleys, sjúk o.t., ið er tann parturin av forsorgarhjálpini, løgtingskvinnan er upptikin av, vóru tilsamans um 40 mió. kr. ella undir 5% av samlaðu útreiðslunum til almanna-veitingar í 1997. Almannaveitingarnar vóru tilsamans um 900 mió. kr. sama ár. Størsti útreiðsluposturin vóru pensiónirnar (um 400 mió. kr.).
Størstu útreiðslupostarnir av forsorgarhjálpini eru annars:
?stovnar, herundir bústovnar og sambýli fyri fólk, ið bera brek (65 mió. kr.)
?ellis-, røktar- og vistar-heim til eldri og óhjálpin (98 mió. kr.)
?heimarøkt (70 mió. kr.)
?hjálpartól, bústaðarbroyt-ingar, avlamisbilar, o.t. (um 22 míó. kr.),
?endurbúgvingarstuðul til brekað o.o., ið tørva ser-ligan stuðul fyri at koma í vinnu (15 mió.kr.) og
?endurgjald fyri meirútreiðslur av t.d. serligum stuðulsfyriskipanum fyri brekað børn og umlætting hjá foreldrum, ið heima uppihalda børnum, ið bera brek (12 mió. kr.)
Sum omanfyri standandi gevur eina hóming av, er nóg mikið at tríva í hjá politikkarunum í einum orðaskifti um sosialpolitikk.
Tað, ið serliga plágar løgtingskvinnuna, er uppihaldshjálpin til fólk, ið samliva sum hjún uttan at vera gift. Til tað skulu vit bara staðfesta, at tað ikki ber til hjá Almannastovuni at áleggja einum - formelt sæð »tilvildarligum« - persóni uppihaldsskyldur mótvegis einum øðrum persóni. Tað loyvir lógin okkum ikki.
Rúna Sivertsen tengir misnýtslu av uppihaldsveitingum, serliga hvat samlivandi pørum viðvíkur, at møguleikum okkara fyri fullveldi. Útreiðslurnar til uppihaldsveitingar eftir forsorgarlógini telja, sum víst á, lítið í mun til samlaðu almannaveitingarnar. Og veitingarnar til »samlivandi« forsvinna í heildini, so evarska lítlar eru tær. Tí kunnu vit nokk semjast um, at hesar veitingar ikki fara at vera avgerandi fyri okkara møguleikum sum sjálvberandi búskapur.
Maria Jacobsen,
almannastjóri