Fyrrverandi russiski heimsmeistarin í talvi og stjórnaratfinnarin, Garry Kasparov, heldur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, vísir vanvirðing fyri amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Hann heldur eisini, at russiski forsetin stýrir Ukraina-samráðingunum og flennur at amerikanska forsetanum. Í vikuni høvdu forsetarnir báðir eina telefonsamrøðu, sum vardi í meira enn tveir tímar.
Donald Trump segði, at samrøðan var "útmerkað", sum hann tók til.
Garry Kasparov heldur, at samrøðan teirra millum var eitt valdsspæl hjá Vladimir Putin, sum tosaði við Donald Trump úr einum musikkskúla í russiska býnum, Sotsji, meðan Trump tosaði úr ovalu skrivstovuni.
Fyrrverandi heimsmeistarin í talvi, sum býr í útlegd, finst eisini at amerikanska forsetanum fyri at stuðla einum einaræðisharra, og sigur, at USA heldur seg aftur í spurninginum um eina friðartilgongd.
Í samrøðuni millum Putin og Trump skiftu teir orð um vápnahvíldarsamráðingar, sum amerikanski forsetin eftir samrøðuna segði skulu byrja beinanvegin.
- Alt var ein valdsleikur frá Vladimir Putin'sa síðu, heldur Garry Kasparov í samrøðu við CNN.
Tá tíðindastovan spyr fyrrverandi heimsmeistaran, um tað hevur nakran týdning, hvaðani tosað verður, svarar hann soleiðis:
- Sjálvandi. Putin vísir vanvirðing, og honum dámar tað. Hetta sært tú eisini á hansara kropsmáli, leggur Garry Kasparov aftrat í samrøðu við CNN.
Fyrrverandi heimsmeistarin heldur fyri, at Putin veit, at Trump einki kann gera, og hann heldur lítið um, at amerikanski forsetin hevur valt síðu millum russiska og ukrainska forsetan.
- Donald Trump tekur alment støðu fyri einum harðrendum einaræðisharra, sum fremur fólkamorð móti sínum granna, sigur Garry Kasparov.