Í vár varð sáttmáli undirskrivaður millum Skúlasambandið í Sandoynni og Føroya Møblasølu um nýggjan graslíkisvøll Inni í Dal, har oyggjafelagið - B71 - hevur sínar aktivitetir.
Tað er Skúlasambandið, sum varðar av Meginskúlanum, ítróttarhøllini og fótbóltsvøllinum Inni í Dal, og allar fýra kommunurnar í Sandoynni eru við í felagsskapinum.
Gamli fótbóltsvøllurin var slitin og illa farin, og tað hevur leingi verið eitt ynski um at fingið ein nýggjan vøll.
Herfyri varð gamli vøllurin tikin av, og júst í hesum døgum verður arbeitt við at gera klárt til nýggja vøllin, soleiðis sum viðheftu myndir vísa.
- Hetta er ein lutfalsliga stór, men neyðug íløga – ein framtíðar íløga í ungdómin í oynni, søgdu kommunurnar í oynni, tá sáttmálin um nýggja vøllin varð undirskrivaður.
Tað er B71, sum hevur skipað fyri at taka gamla vøllin av, og tað er Føroya Møblasøla sum veitari, ið tekur sær av álegging og árligum eftirliti.
##med2##












