Arbeiðið við at orða ein mentapolitikk gongst sum ætlað

Í komandi ári fer landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, at leggja fyri tingið lógaruppskot um ein framtíðar føroyskan mentapolitikk.

- Tá ið lógaruppskotið kemur í tingið mugu politikarar gera sær greitt, at teir ikki kunnu samtykkja eina lóg uttan at játtan eisini fylgir við, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum.

Arbeiðið við at orða ein framtíðar føroyskan mentapolitikk gongur sína gongd, og gongst sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, ætlar, hava vit eina ferð í komandi ári eina stevnuskrá, sum greitt setir út í kortið, hvør politikkur skal rekast á mentunarøkinum.

- Mentamáladeildin arbeiðir við málinum, eitt nú við at útvega allar upplýsingar innan mentunarøkið og at skriva upprit. Mín leiklutur í hesum arbeiðinum er at greiða teimum fólkum, sum arbeiða við málinum, frá hvørji ynski eg havi og hvørji mál eg leggi dent á í einum slíkum áliti, sigur Signar á Brúnni.

Tá ið fyrireikingarnar eru lidnar á Mentamáladeildini ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum at seta nøkur fólk í eina arbeiðsnevnd, ið burtur av skal arbeiða við álitinum saman við embætisfólki á Mentamáladeildini.

- Tá ið tað arbeiðið er avgreitt fær álitið lógarsnið og tá koma løgfrøðingar inn í myndina, sigur Signar á Brúnni.

Hann vil ikki siga, nær í komandi ári arbeiðið við at orða mentapolitikkin er liðugt.

- Arbeiðsbyrðan á fólkunum á Mentamáladeildini er øgiliga stór, men vantandi verður lógaruppskotið lagt fyri tingið eina ferð í komandi ári sum ætlað, sigur Signar á Brúnni.


Politikarar kunnu ikki snúgva sær undan

Ein orðaður mentapolitikkur uttan játtan á fíggjarlógini er bert eitt eiti, men landsstýrismaðurin í mentamálum óttast ikki fyri, at trupult verður at fylla karmarnar út, tá ið teir eru komnir.

- Sjálvsagt er tað altíð trupult at fáa nógvar pengar til eitt einstakt øki, men hinvegin sigur samgonguskjalið greitt og ítøkiliga, hvat vit ætla á mentunarøkinum. Eg havi borið fram fyri aðrar politikarar, at vit kunnu ikki bara skerja, tí vit hava sett okkum nøkur mál. Og nøkur mál koma at kosta meira og har er mentanin eitt. Í samgonguskjalinum vísa vit til mentunarálitið Avmarkaðan marknað og har stendur heilt ítøkiliga, hvat ymsu økini innan mentanina krevja og kosta. Hesum kunnu politikarar ikki snúgva sær undan og tí havi eg vónir um at fáa nakað afturat til mentunarøkið hóast tað ikki verður so nógv, sum álitið leggur upp til, tí tær upphæddirnar eru øgiliga høgar.

- Mentanin fær tríggjar miljónir krónur meiri í ár at ráða yvir á fíggjarlógini enn í fjør og tað munar nakað. Hesin peningurin er býttur út á nøkur øki fyri at tað skal síggjast aftur. Tá ið lógaruppskotið um ein framtíðar mentapolitikk kemur í løgtingið, mugu politikarar gera sær greitt, at teir ikki kunnu samtykkja eina lóg uttan at játtan eisini fylgir við, sigur Signar á Brúnni.

- Eg skilji væl, at fólk óttast fyri, at tað sama kann henda nýggja mentapolitikkinum sum eitt nú hendi nýggju fólkaskúlalógini, har ein nýggj lóg varð samtykt uttan at peningur fylgdi við. Møguliga verður tað eitt stríð at útvega mentanini meiri pening, men við einum orðaðum mentapolitikki skapa vit karmar til eitt mentunarlív. Tað eru ávís øki, sum eg síggi ljóst uppá. Eitt nú Mentunargrunnin, ið hevur stóran týdning fyri føroyskt mentunarlív, tí grunnurin fevnir so víða. Nýggir møguleikar eru skaptir við tað at grunnurin hevur fingið eina hálva miljón krónur afturat í hesum fíggjarárinum. Vit fara nú at kanna eftir um tað ber til, at grunnurin fær møguleikar at hava eina miljón krónur til taks til at kunna læna pening út til rithøvundar. Um so verður ræður Mentunargrunnurin yvir 3,2 miljón krónur og tað hevði munað rættiliga væl, sigur Signar á Brúnni.


Játta eftir ávísum reglum

Arbeitt verður við at endurskoða reglugerðina fyri Mentunargrunnin. Funnist hevur verið at honum fyri eitt nú at veita stuðul út til ov nógv øki, í staðin fyri at veita størri upphæddir til einstøk øki.

- Við hvørt kemur tað fyri, at umsøkjarar fáa pening bæði frá Mentunargrunninum, ið arbeiðir fyri seg, og frá Mentamáladeildini, ið eisini ræður yvir pengar at býta út til mentunarlívið. Eg kundi hugsað mær eitt samstarv og samskifti millum Mentunargrunnin, sum í grundini hoyrir undir løgtingið, og Mentamáladeildina, soleiðis at vit sleppa undan í framtíðini, at umsøkjarar fáa stuðul frá báðum. Harnæst eiga vit at áseta nøkur krøv, ið vit játta pengar eftir soleiðis at pengarnir fara til góðar verkætlanir í staðin fyri at øll fáa sindur og eingin tí nóg mikið, sigur Signar á Brúnni.


Fund við kommunurnar

Fyri nøkrum fáum mánaðum síðani setti býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, ein arbeiðsbólk við átta fólkum, sum hevur fingið til uppgávu at orða ein politikk, sum Tórshavnar kommuna skal reka á mentunarøkinum í framtíðini. Arbeiðið er farið í gongd og eftir ætlan skal bólkurin handa býráðnum eitt álit í summar. Mannagongdin hjá arbeiðsbólkinum er í tráð við hana, sum arbeiðsbólkurin, ið orðaði álitið Avmarkaðan marknað í 1996, arbeiddi eftir. Tað vil siga, at allir partar innan mentunarlívið skulu hoyrast.

- At kommunur í sínum lagi taka slík stig er fyri so vítt í lagi, men sum eg havi sagt áður, kundi eg hugsað mær at tosa við kommunur í Føroyum um mentunarpolitikk, áðrenn tað arbeiðið, ið er í gongd, kemur til lógarsmíð. Saman eiga vit at umrøða, hvussu umstøðurnar hjá kommununum eru á mentunarøkinum, hvørjar ætlanir tær hava og so kunnu vit finna eina loysn, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við. Tað er ikki rætt, at landið arbeiðir í sínum lagi og kommunurnar í sínum lagi uttan at samstarv er millum partarnar. Endamálið er jú tað sama hjá báðum.

- Tað er rættiliga misjavnt, hvussu nógv ymsu kommunurnar seta av til mentunarøkið. Summar kommunur, ið nærum als einki hava játtað mentunarlívinum, eru nú komnar við, og býráðslimir duga nú betur enn nakrantíð at síggja, hvønn týdning tað hevur at styrkja mentunarlívið. Sum heild síggi eg eina positiva gongd úti um landið hesum víðvíkjandi, sigur Signar á Brúnni.