Mótmælini einstáttað og til tíðir fanatisk. Síðan stál-línuskipini komu til Føroya fyri 35 ? 45 árum síðani er, so at siga onki hent innan hesa vinnugrein. Manglandi fíggjarmøguleikar í Føroyum noyða menn uttanlands at finna fígging og mátarnar, at skrúva hesar fíggingar saman uppá, eru nógvir. Hví eru føroysku fíggjarstovnarnir so kargir at fíggja fiskivinnuna, tá tað allastaðir verður sagt, at hetta er grundvøllurin, sum vit øll standa á og liva av? Tiltøkini og mótmælini hjá politikkarunum standa í leysari luft og mangla loysnir. Hvat vil løgtingi? Vit vita hvat teir ikki vilja.
Útskiftingin í 60?unum
Meg minnist síðst í fimti árunum og fyrra partin av seksti árunum, tá øll stállínuskipini komu til Føroya, smíðað fyrst og fremst í Noreg, Fraklandi og Føroyum. Tá var rómur og gaman á bryggjukantinum og reiðarar og skiparar hildu megnar røður frá høga brúgvavonginum, og hornorkestur og sangkór sungu og spældu. Hetta var sum á ólavsøku og øll frøddust bæði ungur og gamal.
Síðan tá hevur verið friðarligt á keikantunum runt landið, og er so at siga onki hent innan línuvinnu í Føroyum annað enn, at skip hava fingið eina egningarmaskinu ísetta, sum lættir um arbeiði umborð. Somu skipini frá 60?unum, sum í dag eru um 40 ára gomul, mynda meginpartin av línuflotanum og okkurt hendinga skipið - eini 4 ella 5 í tali - eru komin afturat hesi 40 árini, sum liðin eru síðan sangurin og røðurnar vórðu hildnar í 60unum.
Norðmenn
yvirhála í bæði borð
At vit eru eftirbátar er ikki nakað nýtt fyribrigdið, og innan útróður og línuveiðu er verunleikin skelkandi. Norðmenn hava í mong ár roynt seg við frystiskipum og fáa munandi meira burtur úr tilfanginum enn vit. Vanliga fáa teir einar 15 ? 20 krónur fyri kg av avhøvdaðum, kruvdum fiski. Vit fáa millum 5 og 10 kr fyri kruvdan fisk við høvdi. Fiskurin, sum vit avreiða, má hagreiðast á flakavirkinum beinanvegin, meðan frysti fiskurin kann liggja á goymslu og takast út eftir tørvi á virkinum.
Tað er torført at skilja, hví vit ikki eru farnir inn á frystibátar fyri langari tíð síðani. Hesi skip nýtast ikki at nerva heimaútróðurin, men kunnu royna á teimum ytru leiðunum og í altjóða sjógvi sum t.d. Reykjanesrygginum.
Øll sunn fornuft sigur okkum, at hetta er at gagnnýta grunnarnar og her fáa vit mest burturúr bæði fyri manning og landið alt.
Kemur tú inn á eitt norskt virki, sært tú somu framleiðslu sum í Føroyum. Tað er tó ein munur, norðmenn taka fiskin úr frystaranum eftir tørvi og arbeiðisorku. Annar munurin er, at skipini liggja ikki dagliga við bryggju og annars skúma firðirnir upp við sigling aftur og fram ímillum bryggju og fiskimið.
Eg eri ikki nakar norðegsvinur, men rætt skal verða rætt, teir yvirhála okkum í bæði borð, og tað tykist ikki sum at vit ætlað at gera nakað við tað.
Útlendskur kapitalur
ein neyðloysn
Tað er onki nýtt, at útlendskur kapitalur hevur verið og er ein partur av føroysku fiskivinnuni. Kristian í Grótinum, Vinddla. Frøyanes, nú Krúnborg o. fl eru bert fá dømir um henda verunleika. »Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«, og fantasiurin hevur onki mark. Føroysku fíggjarstovnarnir venda tummulin niður og siga kategorikst nei til alt sum luktar av fiski. Samstundis øsa navngivnir politikkarar seg upp um, at menn av neyð leita uttanlands at finna fígging. Somu politikkarar hava fyri kortum felt uppskotið á tingið um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Somu menn ætla at seta strangari reglur um ognarviðurskifti fyri at steðga útlendskari íblandan í føroyska fiskivinnu. Somu menn fara at krevja størri kontantan pening frá føroysku íløgumonnunum.
Alt hetta hendir samstundis sum vit eiga ein av heimsins elsta skipaflota, har miðalaldurin liggur um 30 ár. Sjálvt gamla Russiska Bjørnin hevur ein yngri fiskiflota enn vit.
Hvat ætlað tit at gera?
Harra Vilhelm Johannesen, Heini O Heinesen, Jákup Sverri Kass, Bjarni Djurholm, Edmund Joensen og Hendrik Old - eg haldi, at vit hava loyvi at spyrja tykkum, hvat tit ætlað at gera, nú tit tvørturum politisku mørkini fyri einaferð skuld eru so sára samdir um at fara í herna ímóti útlendskari fígging:
1.
Ongin fígging fæst í Føroyum til at keypa skip fyri
2.
Uppskotið um endurnýggjan av skipaflotanum hava tit felt á tingi
3.
Vit hava ein gamlan og niðurslitnan flota, sum má og skal skiftast út
4.
Tit mótmæla í ein munn um útlendska fígging og íblandan
5.
Lángevarar, teir veri seg úr Noreg, Danmark, Chile, Kina ella aðarastaðir seta treytir, allir lángevarar seta treytir, og eru føroysku fíggjastovnarnir onki undantak í so máta, tvørturímóti eru teir ein teir næskastu og mugu metast sum serfrøðingar í at seta harðar treytir fyri fígging.
Nú mínir harrar, hvat ætla tit at gera? Og vinarliga sig okkum øðrum, hvørja loysn tit hava til endurnýggjan av føroyska skipaflotanum.
Vit vita, hvat tit ikki vilja, tað kunnu vit lesa omanfyri undir punktunum 1 ?5. Tað sum manglar er at vita, hvat tit ætla at gera.
Út frá omanfyrinevnda veruleika og lítið gjøgnumtonktu mótmæli tykkara, kunnu vit valla koma til aðra niðurstøðu enn, at tit ikki hava minstu hylling á ella hugmynd um, hvat skal gerast fyri at endunýggja fiskiflotan.
Vinarliga
Jørmund Vágadal










