»Svartbletta skráseting«

Verður hugt eftir, hvar í einum landi ferðsluvanlukkur henda, vísir tað seg, at tað eru ávís støð, sum ganga aftur. Serliga er tað í bygdum øki, at vísast kann á støð, har nógvar ferðsluvanlukkur henda og í rættiliga nógvum førum er talan um vegakrossar.

Jón Kragesteen


Flestu lond um okkara leiðir hava eina skipaða skráseting av hesum viðurskiftum, og nýta upplýsingarnar, sum koma á henda hátt til at betra um viðurskiftini, annaðhvørt við at umskipa ferðsluna ella við broyta ferðsluumhvørvið. Á enskum verður henda skráseting nevnd »Black-spot registration«, meðan íslendingar nýta orðið »Svartbletta-skrauning«.


Skrásetingin av ferðsluvanlukkum í Føroyum er framúr góð, tí at politiið her fær fráboðan um allar flestu tilburðir í ferðsluni og skrivar frágreiðing um teir. Enn eru vit tó ikki komin har til, at vit fáa fulla nyttu av hesum upplýsingum og at ein skipað nýtsla av teimum fer fram á øllum økjum í tilrættaleggingini av ferðsluni.


Helst er Landsverkfrøðingurin komin longst á hesum øki, og í bóklinginum »Ferðslan«, sum kemur út árliga, ber m.a. til at síggja, hvar á landssvegunum í Føroyum ferðsluvanlukkur henda. Men, sum nevnt í byrjanini er tað serliga í bygdum øki, at ferðsluvanlukkur henda m.a. tí, at her er eisini hin mesta ferðslan. Tá ið vit tosa um bygt øki, eru vit inni á økinum hjá kommununum. Undirritaði er ikki vitandi um, at nøkur kommuna í Føroyum ger skipaða nýtslu av hagtølum, fyri at finna fram til støð í ferðsluumhvørvinum, sum eru serliga vandamikil, og at henda vitan verður nýtt í tilrættaleggingini. Heldur ikki hevur verið at frætt um, at ávís mannagongd er fyriskipað í hesum viðurskiftum.


Norðmenn lýsa eitt vandamikið stað í ferðsluni - vit kunnu kanska nýta orðið »svartblettur« soleiðis:


Eitt vandamikið stað í ferðsluni er eitt øki ella ein vegur, sum er niðanfyri 100 metrar til longdar, har tað seinastu fýra árini eru skrásett meira enn fýra ferðsluvanlukkur við fólkaskaða.


Ein onnur lýsing, teir nýta er, at eitt vandamikið stað í ferðsluni er eitt vegastrekki, sum er niðanfyri 1 km, har tað seinastu fýra árini eru skrásett meira enn 10 ferðsluvanlukkur við fólkaskaða.


Tað er ikki vist, at vit kunnu nýta somu orðing í Føroyum. Men greitt er, at skal bera til at skipa ferðsluumhvørvið eftir einari málrættaðari ætlan, sum er grundað á vitan og ikki á tilvild ella eftir hvør, ið rópar harðast, so mugu vit fáa skipað viðurskifti á hesum øki.