Ein spildurnýggj tíð byrjar í Føroyum

-Tá markið kemur uppá pláss byrjar ein nýggj tíð í Føroyum, Tá fer tað at snúgva seg um møguliga tilfeingi okkara í undirgrundini, oljuna. Og tá ætla vit at lata upp dyrnar fyri bæði bretum, norðmonnum, dønum og øðrum, sum vilja gera íløgur her sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum. Hann viðgongur, at tað hevur gingið seinni, enn ætlað, men heldur kortini, at bíðitíðin hevur verið sunn og góð fyri okkum. Hon hevur givið føroyingum møguleikan at lata tingini sodna og harvið betur kunna fyrireika seg til komandi útviklingin. Nú markið er um at koma uppá pláss tekur tann annars sera tigandi Eyðun Elttør blaðið frá munninum.

-Marknaósemjan við bretar er høvuðsorsøkin til, at eg sum oljumálaráðharri ikki havi úttalað meg so nógv alment um oljumál. Man hevur ikki viljað gjørt óneyðugar trupulleikar í tí málinum, og sum øllum kunnugt er marknamálið tætt tengt at spurninginum um eina komandi føroyska oljuvinnu her serstakliga tí fyrstu og so týðandi útbjóðingini.

Hetta eru orðini hjá Eyðun Elttør, landsstýrismanni í oljumálum, tá vit seta honum spurningin, hví hann hevur verið so tigandi og ringur at fáa orð á hjá føroysku pressuni.

Eyðun Elttør viðgongur, at marknamálið er ikki hansara borð, men vísir á, at bæði undanfarna landsstýrið og tað núverandi - við breiðari undirtøku frá andstøðuni - hava lagt stóra áherðslu á at rudda slóð fyri eini loysn í marknamálinum, áðrenn spónurin varð settur í eitt leitiskeið á føroyska landgrunninum.

Men nú mangt tykist benda á, at vit eru nær eini loysn, heldur landsstýrismaðurin í oljumálum seg betur til at svara spurningum og greiða frá støðuni í hesum stóra og týðandi máli. -Eg vóni, og tað er mítt ynski, at vit á Oljufyrisitingini kunnu vera meira opnir í framtíðini.


Tók við í mai

Tað hava verið røddir frammi í flokkunum um, at tað var óneyðugt at seta ein landsstýrismann í oljumálum burturav, tá landsstýrið varð skipað fyri skjótt einum ári síðani. Nú marknatrætan hevur havt fyrsta prioritet, og landsstýrismaðurin í oljumálum harvið líkasum hevur verið í eini bíðistøðu spurdu vit Eyðun Elttør, um hann ikki harvið hevur sitið til fánýtis í hesum starvi!

-Tað havi eg avgjørt ikki. Eg havi brúkt tíðina til at kunna meg við hetta nýggja og stóra økið og havi brúkt nógva tíð saman við mínum embætisfólki á oljufyrisitingini. Tað hava so eisini verið nógvar uppgávur í sambandi við at umboða Føroyar mótvegis oljufeløgunum, nakað, sum eg haldi hevur týdning fyri okkum uppá longri sikt. Eyðun Elttør heldur tí sjálvur, at tað hevur verið eitt bæði neyðugt og gevandi signal at senda út til altjóða oljuheimin, at Føroyar settu ein landsstýrismann í oljumálum burturav.

Eyðun Elttør sigur seg annars at vera sera væl nøgdan við arbeiðið hjá Oljufyrisitingini og vísir á, at hóast tað er mest umráðandi, at fólkini her arbeiða, fáa tann neyðuga kunnleikan, so eigur eisini ein landsstýrismaður at vera væl kunnaður. -Henda tíðin hevur so avgjørt ikki verið til fánýtis. Hon hevur verið sera lærurík og góð fyri meg og fer nú at vera góð ballast, tá vit skulu til at seta hol á útbjóðingina og aðrar fyrireikingar. Við at gera oljuna til sersakt málsøki hevur tú eisini lyft hesa framtíðar vinnuna uppá á eitt hægri støði, har hon eigur at verða.


Serstakt stýri

Tað er so eisini í hesum sambandi, at miðjað hevur verið móti at fáa oljuna burtur úr Vinnumálastýrinum og gera eina deild ella direktorat, sum burturav umsitur oljumál. Eyðun Elttør er varin, tá nomið verður við henda spurningin. Sambart ætlaða almenna bygnaðin skuldu oljumál í hvussu er at byrja við vera partur av Vinnumálastýrinum og so skuldi ein seinni, tá størri virksemi hevði tikið seg upp, skipa oljuna í sjálvstøðugt stýri.

Men eftir øllum at døma hevur Eyðun Elttør mett, at tann stundin longu er komin, og hevur hann tí eisini húsast undir somu lon sum Oljufyrisitingin nú í longri tíð. -Tað er her eg sum landsstýrismaður hoyri heima, saman við teimum mongu fólkunum, sum dag og dagliga arbeiða við oljumálum. Eyðun Elttør váttar, at hann hevur givið til kennar, at tað er neyðugt, at tað verður arbeitt sjálvstøðugt við oljumálum á sjálvari Oljufyrisitingini.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað fer ikki at ganga so nógv tíð til, at teir verða eitt sjálvstøðugt stýri uttan nakað tilknýti til Vinnumálastýrið.

Hann vísir á, at tað skjótt fer at verða boðið út til leiting, og tá verður helst eisini neyðugt at fáa serkøn fólk uttanífrá til at leggja okkum lag á. -Eg leggi stóran dent á, at alt virksemi, sum hevur við oljuna at gera, ikki bert verður ein partur av øðrum virksemi her í landinum. Vit skulu jú umsita eitt tilfeingi, og eg dugi ikki at síggja tað neyðuga í, at hetta skal verða partur av einum stýri, sum umsitur onnur vinnumál. Tað er tørvur á, at hetta verður eitt stýri fyri seg.


Hitti Battle í Stavanger

Hóast Eyðun Elttør ikki hevur havt nakað beinleiðis við marknatrætuna við bretar at gera, so vónar hann kortini, at fundurin hann hevði við enska starvsbróðurin, John Battle, í Stavanger í fjør, var við til at fáa loyst upp fyri marknamálinum, sum var vorðið fastlæst.

-Eg ivist ikki í, at tann fundurin hevur ikki drigið frá, men hevur heldur lagt aftrat til okkara fyrimun.

Saman við embætismonnum frá Oljufyrisitingini, sum eisini eru partur av føroysku nevndini, ið samráðist um markið - og í fullari semju við løgmann - gjørdi Eyðun Elttør tí bretska orkumálaráðharranum greitt, hví føroyingar stóðu so fast við miðlinjuprinsippið, og soleingi bretar ikki vildu góðtaka hetta, fór neyvan nakað at henda, og tað vildi so aftur hava við sær, at eitt annars áhugavert oljuøki fór at liggja órørt í mong mong ár aftrat.

Her hittust tveir ráðharrar, har hvørkin hevði beinleiðis ábyrgdina av málinum, men har báðir høvdu ein felags áhuga í, at málið bleiv loyst.


Samstarv við bretar

Tá endalig semja verður gjørd um markið, verður tørvur beinanvegin á samstarvi við bretar á nógvum økjum. Talan er jú um at seta gongd á eina leiting í einum lutvíst ókendum øki, har bretar og føroyingar eru næstu grannar. Verða t.d. funnin oljufelt, sum ganga tvørturum markið, so verður neyðugt við greiðum avtalum á tí økinum, og eisini kann hugsast, at bretar kunnu rætta føroyingum eina hjálpandi hond í sambandi við fyrstu føroysku útbjóðingina. Hetta er nakað, sum als ikki er fremmant fyri Eyðun Elttør, og er tað ikki óhugsandi, at báðir oljumálaráðharrarnir fara at hittast aftur. -Tað haldi eg er vert at umhugsa leggur Eyðun Elttør aftrat og vísir á, at tað eru komnar rættiliga ítøkiliga ábendingar frá bretum um, at teir eru sinnaðir til at bjóða okkum at vera við, tá teir fara at leggja eina útbjóðing til rættis í økinum. So tað ræður um at kunna troyta teir samstarvsmøguleikar, sum eru ikki bert við bretar, men eisini við bæði norðmenn og danir á oljuøkinum.

-Tá markið er komið uppá pláss byrjar ein spildurnýggj tíð í Føroyum. Tá er tað oljan, tað snýr seg um. Vit ætla tá at opna dyrnar fyri bæði bretum, dønum, norðmonnum og øðrum, sum vilja vera við til at leita eftir olju og gassi á

landgrunninum.


Oljuprísir og Føroyar

At markið kemur uppá pláss er gott fyri okkum, men lágu oljuprísirnir toga so hinvegin. Tað eru tey, sum halda, at oljuleiting við Føroyar hevur onga framtíð í løtuni og tað besta vildi verið bara at bíðað til betri tíðir!

Eyðun Elttør vísir til, at vit við lóggávuni frá 1993 hava sett út í kortið og hava fyrireikað bæði okkum sjálvi og oljuídnaðin uppá, at vit skulu í gongd við veruligar oljuleitingar. Tað eru gjørdar íløgur í milliardaklassanum á føroyaøkinum, sum neyvan nakar ynskir skulu fara fyri skeyti. Vit hava so eisini sagt frá, at ein útbjóðing verður so skjótt hon er klár. Hetta er alt í tráð við løgtingssamtyktina, og tað er einki, sum sigur nakað annað.

-Sjálvandi er tað øðrvísi nú við so lágum oljuprísum, enn tað var fyri tveimum árum síðani. Men oljuverkætlanir eru langsiktaðar, og tí er tað eitt sindur trupult at leggja ítøkiligar verkætlanir alt eftir, hvussu prísirnir eru í dag. Tað er heldur einki, sum týðir uppá, at áhugin fyri føroyska økinum er minni í dag, enn hann hevur verið.

Eyðun Elttør vísir á, at oljufeløgini orka sjálvandi minni í dag enn fyri tíð síðani, soleiðis, at tað verða kanska færri og veikari arbeiðsprogramm, sum verða løgd fram, har vit annars kundu ynskt okkum tað optimala. -Vit fara at síggja, at oljufeløgini fara at leggja seg eftir ávísum økjum heldur enn at spjaða seg, og vit kunnu tí rokna við, at feløgini neyvan fara at vága sær út í leiting norðan ella vestan fyri Føroyar við verandi prísum. Feløgini vilja heldur ganga út frá teimum verandi kendu økjunum stutt frá markinum. Ein má tí ganga út frá, at feløgini fara søkja um økini nær markið.

Landsstýrismaðurin sigur víðari, at meðan vit við sera góðum oljuprísum t.d. kunnu krevja av oljufeløgunum, at tey átaka sær at bora so og so nógvar brunnar, so verða vit noyddir til at taka hædd fyri lágu prísunum og kanska linka um hesi krøvini. Men tað skuldi kortini ikki havt nakra álvarsliga avleiðing við sær.

-Vit á Oljufyrisitingini eru rættiliga bjartskygd at fáa eitt leitingarumfar í gongd, sum gevur góða meining í okkara verð, og sum vónandi verður grundarlag undir eini longri prosess, har tað koma aðrar rundur seinni.

Annars kann ein rokna við, at fleiri av bólkunum verða øðrvísi, tá tað nærkast útbjóðingini. Tað kann eisini henda, at feløg, sum í dag standa á síðulinjuni og hyggja at, fara at melda frá luttøku, tá latið verður upp fyri runduni.

Sosialurin skilur annars, at einki felag enn hevur boðað frá, at tað tekur seg aftur av føroyaøkinum. Hetta kemst uttan iva av tí, at tey halda seg hava rættiliga góðar ábendingar um, at her er okkurt. At tað er ringt at finna nýggj stór felt í Norðsjónum ger, at feløgini náttúrliga leita víðari til grannalagið fyri at vita, ikki minst um her kunnu vera stór felt, sonevndir elefantar.

-Vit mugu so heldur ikki gloyma, at feløgini eru ikki sinnað at leggja allar bóltar í eina kurv. Tey vilja heldur spjaða vágina, og tá Føroyar eru eitt politiskt trygt øki, telur hetta til okkara fyrimun.


Lágir prísir sunt fyri okkum

Eyðun Elttør heldur ikki tað er rætt, um vit føroyingar nú fara at ivast í, um tað í heila tikið er rætt at fara undir eina leiting við so lágum oljuprísum, tí tað hevur so ómetaliga nógv at siga at koma í gongd við at leita. Tær fyrstu boringarnar eru av stórum týdningi bæði fyri føroyskar oljumyndugleikar og fyri oljuídnaðin.

-Eg síggi, eisini í føroyskari pressu, at man er farin at ivast í, um vit fáa nakra vinnu, nú skorið verður niður aðrastaðni. Her haldi eg tað er umráðandi at gera sær greitt, hvat vit tosa um. At oljufeløg leggja ávísar verkætlanir, tvs. oljuøki, sum eru funnin og sum skuldu undir framleiðslu, á hillina hevur einki at gera við áhugan og ikki minst tørvin á at leita eftir nýggjum økjum við olju og gassi. Har felt, sum eru funnin og skulu byggjast út, skal tú til at læna pengar. Har hongur tað so bráddliga ikki saman við lágu oljuprísunum. Tí vilja feløgini nettup royna at finna nýggj felt í nýggjum økjum, sum eru størri og sum tí nettup kunnu bera lægri oljuprísir. So tað eina útilokar ikki hitt, kanska tvørturímóti. Tað ræður eisini um hjá oljufeløgunum at halda eykagoymslurnar við líka.

Landsstýrismaðurin, sum hevur verið á vitjan bæði í Noregi og í Alaska í sambandi við oljuvinnunarnar har, sigur, at hesar vitjanir hava lært seg, at tað er kanska slettis ikki so galið, at oljuprísirnir eru lágir, tá farið verður undir leiting við Føroyar, tí hetta lærir okkum at fara sinniliga, skilagott og realistiskt fram.

-Høvdu prísirnir verið í topp, so Gud viti, hvussu vit høvdu borið okkum at. Nú teir eru lágir kann tað føra til, at vit hugsa eitt sindur jarðbundið.

Vit spurdu Eyðun Elttør um tað ikki er ein vansi við hesum lágu oljuprísunum, at vit ikki kunnu seta nóg stór krøv til oljufeløgini!

-Hvat er nóg stór krøv? Tað fella bara samfelagnum inntøkur, um eitt vinnuligt virksemi gevur yvirskot. Tað eru jú nógv, sum siga, at vit stóran part av 80-unum reelt sæð einki yvirskot høvdu av fiskivinnuni. Onkur vil entá siga, at vit kundu bara verið givin. So spurningurin er, hvat hóskandi ella nóg góð krøv er til eina og hvørja tíð. Og tað er svingandi.


Álitið á føroyingar

Hesi seinastu árini hava føroyingar meldað út fyri umheiminum, at vit skulu í gongd við eina oljuleiting, og tíðarkarmur er settur upp og so broyttur aftur og aftur. Á ólavsøku í fjør segði løgmaður, at kolvetnisskattalógin skuldi koma fyri tingið innan árslok, men hon er enn ikki komin á tingborð. Á nýggjárinum boðaði løgmaður frá, at útbjóðingin verður løgd fyri tingið á ólavsøku. Men hvørja trygd hava oljufeløgini, ið skulu gera íløguætlanir fyri, at útbjóðingin fer at halda, tá kolvetnisskattalógin enn ikki er komin á tingborð og er ikki vandi fyri, at okkara trúvirði hevur fingið eitt skot fyri bógvin!

Eyðun Elttør: -Eg kann bert siga, at markið hevur verið ein trupulleiki fyri øll tey, ið hava arbeitt í oljufyrisitingini, sum jú hava sett út í kortið, hava sett eina maskinu ella eitt tok í gongd, og oljufeløgini hava verið í góðari trúgv. Tey hava fyrireikað seg, og vit hava fyrireikað okkum við tí fyri eygað at kunna fara undir leiting og seinni eisini framleiðslu fyri at fáa inntøkur. Uttan framleiðslu hava feløgini ongar inntøkur. Tað at feløgini vilja gera íløgur her er við vón um at fáa inntøkur í hinum endanum.

Eyðun Elttør vísir á, at orsakað av markinum, sum vit av náttúrligum orsøkum ikki hava kunnað tosað opið út um, hevur verið so torført at handfara oljufeløgini til lítar. -Men eg haldi, at tey flestu feløgini, sum vit hava tosað við, hava eitt gott forstáilsi fyri hesum trupulleikanum, og tí haldi eg ikki, at tey hava mist álitið á okkum ella seta spurnartekin við okkara trúvirði.

-Men tú kanst ikki brúka markið til at forklára, hví ein rammulóg sum kolvetnisskattalógin ikki verður liðug?

-Har mugu vit so bara ásanna, at tingini hava tikið eitt sindur longur tíð enn ynskt. Tað er so eisini ein spurningur um, hvussu nógvar kreftir vit leggja í hesi tingini. Men kortini haldi eg, at hetta við markinum, at vit als ikki hava vitað, hvønn veg tað bar, hevur sett ein dempara á. Tú hevur líkasum ikki vitað, hvat tú skuldi gera.

Eyðun Elttør roknar við, at kolvetnisskattalógin verður løgd fyri tingið um stutta tíð.


Útbjóðingin í heyst

Sveinastykkið hjá landsstýrismanninum í oljumálum má sigast at vera fyrsta útbjóðing. Um hana sigur Eyðun Elttør, at einaferð í heyst verður latið upp. So skjótt markið er komið uppá pláss verður full ferð sett á arbeiðið uppá útbjóðingina.

-Hetta er nakað nýtt fyri okkum, men eg havi álit á, at okkara fólk fara at klára hesa uppgávuna, og miðjað verður so móti at hava eitt uppskot klárt til í heyst. So skal tingið umrøða tað, og eftir tingviðgerðina fara so ikki at ganga nógvir dagar til ein runda kann leggjast fyri oljufeløgini. Síðani verður sett ein freist úr trimum til seks mánaðir hjá feløgunum at gera sítt arbeiðið í, og eftir tað ganga so aftur nakrir fáir mánaðir at viðgera umsóknirnar.

Nær fyrstu loyvini verða givin velst so um, hvussu stórur áhugin er fyri at søkja. Sosialurin skilur, at vit eru komin út á summarið ella heystið ár 2000, áðrenn loyvi verða givin til boring.


Bretar áðrenn vit

Nú markið kemur uppá pláss, so kann roknast við, at bretar verða fyrr enn vit við eini útbjóðing í teimum fyrr umstríddu økjunum. Kann tað ikki gera, at oljufeløgini heldur velja at brúka sínar pengar í leiting bretsku megin markið enn her hjá okkum?

Til tað sigur landsstýrismaðurin, at hetta er eitt mál, sum hevur verið umrøtt á Oljufyrisitingini, men hann metir ikki, at tað verður nakar trupulleiki. Tí fáa feløgini skjótt greitt at vita, hvat tey kunnu vænta hendir á okkara øki, so fara tey eisini at planleggja eftir tí. -Eg trúgvi ikki, at ein útbjóðing á enskum øki útilokar nakran áhuga fyri eini útbjóðing her hjá okkum nakað seinni.


Føroysk oljufelag við

Herfyri gjørdi eitt føroyskt privat oljufelag av at fara upp í samstarv við útlendskt oljusamtak. Tað eru onnur útlendsk oljufeløg, sum hava ávarað móti einum slíkum útviklingi, har føroysk luttøka í einum einstøkum samtaki skal geva tí fyrimunir fram um onnur feløg. Sær Eyðun Elttør onga vanda í hesum?

-Okkara málsetningur hevur verið og verður, at eingin fær framíhjárættindi, antin hann so hevur samstarv við eitt føroyskt oljufelag ella ikki.

-Men er tað ikki sera ringt at koma uttan um eitt samtak, har stórur partur av føroyskum vinnulívi er við, tá man jú nettup her lagt dent á týdningin tað hevur at hava føroyska vinnulívið við í einum útviklingi?

-Tað er eingin loyna, og tað er eisini við í oljulóggávuni, at vit síggja helst, at føroyskar vørur og tænastur verða brúktar av oljufeløgunum, sum fáa loyvi, men tað hava øll oljufeløgini møguleika at fyrihalda seg til við ella uttan luttøku av einum føroyskum oljufelag. Vit kunnu ikki geva einum samtaki við føroyskari luttøku fyrimunir. Her mugu vera reinar linjur.

Eyðun Elttør vísir her til, at leiðslan í Atlants Kolvetni nettup hevur lagt dent á, at samtakið tað arbeiðir við ikki skal hava fyrimunir fram um onnur.

-The Faroes Partnership fær ikki nakran fyrimun fram um annað felag bara tí at teir hava eitt føroyskt felag við. Eg gangi út frá, at okkara fakfólk, sum viðgera umsóknirnar, hava púra reint borð, og tað álit havi eg eisini á teimum.


Alment oljufelag?

Hvat sigur landsstýrismaðurin so til spurningin um eitt alment oljufelag - er tað rætt at bert nakrir fáir føroyingar, sum eiga kapital, skulu hava møguleika at fáa burtur av oljuinntøkunum?

-Hetta málið verður kannað í løtuni. Men her mugu vit gera okkum greitt, at eitt føroyskt oljufelag, sum tað almenna eigur, ger ikki Palleba og Marsannu í sær sjálvum ríkari, tí landið kann taka pengar inn uppá so nógvar mátar m.a. við skatti. Tað kemur aftur almenningum til góðar.

Eyðun Elttør leggur aftrat, at tað einasta, sum er víst, tá tú fer inn við einum almennum oljufelag, er, at tað fer at hava útreiðslur við sær. -Um eitt privat oljufelag skuldi vunnið pengar fyri sínar íløgur, so haldi eg tað er frálíkt. Teir koma ongantíð at taka allar pengarnar, sum tann føroyski almenningurin kundi fingið. Verður oljuleiting við Føroyar væleydnað, so fer eitt pinkulítið privat felag í einum samtaki við onkrum lítlum prosentparti ikki uppá nakran máta at undirgrava møguleikan hjá tí føroyska almenninginum at tjena pengar. Tvørturímóti fer tað at hjálpa til. Og tað er nettup hetta, sum oljuvirksemi snýr seg um: at taka á seg vágiligar íløgur. Men tað er júst tað virksemi, sum samanlagt skal hjálpa okkum føroyingum at fáa nyttu burtur úr.


Læra av øðrum

Vit spurdu at enda oljumálaráðharran, um vit føroyingar hava verið ov órealistiskir í oljumálinum - hava vit sett ov nógv í gongd, uttan at vita, um nøkur olja er her?

-Avgjørt ikki. Men longu nú eiga vit øll somul í landinum at hugsa um, hvat skal henda, tá oljan rennur inn í búskapin. Tað var ein av lærdómunum vit fingu heim úr Alaska: at tað er so umráðandi at gera sær greitt, hvussu oljuinntøkurnar skulu ávirka og harvið eisini stýra samfelagsgongdini.

Landsstýrismaðurin sigur í hesum sambandi, at talan er um ein langsiktaðan útvikling. Tey fyrstu fimm árini koma neyvan nakrar stórar inntøkur til samfelagið, og koma tær tey fyrstu 10 árini, so er talan um eina successøgu.

Eyðun Elttør vísir annars á, at bæði í tíðini tá Martin Heinesen var leiðari á Oljufyrisitingini og nú Herólvur Joensen stendur á odda hevur verið gjørt nógv burtur úr at mana til, at vit hildu bæði beinini á jørðini.

-Eg haldi, at tað, sum okkara fólk hava gjørt higartil, hevur verið gjørt varisliga og skilagott. Og lat meg her undirstrika, at meðan hetta arbeiðið hevur verið gjørt, so hevur ein rúgva av føroyingum fingið sær útbúgving og arbeiði innan frálandavinnuna.

Eyðun Elttør vísir til allar teir føroyingar, sum í dag arbeiða í oljuvinnuni. Tað er útilokandi tí, at umheimurin hevur fingið eyguni upp fyri, at í Føroyum fer kanska okkurt at henda.

Sosialurin skilur annars, at tey fólkini, sum í dag arbeiða á Oljufyrisitingini við sjálvum landsstýrismanninum á odda, kanska ikki eru so ónøgd við útviklingin kortini - hóast tey halda, at tað hevur gingið í so seint. Hetta líkasum hevur givið føroyingum møguleika at lata tingini sodna og finna út av, hvat man vil við øllum hesum.

-Eg haldi tað hevur verið gott við hesi umhugsunartíðini og fyrireikingini seinastu fimm árini. Men nú mugu vit til at handla sigur oljumálaráðharrin at enda.