Onga grundlóg fyri Føroyar

- sigur javnaðarflokkurin

At tilevna eitt uppskot til grundlóg er sjálvandi ein grundleggjandi partur hjá einumhvørjum landi, sum ætlar sær at standa á egnum beinum, ætlar sær at vera eitt sjálvstýrandi land einsamalt, ella í samveldi við annað land.

At vinna Føroyum politiskt og búskaparligt sjálvstýri er ætlan og avtala samgongunnar. Hesin setningur er boðaður dønum frá einum samdum løgtingi tann 10. juni í fjør, og henda setning hevur danski forsætisráðharrin verið í Føroyum og boðað frá, at teir sum statsvald við háveldisrætti yvir Føroyum hava noterað sær.


Danir hava ikki mótmælt føroyskum fullveldi

Danir høvdu møguleika fyri at mótmæla hesi greiðu og einmæltu samtykt hjá Føroya Løgtingi. Tað gjørdu teir ikki, og tað verður úti í heimi tikið sum greitt tekin um, at danir og føroyingar eru farnir undir eina prosess, har suverenteturin yvir danska ríkinum verður sundurliðaður.

Tá ið málið um setan av grundlógarnevndin nú verður avgreitt av tinginum, verður enn eitt størri arbeiði sett í verk, ið endar við eini fólkaatkvøðu aftan á tingsins viðgerð og samtykt.

Grundlógarnevndin fær fult innlit í og kemur at samstarva við hinar nevndirnar um ta samlaðu verkætlanina, og ætlanin er, at hon skal mannast við einum limi fyri hvønn flokkin á tingi, einum landsstýrismanni og fimm fólkum við hægri samfelagsvísindaligari útbúgving.

Málið fekk drúgva 1. og 2. viðger á tingi, og vóru tað serliga viðmerkingarnar til støðuna hjá javnaðarflokkinum í rættarnevndini, sum elvdu til hesar.

Sambandsflokkurin tók als ikki undir við uppskotinum, og tað var greið tala. Orðingar um stórheitsdreymar, minnisvirðiskenslur, sjálvhevjan, ábyrgdarloysi og fullveldislimbus ? lótu vit standa fyri sambandsins rokning, sum tað tær vóru.


Tendentiøsur javnaðarflokkur

Tendentiøsu viðmerkingarnar hjá umboði javnaðarfloksins tæntu sama sambandsendamálið sum tær hjá sambandsflokkinum.

Vit fingu í álitið eina útskrift úr dagbókini hjá Hans Paula Strøm, har hann frá fundi til fund í rættarnevndini á sera subjektivan hátt greiddi frá sínum egnu upplivingum í hesum máli.

Hann helt fyri, at samgongan brúkti eina líka so rangvørga politiska mannagongd í setan av grundlóganevnd, sum í øllum fullveldismálinum. Men - segði hann so seinni í sama broti ? var javnaðarflokkurin við, so var hetta ein gongd leið kortini.

Tað rangvørga var also bara rangvørgt, tá ið javnaðarflokkurin ikki var við.

Veruleikin var, at javnaðarflokkurin hevði sett sær fyri at venda øllum sjálvstýrispolitikkinum á høvdið. Og tá man vendir soleiðis, at tað sum vendir niður vendir upp, ja so sá politiski veruleikin presis so rangvørgur út, sum Hans Pauli Strøm sá hann.

Í øðrum lagi segði dagbókin hjá Hans Paula Strøm, at uppskotið um eina føroyska rættarskipan ikki hoyrdi heima hjá grundlógarnevndini. Tað er ein spurningur, um so er, men ætlanin er, at grundlógarnevndin ger tað yvirskipaða arbeiði, og kann seta eina sernevnd at gera uppskotið um rættarskipan. Her kundu vit saktans funnið eina semju saman við javnaðarflokkinum, hevði tað nakran áhuga, men so var ikki.

Í triðja lagi vildi hann hava ein víðkaðan arbeiðssetning, sum segði, at nevndin í øðrum lagi skuldi gera uppskot til tær broytingar í donsku grundlógini, sum neyðugar vóru fyri at tryggja føroyskum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.


Utopia javnaðarfloksins

Her var tað, at vit funnu utopia hjá javnaðarflokkinum. Her var tað, at javnaðarflokkurin vildi hava føroyska samveldið at dusa sær í allari framtíð - undir skjúrtuvelinum hjá dønum. Fara vit føroyingar aktivt inn og biðja okkum status av einumhvørkjum slagi innanfyri donsku grundlógina, so hava vit bundið okkum fastar í henni fyri tíð og ævir.

Væl ber síðani til at kalla hendan nýggja hamin fyri eitt samveldi, men beiskur veruleiki fylgir við. Tað verður tann danska grundlógin, ið eigur háveldisrættin, og so kann javnaðarflokkurin pjøssa so nógvar orðablómur um samveldi og líkarætt sum teimum lystir upp á hendan hamin. Tað verður so ikki annað enn ein tómur skrokkur kortini.

Tað verður danska grundlógin, tað verður teirra háveldisrættur, sum vit hava biðið um innivist innanfyri, og tað fara at vera teirra avgerðir samsvarandi hesum, ið føroyingar fara at verða stýrdir eftir í fullveldi dana. At vit møguliga fáa nakrar tillagingar til føroysk viðurskifti verður líka so gjarna nakað at doyggja, sum at liva av. Men hetta var so sjálvt tað fundamentala innihaldið í sjálvstýrispolitikki javnaðarflokksins; at finna eina aðra rók, ið einans kom at umsita útdelegera vald fyri danir.

Í fjórða lagi tosar dagbókin um ódemokratisk, stór og greflig lýti, sum benda á ein margháttligan einaveldisligan hugsunarhátt hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin hevði sett rættarnevndina undir umsiting, segði hesin alt annað enn serliga nógv royndi nevndarlimurin hjá javnaðarflokkinum víðari.

Hugsa sær til, hetta er vorðið tann fasta mannagongdin hjá Føroya Javnaðarflokki, ið einans er ein lítil minniluti her á tingi. Lurta ikki alt og øll rætt eftir látupípu javnaðarfloksins, ja, so er talan um einaveldi, diktatur oa. av somum skuffu.

Í fimta lagi vóru teir heldur ikki nøgdir við manningina í grundlógarnevndini. Har skuldi eisini alt vera øðrvísi, tí at javnaðarflokkurin helt tað. Og so skuldu øll onnur halda tað sama, skuldi demokratiið ikki koma í vanda.


Dagdreymar og veruleiki

Uppskoti hjá Hans Pauli Strøm um at lata áhugabólkar manna eina grundlógarnevnd gav onga meining, tí hvar byrja teir, áhugabólkarnir, og hvar enda teir. Áhugabólkar kunnu jú stovnast um øll verðsins áhugamál, og tey eru ikki so fá.

Í sætta lagi fingu vit at vita, at uppskot hansara onga veruliga viðgerð fekk í rættarnevndini, men tað var ikki so.

Álitini, Hans Pauli Strøm hevur skrivað undir, teljast helst á einari hond, men sikkurt er, at væntar hann at síggja sólina rísa, hvørja ferð hann heldur seg hava funnið eitt skilagott hugskot, so gerst hann ein vónbrotin maður í politikki.

Tað sum at enda undraði eitt sindur, nú minnilutin hjá javnaðarflokkinum í rættarnevndini gjørdi so nógvan háva burtur úr síni egni ?fortreffiligheit,? var, at hann heilt gloymdi at seta fram uppskot samsvarandi sínum egnu hugskotum.

Javnaðarflokkurin hevur í dag einki at taka støðu til frá Hans Paula Strøm, so sigast má, at væl var arbeitt av hesum annars so tíðindafróða manni.


Hergeir Nielsen