Besti leikarin í bundesliguni, Elias Ellefsen á Skipagøtu hjá THW Kiel heldur fram við at bumba bóltarnar í málið hjá mótstøðuliðunum.
Í dag var Elias aftur stórskjútti. Hann skoraði 10 mál, umframt at leggja upp til onnur mál, tá Kiel á heimavølli í Wonderino høllini leikti javnleik 31-31 móti Rhein-Neckar Löwen. Harald Reinkind hevði møguleikan at leggja Kiel á odda 32-31 beint áðrenn lúðurin í høllini ýldi á seinasta sinni, men málverjin hjá Rhein-Neckar bjargaði skotinum.
Elias skoraði fýra tey seinastu málini í dystinum, og saman við málverjanum, Andreas Wolff átti hann stóran lut í, at Kiel framvegis er ósigrað í deildini.
Kiel er fremst í deildini við 13 stigum fyri sjey dystir. Teir eru eitt stig frammanfyri grannarnar, Flensburg-Handewitt og tvey stig frammanfyri Magdeburg.
Komandi leygardag klokkan 14.40 verður "Nord-derby" á skránni, tá Flensburg tekur ímóti THW Kiel.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Rhein-Neckar Löwen 31-31 (16-16):
##med2##