fram til 1984, tá hann ikki stillaði uppaftur. Finnbogi Ísakson varð tá farin í starv, sum tíðindamaður, í nýggja sjónvarpinum. Men til løgtingsvalið í 1988 stillaði hann uppaftur, men varð ikki valdur [...] Á fyrsta tingfundi hjá nývalda løgtinginum varð Finnbogi Ísakson valdur til nýggjan løgtingsformann. Finnbogi Ísakson er gamal í politikki. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í [...] Fólkaflokkin, Kristiliga Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum sat í nakrar fáar mánaðir frá januar til juni 1989. Tá samgongan slitnaði í juni í 1989, varð nýggj samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Tj
skansin ikki er tann sami, tá ið Durita fer aftur til hús. Ein vinmaður Duritu er Jesar, næstelsti sonur á einum kongsgarði, og hann hevur tessvegna ikki nakra jørð í væntu. Tey kunnu tískil ikki giftast [...] eru. Sálarlig kryplan Framtíðarvónirnar í skaldsøguni eru ikki smávegis. At tað sum heild ikki stendur væl til millum fólk er grundað á, at tey ikki arbeiða nóg mikið, og skyldina hevur lógin frá 1777. Lógin [...] loyvi at eiga bát, og bóndin hevði rætt til at biðja sýslumannin síggja til, at báturin varð mannaður av teimum ognarleysu. Fyri at giftast kravdist ein hálv til ein mørk í jørð. Í eini samrøðu í 1977 umrøddi
hent, er hann ikki beiskur. Tað fái eg ikki brúkt til nakað. Nú er at lata tað farna vera farið og at líta frameftir at vita, hvat morgindagurin hevur at bjóða okkum. Og hann hevur ikki heilt avskrivað [...] fyri okkum. Men tað gerst ikki við. Nú er at vita, hvat morgindagurin hevur at bjóða. Viberg Sørensen, skipari á Tvøroyri er ikki beiskur. Men hann kundi havt allar góðar grundir til at verið tað. Tí nú noyðast [...] var okkara partur av uppgávuni og tað kláraðu vit til fulnar sigur Viberg Sørensen. Men tað ófatiliga hendi, at hóast vøran var fyrstafloks, bar ikki til at selja hana. Hann sigur, at áðrenn teir fóru undir
løtur tykjast langar. Tí var tað ikki óvanligt, at sjúklingarnir fingu sær eitthvørt ítriv fyri stytta sær stundir tær mangan drúgvu sjúkralegurnar. Eitt nú var tað ikki ókent, at sjúklingar telgdu og bygdu [...] nevnt hana eftir konuni, ella kanska eini dóttir. Vit vita eisini, at hon varð burturlutað, kanska til frama fyri Sanatoriið. Tann, sum vann sluppina var Jacobina Johannesen, vanliga nevnd Bina hjá Poul
sjálvandi glett seg til slík tiltøk, tí tað hendi ikki so avbera nógv av slíkum í føroyska samfelagnum tá. Tey hava glett seg til at hitta vinir og kenningar aðrastaðni úr landinum, sum tey ikki høvdu sæð í [...] verið spennandi at fara frá húsum til fólkafundar, til gongu upp um fjøll, ella tey hava sett seg til árarnar. ?Firðir og fjøll ei ferðini forða³, sum IPG tekur til í einum einum av sínum vælyrktu f [...] koma heim at vitja slíkan dag - ikki til gongu ella við árabáti, men við stórum ferðamannaskipi og ígjøgnum berghol. Tað er ikki langt síðani, tit sóust, kanska ikki longri síðani enn seinasta vikuskiftið
skaða í Klaksvík seinasta vikuskifti og hevur ikki vant hesa vikuna. Hann verður helst ikki við í morgin, men tað verður hin jugoslavin, sum fyri kortum kom til landið. Ronnie Samuelsen fekk tvey gul kort [...] fyrr í ár, men hevur ikki kunnað spælt ein heilan dyst. KÍ-venjarin Jóannes Jakobsen harmast um, at Allan Joensen ikki fær spælt. Hann sigur, at teir hava umhugsað at senda hann niður til onkran serfrøðing [...] vit hava sæð higartil, ber illa til at spáa um nakað frammanundan. HB og NSÍ hava fult stigatal eftir tveir teir fyrstu dystirnar, og síðani er eitt lítið glopp niður til næstu liðini. Øll tey tíggju liðini
analysera tey bæði feløgini, kemur hann fram til tvey fullkomiliga ymisk úrslit. ? FCK er ein fyritøka, sum er sett á stovn fyri at vinna pengar, og ger fyritøkan ikki tað, finna menninir aftanfyri felagið bara [...] eitt hægri mál. ? Eg havi kensluna av, at meðan FCK steðgar tá tað ikki er stuttligt longur, vil Brøndby halda fram sjálvt um tað ikki eru pengar og heiður við í spælinum, sigur Henrik Dahl. FCK hevur ein [...] bilbukt við mótgongd. Ikki tí at teir bláu og gulu eisini kunnu verða vánaligir taparar og skylda uppá dómarar og onnur, men samanhaldið er framvegis har. ? Hinvegin sær tað út til, at í solidariteturin
Var Todi Jónsson dani hevði hann verið landsliðsaktuellur til danska HM-landsliðið. Tað ivast stjórin í FCK Keypmannahavn, Flemming Østergaard, ikki í. ? Tá Todi er frískur og í toppformi hevur hann europeiskan [...] europeiskan klassa. Og hevði hann verið dani ? og ikki føroyingur ? hevði hann verið landsliðsaktuellur í hesum døgum. Tað er ikki bara nakað, sum eg haldi, tað er nakað, sum eg veit, sigur hann. ? Todi er [...] avgjørdi hann at flyta til FCK, fyri at fáa kreppurakta felagið á rætta kós aftur, og Todi Jónsson var ein av teimum allarfyrstu spælarunum, sum hann legði seg eftir at fáa til FCK. Eftir drúgvar samráðingar
Og út frá teimum er ikki ringt at gita, hvar Óli er staddur politiskt. ? Tað er rætt, at eg eri kritiskur yvir fyri hesum ?superføroyingunum?, sum ganga inn fyri at kvetta øll bond til Danmarkar. Tað hevði [...] frítíðarítriv sítt, nevniliga at tekna til ávís endamál. ? Mær hevur altíð dámað væl karikaturtekningar, so eg beyð blaðstjóranum á Sosialinum, Jan Müller, at gera tekningar til blaðið, minnist Óli. Síðani tá [...] tey stóru donsku bløðini hava ein og teir hava fingið danir at flenna í ártíggju at politikarum, men ikki minst at teim sjálvum. Í Føroyum er Óli Petersen tann einasti. Nógvir lesarar kasta seg yvir tekningar
vildi sjálvsagt komið aftur, um Barbara var í uppskoti til ein Oscar, verður sagt í ársfrágreiðingini. Men fer Barbara ikki at lokka fremmand ferðafólk til Føroya í summar, hevur føroyska ferðavinnan kortini [...] Stóru vónirnar ferðavinnan í Føroyum setti til Barbaru-filmin tykjast ikki at fara at halda. Sambært ársfrágreiðingini hjá Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya sýnist effektin av filminum at vera burtur [...] einsamøll umboðaðu um 2-3000 gistingar. Framgongdin í gistingum broyttist til eina lítla afturgongd í fjør. Høvuðsorsøkin til minkingina er, at føroyingar nýta gistingarmøguleikarnar minni. Ístaðin fyri