Hetta var eitt øgiligt bakkast fyri okkum. Men tað gerst ikki við. Nú er at vita, hvat morgindagurin hevur at bjóða.
Viberg Sørensen, skipari á Tvøroyri er ikki beiskur.
Men hann kundi havt allar góðar grundir til at verið tað.
Tí nú noyðast hann at ásanna, at ein stórur partur av tí slóðbrótandi arbeiði hann fór undir innan fiskivinnuna, er fulkomiliga miseydnað og at hann má gevast.
Og tað, sum uppaftur verri er: Hann noyðist at selja skipið.
Bara hálvur sannleikin
Tað var fyri nøkrum árum síðani, at Viberg Sørensen tók tey væltugdu orðini í fullum álvara um, at vit eiga at gera meiri við at virka fiskin í landinum.
Tí fór hann undir at rigga Suðurvarða til at fiska svartkalva og at viðgera og roykja hann umborð.
Men at siga, at hetta tiltakið miseydnaðist, er bara hálvur sannleikin.
Tí viðgerðin umborð gekk av tí allarbesta.
Vit komu til lands við eini fiskavøru, sum øll vóru samd um, var fyrstafloks, Tað var okkara partur av uppgávuni og tað kláraðu vit til fulnar sigur Viberg Sørensen.
Men tað ófatiliga hendi, at hóast vøran var fyrstafloks, bar ikki til at selja hana.
Hann sigur, at áðrenn teir fóru undir hetta tiltakið, kannaði hann møguleikarnar, og tað hann fekk at vita fleiri staðni frá, var, at tað fóru ikki at standast trupulleikar av at selja vøruna. Tvørturímóti skuldi hetta akkurát vera tað rætta.
Annars fóru vit sjálvandi ikki í holt við tað.
Men tað skuldi ganga øðrvísi.
Tí hóast fleiri seljarar hava roynt seg, bara tað altso ikki til at sleppa av við vøruna, sigur.
Av tí sama verður neyðugt hjá teimum at selja Suðurvarða. Avtala er so gott sum gjørd við Grønlendingar um at keypa skipið.
Hann selur Suðurvarða, tí hann er tað dýrara skipið.
Hetta var eitt stórt bakkast fyri okkum, tað skerst ikki burtur. Nú eru vit bumbaðir fleiri ár aftur í tíðina.
Vit eru enntá langt aftanfyri har, vit byrjaðu, tí henda royndin hevur kostað okkum eina rúgvu av pengum.
Men tað ringasta er ikki at missa pengarnar.
Tað ringasta er at missa álitið á, at tað ber til at virka fisk í Føroyum, leggur hann afturat.
Viberg Sørensen sigur, at nú Suðurvarði verður seldur, fara teir at gera Anitu út til aftur at fiska svartkalva við.
Hann roknar við at fara fyrsta túrin í komandi viku.
Hann leggur ikki í at tosa um, hvussu nógvar pengar, hetta hevur kostað honum.
Men høvdu vit fingu veruliga gongd á, høvdu vit havt eini 16-18 arbeiðspláss, sigur hann.
Hann sigur, at hóast hann er sera harmur um tað, sum er hent, er hann ikki beiskur.
Tað fái eg ikki brúkt til nakað.
Nú er at lata tað farna vera farið og at líta frameftir at vita, hvat morgindagurin hevur at bjóða okkum.
Og hann hevur ikki heilt avskrivað allar møguleikar at royna okkurt annað.
Men hann viðgongur, at tann, sum skal undir nakað nýtt í Føroyum, krevur at hava stórt dirvi.
Pengarnar í landinum
Reiðarin og skiparin á Suðurvarða sigur, at teir fóru undir hesa royndina at roykja svartkalvan umborð tí at teir hildu at tað var skeivt av føroyingum at útflyta rávøru til aðrar at gera burturúr.
Fyrr fiskaðu vit svartkalva og sendi hann óvirkaðan niður til Týsklands at verða virkaðan og royktan.
Tað hildu vit verða skeivt. Vit hildu, at vit skuldu royna at lyfta okkum uppum hetta at hava sama støði sum menningarlondini við at vera rávøruútflytarar.
Tí fóru vit undir at virka og roykja fiskin umborð, eftir at hava kannað møguleikarnar og fingið at vita, at tað var ongin trupulleik iat sleppa av við vøruna
Tað, vit fingu at vita, var at tað skuldi als einki verið í vegin fyri at fingið tvær ferðir so nógv fyri fiskin, enn vit høvdu fingið við at avreitt hann óvirkaðan.
Tað var hesa virðisøkingingina, vit hildu, átti at komu okkum til góðar, heldur enn týskarum.
Hann sigur, at táið tað verður hugsað um dygdina á fiskinum, skuldi einki verið meiri sjálvsagt, enn at hann bleiv viðgjørdur umborð, púra fskur, tí tá skuldi hann verið fyrstafloks - og tað var hann eisini.
Men nú noyðast vit so aftur til tað gamla.
Nú fara vit aftur at fiska svartkalva, kryvja og frysta hann, og avreiða hann fleiri dagar gamlan á eitt flakavirki, sum sendir hann víðari til Týsklands at roykja, uppaftur fleiri dagar eldri.
Og niðurstøðan hjá Viberg Sørensen aftaná hetta ævintýrið er stutt og greið:
Alt tos um at meirvirka fisk í Føroyum er tað bera orðaskvaldur.
Vit klekja 70 handilsskúlanæmingar um árið, hvørs ?spesiali³ skuldi verið keyp og søla. Men kortini mugu vit so ásanna, at tað ber so ikki til at selja eina fyrstafloks fiskavøru.
Og Suðurvarði? - ja hann ætla grønlendingar at fiska svartkalva við, sum skal virkast umborð....