Á Sanatoriunum í Hoydølum mundu nógvar løtur tykjast langar.
Tí var tað ikki óvanligt, at sjúklingarnir fingu sær eitthvørt ítriv fyri stytta sær stundir tær mangan drúgvu sjúkralegurnar.
Eitt nú var tað ikki ókent, at sjúklingar telgdu og bygdu modellskip.
Eitt av teimum modellskipunum, sum varð bygt á Sanatoriunum er sluppin, sum er avmyndað yvirav.
Og tað er um hana, vit sóknast eftir upplýsingum.
Tað, sum vit vita um hana, er, at ein sjúklingur á Sanatoriunum í Hoydølum hevur gjørt hana í fýratiárunum, helst fyrst í fýratiárunum.
Tann, sum hevur bygt sluppina hevur givið henni nummari TN 7 og hon hevur fingið navnið ?Lina³
Men tað er óvist um nøkur slupp veruliga hevur itið so.
Kanska hevur hann bara nevnt hana eftir konuni, ella kanska eini dóttir.
Vit vita eisini, at hon varð burturlutað, kanska til frama fyri Sanatoriið.
Tann, sum vann sluppina var Jacobina Johannesen, vanliga nevnd Bina hjá Poul á Apotekinum, sum hon var gift við, tey búðu á Kirkjuvegi 2.
Vit vita eisini, at sluppin varð sýnd fram eina ólavsøku í sýnisglugganum í tubbakshandlinum, sum fyrr var á Áarvegnum.
Nú er tað Poul Johannesen í Sandvík, sum eigur sluppina.
Tað, vit sóknast eftir, um nakar lesari veit, hvør hevur bygt sluppina, ella um nakar hevur aðrar upplýsingar um hana.
Tey, sum vita nakað um sluppina, eru vælkomin at siga undirritaða á Sosialinum frá, á tlf nr.: 37 53 04.