Á fyrsta tingfundi hjá nývalda løgtinginum varð Finnbogi Ísakson valdur til nýggjan løgtingsformann.
Finnbogi Ísakson er gamal í politikki. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum 8. november í 1966. Tá var hann einans 23 ára gamal - hann er føddur 7. februar í 1943.
Finnbogi Ísakson varð afturvaldur við øll valini fram til 1984, tá hann ikki stillaði uppaftur. Finnbogi Ísakson varð tá farin í starv, sum tíðindamaður, í nýggja sjónvarpinum.
Men til løgtingsvalið í 1988 stillaði hann uppaftur, men varð ikki valdur. Hann gjørdist kortini landsstýrismaður í fíggjarmálum í landsstýrinum millum Tjóveldisflokkin, Fólkaflokkin, Kristiliga Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum sat í nakrar fáar mánaðir frá januar til juni 1989.
Tá samgongan slitnaði í juni í 1989, varð nýggj samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin. Tá fór Jóngerð Purkhús, sum tá var tingmaður, í landsstýri, og Finnbogi Ísakson tók sætið á tingi. Við valið í 1990 varð Finnbogi Ísakson afturvaldur - og hevur verið valdur síðani.
Finnbogi Ísakson hevur verið landsstýrismaður í fleiri tíðarbilum. Hann gjørdist landsstýrismaður tá Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin go Tjóðveldisflokkurin skipaðu samgongu í 1975. Hann umsat m. a. samferðslumál og var hetta tað tíðarskeiðið, tá eitt nú Smyril varð keyptur og Postverkið yvirtikið.
Næsta skeiðið hjá Finnboga Ísakson í landsstýrinum var, sum longu nevnt, í 1989. Hann gjørdist aftur fíggjarmálaráðharri í 1993, tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skipaðu samgongu, sum sat til valið í juli 1994.