FCK er at sammeta við eitt hvørt annað framleiðslutól, sum hevur til endamáls at skapa yvirskot, meðan Brøndby meiri er eitt veruligt fótbóltsfelag sum skapar vón og dreymar í einum øgiligum býarparti.
Fótbóltsáhugaði Henrik Dahl, sum er sosiologur og granskar lívsstíl, er ein bersøgin maður, og hann hevur greiðar meiningar um tey bæði stóru fótbóltsfeløgini í Keypmannahavn, sum Kristi Himmalferðardag spæla steypafinalu í Ítróttarparkini.
? Tá eg hugsi um FC Keypmannahavn, síggi eg fyri mær nakrar handilsmenn og eitt framleiðslutól. Tað kundi verið ein og hvør verksmiðja, sum hevur til endamáls at vinna pening. Í FCK eru spælararnir framleiðslutólið, sum framleiðir fótbólt og pengar.
? Brøndby er er meiri eitt veruligt fótbóltsfelag, sum framleiðir nakað heilt annað, nevniliga vón. Og tað er tað sanniliga brúk fyri í tí ræðuliga Brøndby, sigur hann og vísur til stóra arbeiðsloysið og sosialu neyðina annars, sum er at finna í Brøndby-umráðnum.
FCK skal vinna pengar
Keypmannahavn er býurin við teimum stóru møguleikunum, og Henrik Dahl metir stríðið millum FCK og Brøndby hava stóran positivan týdning fyri danskan fótbólt og menningina av honum.
Men skal hann út frá sínum faki analysera tey bæði feløgini, kemur hann fram til tvey fullkomiliga ymisk úrslit.
? FCK er ein fyritøka, sum er sett á stovn fyri at vinna pengar, og ger fyritøkan ikki tað, finna menninir aftanfyri felagið bara uppá okkurt annað. Tað hevur alt at siga fyri FCK, at felagið stendur seg væl og vinnur okkurt.
? Brøndby er harafturímóti blivið eitt felag, tí nøkur fólk hava tikið seg saman um at skapa samanhald og møguleikar. Víst spælir Brøndby fótbólt fyri at vinna, men tað snýr seg eisini um eitt hægri mál.
? Eg havi kensluna av, at meðan FCK steðgar tá tað ikki er stuttligt longur, vil Brøndby halda fram sjálvt um tað ikki eru pengar og heiður við í spælinum, sigur Henrik Dahl.
FCK hevur ein
strangan pápa
Henrik Dahl heldur, at í Brøndby duga teir betri at fáa bilbukt við mótgongd. Ikki tí at teir bláu og gulu eisini kunnu verða vánaligir taparar og skylda uppá dómarar og onnur, men samanhaldið er framvegis har.
? Hinvegin sær tað út til, at í solidariteturin í FCK hvørvur, tá liðið tapir. So skulu syndabukkar finnast, og teir sum koma í ónáðir skifta til onnur felag, meðan teir sum eru í aldudalinum í Brøndby bara verða sendir niður á 2. lið fyri at koma fyri seg.
? FCK stendur fyri tí sum er nýmótans. Har finna teir fram til teir seku ístaðin fyri at bakka upp um hvønn annan. FCK hevur ein strangan pápa. Brøndby hevur ein stoltan pápa.
Í Brøndby eru teir
meiri niðri á jørðini
Henrik Dahl heldur, at í Brøndby hava teir skilt, at støðug viðurskifti hava týdning. Teir brúka teir somu spælararnar í longri tíð og tað er ein partur av frágreiðingin um hví felagið hevur staðið seg so væl.
? FCK er meiri merkt av útskiftingum av bæði spælarum, leiðarum og venjarum, og tað líkist meiri tí, sum vit kenna til frá einum nútímans samfelag. Í Brøndby eru teir meiri niðri á jørðini, heldur hann.
? Brøndby brúkar ikki bara spælarar í langa tíð, teir spæla eisini sama slagið av fótbólti, og sjálvt um tað ikki altíð er so pent at hyggja at, gevur tað úrslit og stabilitet.
? FCK roynir at leggja eitt hægri tekniskt støði, men har er tað ofta hent, at skurðviðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði.
Hósdagin standa tey bæði ymisku feløgini aftur yvir fyri hvørjum øðrum.