tey fyrstu loyvini verða so latin næsta summar. ? Hetta er ikki rætta løtan til at tosa um treytir fyri 1. útbjóðing, men vit hava valt hetta høvi her á føroyska básinum á oljumessuni í Aberdeen til at siga
økinum, er tað ikki so? ? Jú, tað er rætt. Sjálvur haldi eg eisini at tað er í meira lagið. Skilir tú, um borgarar í Havn halda tað vera løgið, nú hesi bæði málini fella saman? ? Tað veit eg ikki. Her er sum [...] mál Men so er tað hin spurningurin. Er tað ikki eitt løgið samanfall, at býráðið, á sama fundi, sum tað vrakar eini umsókn um stuðul, keypir ein avgamlan bygning fyri eina mió. frá B36? ? Her snýr tað seg [...] býráðið keypa bygningin. Men er tað ikki í meira lagið, at keypa handan bygningin fyri eina mió. krónur, tí kappingin um bygningin er ikki serliga stór, tá alt kemur til alt? ? Tað er nokk í meira lagið, men
á, at tað er Páll á Reynatúgvu, ið er framsøgumaður í málinum, og tí er tað hann, ið skal tosa floksins vegna. Tískil vil hann ikki siga meira enn, at øll skulu vera eins fyri lógini, og tí er tað ikki [...] samtykt á tingi fyrsta dagin, men spurningurin er, um tey tímaløntu fáa somu rættindi. Uppskotstillararnir eru 14 í tali, og sostatt er vist, at í hvussu er 14 atkvøðum fyri at broyta dagpeningaskipanina [...] uppskotið skal vera samtykt er neyðugt við einum meiriluta á 17 av teimum 32 tingfólkunum, og nógv bendir á, at samgongulimir ikki fara at atkvøða fyri, av teirri orsøk, at landsstýrið er á veg við einum betri
valt at kalla teigin ?Spyr um Hvítu? er so eitt. Men sjálvandi er ætlanin ikki at avmarka seg bara til tað, sum stendur og verður viðgjørt í hesi bók. Ætlan okkara er at fáa eitt orðaskifti, at seta spurningar [...] fjølbroytt men eisini krittiskt. Ætlan okkara er at lata spurningar til bæði landsstýrisfólk, umboð fyri politisku andstøðuna og fakfólk annars. Um so er, at onkur hevur fingið ta fatan við at lesa um [...] um tiltakið í Sosialinum í gjár, at tiltakið serliga er ætlað Høgna Hoydal og løgmanni, so er hetta antin miskilt, ella hava vit ikki megnað at lýst nóg væl, hvat hetta snýr seg um. Ætlan okkara hevur verið
dagpengalógini fram, er mikið hugsandi, at uppskotið verður samtykt. Hesir flokkar hava 14 tingmen. Tað merkir, at teimum tørva tríggjar samgonguatkvøður fyri at fáa uppskotið samtykt. Nú er talan um eitt a [...] samfelagnum. Tí var tað sjálvandi svárt, at nakrir borgarar mátta lata vunnin rættindi í kreppuárunum (her hugsa vit um lógina um karensdagar, sum uttan iva verður avtikin á tingi fyrsta dagin). Men hetta gjørdu [...] fremur við ikki eisini at lata tímaløntu føroyingum somu rættindi undir sjúku, sum fastløntum. Tað er ikki at skilja, at landsstýrið ikki fyri einaferð skuld kann javnseta hesar báðar bólkar, tá høvi býðst
Blaðið kostar 8 krónur í leysasølu. Trúboðin er eisini komin út. Tað er blað nummar 14, august 1999. Tað er 57. árgangur. Blaðið er í litum á forsíðuni. Innihaldið er andaligt, umframt greinar um ymiskt, t.d [...] Kirkjuligt Missiónsblað nr 8, august 1999, er komið út. Hetta er 52. árgangur hjá bkaðnum, sum Kirkjuliga Missiónsfelagið gevur út. Í blaðnum er andaligt tilfar og greinar um ymiskt arbeiði. Í blaðstjórnini [...] summarlegu og konsertir. Eisini er forvitnisligt innlegg í blaðnum, nevnt Útisetin. Her verður greitt frá ymsum, ið fer fram aðrastaðir, einamest í Danmark. Trúboðin er málgagn hjá Kirkjuligu Heimamissiónini
oljuvinnan fer at merkja fyri Suðuroynna er vónleyst at siga. Men vanliga metingin er, at støðan her verður tan sama, sum hon hevur verið aðrastaðni. Og tað er, at í fyrstuni verða tað mest útlendsk a [...] Thomsen, ið er skrivari í Suðuroyar oljuvinnuráði, sum eisini hevur fingið navnið Suðuroyar Oil Cunsult, SOC. Á ferðini á Tvøroyri endurtóku umboðini fyri Danbor, at teir halda, at Drelnes er best egnaða [...] søgdu Danbor-menninir fyri oljuvinnuráðnum í Suðuroy. Harafturat er stórt uppland á Drelnesi, eins og eitt stórt úrval av ymsum tænastum er í Suðuroynni. Ikki pláss fyri Smyrli Tummas Thomsen sigur, at
stig. Hetta er nakað, sum vit venja hvørja ferð vit eru saman, men eftir at hesin veikleikin hevur verið burtur í fleiri dystum, er hann komin aftur nú hesar seinastu dystirnar, og tað er sera harmiligt [...] Simonsen vónbrotin, tá hann eftir lokið stríð og enn eitt tepurt tap møtti føroysku pressuni. ? Det her er rigtig træls, helt danski venjarin fyri, og útgreinaði, at í einum dysti, har mótstøðumenninir ongan [...] Hvussu heldu tú, at tað hevði myndast, um teir ikki høvdu havt fingið hatta málið? ? Tað er hypotetiskt tos, men tað er ikki óhugsandi, at teir, sum dysturin hevði liðið, høvdu kent seg noyddar at fara longri
koma aftaná meg. Hvussu leingi er ?arbeiðstíðin? hjá tær ? Hon er frá 8.00 á morgni og til 14.00 seinnapart. Er tað stutligt at vera her ? Ja, tað er sera stuttligt at vera her. Navn: Tummas R.Olsen. Aldur: [...] slapst inn her? Eg hevði eisini valt Sparikassan sum næsta ynski og Fóm sum triðja ynski. Hvussu leingi er ?arbeiðstíðin? hjá tær? Hon er frá 8.00-15.00, hvønn dag. Er tað stuttligt at vera her ? Ja, eg [...] Kirkjubø, og tá smekkaði eg bara til og fór her, men eg angri tað SLETT IKKI. Er tað stutligt at vera her? Ja, MEGA MEGA stutligt. Um tú hevði fingi arbeið her, hevði tú tikið ímóti tí? Ja, tað vænti eg
óneyðugur kynsmismunur ikki verður gjørdur. Her eigur eisini nakað at verða gjørt, tí í roynd og veru er tað bakvent at kalla eina kvinnu ein mann - tá hon ikki er maður. ? Jú, vit vita, at maður merkir menniskja [...] NordFag-heiðurslønin fór til Turið Debes Hentze, sum hevur staðið á odda í javnstøðustríðnum í Føroyum. Tað er einki at taka seg aftur í, at nógv hava argast inn á Turið Debes Hentze - og at nógv argast inn á hennara [...] okkara skal vera, at hon heldur fram við stríðnum - tí tað sæst nakað eftir, og ein hugburðsbroyting er á veg. Vit síggja eisini hetta stríðið í kirkjuni, har nakrir fáir menn royna at halda kvinnuligum