Glottar hómast fyri javnrættindum

Fólkaræðið virkar ikki, um ikki bæði kynini hava somu ávirkan á politikkin, segði íslendskur ráðharri, sum vitjaði í Føroyum fyrr í summar. Hon hevur í Íslandi staðið á odda fyri stríðnum um at vinna kvinnum størri ávirkan á politikkin.

Við hesum í huga var tað sera hugvekjandi, at NordFag-heiðurslønin fór til Turið Debes Hentze, sum hevur staðið á odda í javnstøðustríðnum í Føroyum.


Tað er einki at taka seg aftur í, at nógv hava argast inn á Turið Debes Hentze - og at nógv argast inn á hennara sjónarmið um, at kvinnur og menn eiga javnbjóðis rættindi. Vit kunnu bert staðfesta, at Føroyar á hesum øki eru eftirbátur, borið saman við støðuna í okkara grannalondum.


Sum forkvinna í javnstøðunevndini gjørdi Turið Debes Hentze vart við, at landsins kosnu menn og kvinnur brutu javnstøðulógina, tá fólk, tó serliga menn, vórðu vald í nevndir og ráð. Og hóast politikarar vistu hetta, so royndu teir at sláa hetta upp í glens - tí hetta hevði ikki so nógv upp á seg.


Men tað gekk ikki. Nevndir og ráð máttu veljast umaftur, eftir at klókir, lógkønir menn í mánaðir høvdu kannað viðurskiftini - og komu til ta niðurstøðu, at lógin varð brotin. Men avleiðingar vóru ongar, og nógv fólk hildu, at hetta stríð var óneyðugt fjas?


Á hesum stað skulu vit bara ynskja Turið Debes Hentze hjartaliga tillukku við heiðurslønini. Og áheitan okkara skal vera, at hon heldur fram við stríðnum - tí tað sæst nakað eftir, og ein hugburðsbroyting er á veg.


Vit síggja eisini hetta stríðið í kirkjuni, har nakrir fáir menn royna at halda kvinnuligum prestum uttanfyri. Teir siga hetta við Halgubók í hondini - hóast veruliga endamálið mangan tykist vera, at teir fáu missa tamarhaldið, um fólkið í breiðastu merking kemur at merkja kirkjuna.


Vit síggja eisini hetta stríð í mállæruni. Nógvir av okkara eldru málprofetum vilja ikki laga málið soleiðis, at óneyðugur kynsmismunur ikki verður gjørdur. Her eigur eisini nakað at verða gjørt, tí í roynd og veru er tað bakvent at kalla eina kvinnu ein mann - tá hon ikki er maður.


? Jú, vit vita, at maður merkir menniskja, men vit kunnu akkurát tað sama kalla ein spaka fyri ein spaka og eina kvinnu fyri eina kvinnu?