Jan Múller
Aberdeen
Tað var fyri innbodnum frá øllum oljufeløgunum, sum hava víst áhuga fyri Føroyaøkinum, umboðum fyri oljuídnaðin annars eitt nú seismikkfeløgum og altjóða oljupressuni, at Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, seinnapartin týsdagin lat av fyrsta veruliga almenna startskotið til oljuleiting við Føroyar.
Eyðun Elttør segði, at fyrsta føroyska útbjóðingin verður alment latin upp í januar ár 2000 og letur aftur í apríl, og tey fyrstu loyvini verða so latin næsta summar.
? Hetta er ikki rætta løtan til at tosa um treytir fyri 1.
útbjóðing, men vit hava valt hetta høvi her á føroyska básinum á oljumessuni í Aberdeen til at siga umheiminum, at vit eru um at vera klárir til 1. útbjóðing og við hesum eisini at gera vart við, at vit hava ein heimaídnað, sum ynskir at luttaka í eini komandi oljuleiting.
Eyðun Elttør segði víðari, at samstarv millum føroyskar fyritøkur og altjóða oljuídnaðin fer eisini at geva føroyskum fyritøkum royndir og eina betri fatan av, hvussu hesin altjóða ídnaðurin arbeiðir.
? Vit síggja eisini fram til at halda fram við okkara góða samstarvi við altjóða oljuídnaðin - frá byrjan við forkanningum o.l. til eina veruliga oljuleiting. Við at arbeiða saman kunnu vit røkka úrslitum, sum bæði kunnu gagna oljuídnaðinum og føroyska samfelagnum