Sveinur Tróndarson
Tað var býráðsfundur í Havn mánakvøldið, og millum málini á skránni vóru tvey, sum á ein ella annan hátt høvdu við ítróttarfeløg at gera.
Annað var umsóknin frá teimum báðu stóru feløgunum í Havn, HB og B36 um stuðul til byggning av nýggjari høll, sum skal liggja millum felagshúsini bæði við Ovara vøll í Gundadali. Hesi umsókn gekk býráðið ikki á møti, og tað vil siga, at feløgini mugu útvega sær tær írestandi uml. 950 túsund krónurnar aðrastaðni.
Hitt málið var málið um gamla B36 húsið. Her skuldi býráðið taka støðu til, um tað framhaldandi vildi leiga gamla B36 húsið til barnaansing, ella um húsið skuldi keypast. Avgerð varð tikin um tað seinna, og við tí fekk B36 eina millión í kassan.
Fyri uttanfyristandandi kann tað tykjast heldur enn ikki løgið, at samstundis, sum býráðið avvísir eini umsókn um stuðul, so verður peningur kortini latin øðrum felagnum, um tað so enn er av aðrari konto.
Vit hava spurt Heðin Mortensen um tað ikki er eitt løgið samanfall í hesum málum.
Hví vilja tit ikki veita stuðul til ætlanina?
? Eingin hevur krav upp á at fáa stuðul frá býráðnum. Vit kunnu veita upp til 15 prosent í stuðli, men vit halda at vit hava veitt nokk í fyrsta umfari, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at býráðið hevur gjørt alt øki í Gundadali byggibúgvi, og at grundøkið, sum tað liggur nú, hevur kostað býráðnum umleið eina millión krónur. Tað heldur hann ikki, at feløgini hava tikið hædd fyri.
Heðin Mortensen heldur ikki, at feløgini hava tikið hædd fyri, at tey hava fingið 30 prosent í stuðli til nýggju felagshølini í Gundadali og til gomlu felagshølini, sum standa við Niðara vøll.
? Annars halda vit eisini at tað er neyðugt at hava í huga, at barnaansingin og eldrarøktin liggja illa fyri, og tí er tað eisini ein spurningur um raðfesting, tá henda umsóknin verður avvíst, sigur Heðin Mortensen.
Løgin samanseting
Annars heldur Heðin Mortensen at tað er ein heldur løgin samanseting, sum liggur aftanfyri byggiætlaninar í Gundadali.
? Tað eru HB og B36 sum eiga bygningin, men ein partur av honum skal leigast út til eitt annað felag, og tá verður tað forrætning. Tað halda vit ikki, at býráðið eigur at fara inn at stuðla, sigur Heðin Mortensen.
Hann setur eisini spurnartekin við, um tað er rætt, at ein fyritøka kemur inn á ítróttarøki á henda hátt, hóast talan er um eina nýggja ítrótt.
? Eftir míni meting hevði tað verið rættari, um tað vóru feløgini sjálv, sum fóru undir bovlingina, heldur enn at tað er ein fyritøka, sum skal dríva forrætning, sum skal leiga frá feløgunum. Tað fer at skapa eitt virksemi og eitt trýst í Gundadali, sum vit ikki hava tikið hædd fyri, sigur Heðin Mortensen.
Hóast tað er býráðið, sum skal geva endaliga loyvi til bovlingina í Gundadali, so metir Heðin ikki at býráðið fer at nokta bovlingfyritøkuni at sleppa í nýggja bygningin.
B36 húsið er
eitt annað mál
Men so er tað hin spurningurin. Er tað ikki eitt løgið samanfall, at býráðið, á sama fundi, sum tað vrakar eini umsókn um stuðul, keypir ein avgamlan bygning fyri eina mió. frá B36?
? Her snýr tað seg um eitt heilt annað mál, og tað hevur yvirhøvur einki við málið um nýggja bygningin at gera, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at býráðið hevur leigað gamla B36 í nógv harrans ár, og at avtalan antin skuldi endurnýggjast ella skuldi býráðið keypa bygningin.
Men er tað ikki í meira lagið, at keypa handan bygningin fyri eina mió. krónur, tí kappingin um bygningin er ikki serliga stór, tá alt kemur til alt?
? Tað er nokk í meira lagið, men havandi í hugað, at pengingurin fer til ungdómsarbeiði, so er tað til at bera. B36 vildi hava meira fyri bygningin, men tað fingu teir ikki.
Men tað eru enn nógvir pengar tá hugsað verður um, at einki annað virksemi enn ítróttur og barnaansing kunnu vera á økinum, er tað ikki so?
? Jú, tað er rætt. Sjálvur haldi eg eisini at tað er í meira lagið.
Skilir tú, um borgarar í Havn halda tað vera løgið, nú hesi bæði málini fella saman?
? Tað veit eg ikki. Her er sum sagt talan um tvey sjálvstøðug mál. Eg rokni ikki við, at B36 fer at brúka allar pengarnar til nýggja húsið, tí tað er dýrt at reka eitt ítróttarfelag, sigur Heðin Mortensen at enda.