Tjóðveldisflokkurin nú høvi at vísa lit?

Morgindagurin kann gerast ein stórur dagur fyri tann tímlønta føroyingin - tí í morgin verður tað, at vit fáa eina ábending um, hvørt okkara kosnu menn og kvinnur unna tímalønta føroyinginum somu treytir undir sjúku, sum tey unna teim fastløntu.

Tað hevur verið eitt langt stríð hjá løntakarafeløgum - og teimum politikarum, ið hava stríðst fyri rættindum løntakaranna - at vinna tey rættindi, sum vit hóast alt hava í føroyska samfelagnum. Tí var tað sjálvandi svárt, at nakrir borgarar mátta lata vunnin rættindi í kreppuárunum (her hugsa vit um lógina um karensdagar, sum uttan iva verður avtikin á tingi fyrsta dagin). Men hetta gjørdu løntakararnir við solidariskum huga - stóðu saman øksl móti øksl í stríðnum at fáa landið úr búskaparkreppuni. Hetta eiga politikararnir í dag at hava í huga.


Vit hava á hesum stað fyrr víst á tann ójavna, ið landsstýrið nú fremur við ikki eisini at lata tímaløntu føroyingum somu rættindi undir sjúku, sum fastløntum. Tað er ikki at skilja, at landsstýrið ikki fyri einaferð skuld kann javnseta hesar báðar bólkar, tá høvi býðst - við at broyta lógina um dagpengar, so tey tímaløntu eisini fáa dagpengar frá fyrsta sjúkradegi.


Fólkaflokkurin hevur longu gjørt greitt, at flokkurin ikki tekur undir við at taka av lógina um karensdagar. Hetta var sjálvandi hugsandi, tí tað eru ikki júst sosialu viðurskifti løntakaranna, ið liggja flokkinum fremst í huga. Kortini var tað landsstýrismaður Fólkafloksins, ið legði uppskotið fram.


Tá nú Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin standa saman um at leggja uppskotið um broytingar í dagpengalógini fram, er mikið hugsandi, at uppskotið verður samtykt. Hesir flokkar hava 14 tingmen. Tað merkir, at teimum tørva tríggjar samgonguatkvøður fyri at fáa uppskotið samtykt.


Nú er talan um eitt andstøðuuppskot - og av royndum vita vit, at samgongupolitikarar treyðugt taka undir við teimum. Umberingin plagar at eita, at landsstýrið arbeiðir við málinum. Men Tjóðveldisflokkurin hevur nú fleiri eldhugað ungfólk í tingbólkinum, sum hava roynt at víst seg sum stuðul løntakaranna.


Eitt upplagt høvi hjá Tjóðveldisflokkinum at melda út løntakarapolitikkin?