Almenningurin og Hvítabók

? Til tess at savna spurningar fyri og ímóti ríkisrættarliga rákinum, er Sosialurin er farin undir at savna spurningar, sum verða svaraðir, tá allir partir eru til reiðar - um eina góða viku

Í blaðnum í gjár varð lýst við nýggjum tiltaki í blaðnum: ?Spyr um Hvítu?. Endamálið við hesum tilfari er at lýsa bæði innihald í Hvítubók og eisini vantandi innihald. Nettupp nú tá so stórar og kollveltandi broytingar standa fyri framman í føroyska samfelagnum hevur tað ómetaliga stóran týdning, at eitt so stórt og álvarsligt mál sum framtíðin hjá okkum øllum og okkara eftirkomarum verður so væl lýst sum til ber, sakliga og breitt, frá øllum síðum.

Føroyska pressan hevur eina stóra ábyrgd í hesum:

? at lýsa viðurskiftini væl og virðiliga - frá øllum síðum og sjónarvinklum. Her verður bæði hugsað um at endurgeva og lýsa, hvat Hvítabók sigur okkum, men so sanniliga eisini, hvat hon ikki sigur okkum ? hvørjar spurningar hon ikki setur og tí eisini hvørji svar vanta.

Eitt politiskt orðaskifti um Hvítubók er nakað ambuterað, tá andsstøðan á løgtingi hevur valt at bíða við at úttala seg. Argumentini eru skiljandi. Nú landsstýrið hevur havt góða tíð at kunna seg við innihaldið í Hvítubók og hevur havt ein hóp av serfrøðingum at gera eitt arbeiði út frá einum ávísum arbeiðssetningi er skiljandi, at andstøðan eisini vil fáa møguleika at kunna seg og seta sínar serfrøðingar at kanna tilfarið.

Hóast tað út frá einum fjølmiðlasjónarmiði kann tykjast øvugt at skula bíða eftir einum orðaskifti og at fáa svar frá andstøðuni um Hvítubók, so halda vit, at man eigur at respektera hetta ynskið hjá politisku andstøðuni.

Landsstýrisfólkini hava fleiri ferðir víst á, hvussu týdningarmikil informeringin er kring alt fullveldis-

og sjálvstýrismálið. Ja, hvussu stóra ábyrgd miðlarnir hava. Hetta meta vit eisini vera rætt, men umframt upplýsingina um innihaldið í Hvítubók, so hevur tað alstóran týdning at fáa settar krittiskar spurningar til innihald og manglandi innihald.

Hetta var eitt av endamálunum við umrødda teigi okkara ?Spyr um Hvítubók?. Vit vilja við hesum tiltaki gera okkara til, at orðaskiftið verður fjølbroytt men eisini krittiskt. Ætlan okkara er at lata spurningar til bæði landsstýrisfólk, umboð fyri politisku andstøðuna og fakfólk annars.

Um so er, at onkur hevur fingið ta fatan við at lesa um tiltakið í Sosialinum í gjár, at tiltakið serliga er ætlað Høgna Hoydal og løgmanni, so er hetta antin miskilt, ella hava vit ikki megnað at lýst nóg væl, hvat hetta snýr seg um.

Ætlan okkara hevur verið at savna saman tilfar, fáa spurningar, fara til røttu viðkomandi at fáa svar og síðani viðgera og seta hetta upp í blaðnum.

Fyrsta tilfarið verður so at koma í blaðið um eina góða viku ella so.

At vit hava valt at kalla teigin ?Spyr um Hvítu? er so eitt. Men sjálvandi er ætlanin ikki at avmarka seg bara til tað, sum stendur og verður viðgjørt í hesi bók. Ætlan okkara er at fáa eitt orðaskifti, at seta spurningar og fáa svar, sum taka støði í núverandi og framtíðar viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar.

Tí er ?Spyr um Hvítu? líka nógv ein spurningur til Edmund Joensen, Jenis av Rana og Jóannes Eidesgaard sum til Høgna Hoydal ella Anfinn Kallsberg. Ætlan okkara er at lýsa alt málið frá øllum sjónarhornum - bæði við teimum positivu og teimum negativu avleiðingum, sum broytingar so ella so mugu hava við sær.

Vónandi fáa vit nógvar góðar og krittiskar spurningar og uppfylgjandi skilagóð svar.


Við vón um eitt lívligt

og sakligt orðaskifti

Jan Müller, blaðstjóri