Kirkjuligt Missiónsblað nr 8, august 1999, er komið út. Hetta er 52. árgangur hjá bkaðnum, sum Kirkjuliga Missiónsfelagið gevur út. Í blaðnum er andaligt tilfar og greinar um ymiskt arbeiði. Í blaðstjórnini eru Jákup Olsen, Albin, Johannesen, Annebeth Absalonsen og Anna Maria Ragnarsson. Blaðið kostar 8 krónur í leysasølu.
Trúboðin er eisini komin út. Tað er blað nummar 14, august 1999. Tað er 57. árgangur.
Blaðið er í litum á forsíðuni. Innihaldið er andaligt, umframt greinar um ymiskt, t.d summarlegu og konsertir. Eisini er forvitnisligt innlegg í blaðnum, nevnt Útisetin. Her verður greitt frá ymsum, ið fer fram aðrastaðir, einamest í Danmark. Trúboðin er málgagn hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í blaðnevndini sita Bergur D. Joensen, Derhard Olsen og Tom Skaale. Blaðið kostar10 krónur í leysasølu.