eitt skifti. Hetta merkir, at talan eru um ein ógvuliga royndan mann – eisini tá tað kemur til at tosa við fjølmiðlarnar. Gallas tosar í breiðum vendingum og dugir væl at víkja frá spurningum um ítøkilig [...] spælir í móti Manchester United, Liverpool og Chelsea, fyri so at spæla í móti einum liði sum føroyska landsliðnum. – Eg skal siga tær tað, at tá tú spælir á landsliðnum so er hvør einasti dystur ein stórur [...] tíðindafundur var í FSF-húsinum í gjár. Gallas gav sær góðar stundir at svara spurningum frá fronsku pressuni – á fronskum. Men eftir at hava tosað við fronsku fjølmiðlarnar í góðar tíggju minuttir, kom Raymond
áðrenn og aftaná krabbasjúku, plagar tú at siga. Men vit eru so ómetaliga glað fyri, at tú slapp at liva og verða millum okkum. Eitt lítið móðurmerki á rygginum, var við at taka mammu okkara frá okkum. Seinni [...] húsarhaldsskúla, fekk at vita at tú vart við barn fyri fyrstu ferð. Tú vart sjálvandi sum flest aðrar ungar gentur ørkymla um hettar, men tíbetur valdi tú saman við foreldrum tínum at gjøgnumføra barnsburðin [...] tykkum báðum, og altíð okkurt nýtt sum skuldi henda. Tað var við sera stórari sorg, at vit fyri 7 árum síðani fingu at vita, at tú vart vorðin illa sjúk av krabbameini, diagnosan og prognosan móðurmerkja krabbi
burtur frá sjálvari orsøkini til at vit halda jól, so kann eg ikki taka nakað ávíst burturúr. Tað er heildarupplivingin, um ein kann siga soleiðis. - at koma saman - at pynta - at fara í kirkju ( serliga jólaaftan [...] kemur systurin í Havn og børn hennara suður at halda jól. Maður mín var í langfarasigling í mong ár, so gott var at hava foreldur,systrar og verforeldur at vera saman við. Vit dansa altíð um jólatræið [...] mjólk. NÆR BYRJA TIT AT PYNTA ? Vit hava ikki smá børn í húsinum, so stórur munur er á tí økinum. Byrji við at taka adventskransin fram 1. sunnudag í advent. Jólagardinurnar koma upp at hanga nov/des, og
grasi. Longur úti varð steðgað á, vit hugdu at nýggja stálskipinum, sum Kjartan Mohr var farin at byggja. Hans Jákup hevði longu verið til skips, og visti at fortelja um tað strævna fiskimannalívið. Longu [...] hann segði bara: ?Hygg, er hatta ikki flott?? Vit fóru báðir niður at lesa í 1962, og báðir vóru vit so hepnir at sleppa inn á Garð at búgva. Tað varð gott uppá fleiri mátar. Har búðu framman undan nakrir [...] uppá mangar mátar hjá Hans Jákupi. Hann legði orku í at fáa Framan at blíva eitt nýskapandi blað hjá føroyska vinstravonginum. Myndin vísir umstøðurnar at gera blað tá. Ein kassi upp eftir enda, ein skrivimaskina
mal, sat, kav, las o.s.fr. Gongur illa at fáa føroyingar at siga handan bókstavin rætt í dag, so verður hvaðna verri, um hann skal standa fremstur í útlendska stavraðnum, sum ávísir persónar ætla at kroysta [...] skandinavar t.d. siga synge. Vit hava trupulleikar av hasum ljóðinum. Skal okkara y standa saman við x og hinum útlendsku stavunum, so fara færri og færri at siga seinna y, og fleiri fara at siga y sum á donskum [...] eisini hava. Onkur fer kanska at nútíðargera Skaale til Skåle við donskum bolla-å!? Dugir nakar at gita, hvat fer at standa á míni næstu nummarplátu? E.E.S.: Hugaligt, at nakrir málvinir eisini gera vart
menn. Tá ið tey byrjaðu at syngja var sálmasangurin væl samansjóðaður, saman við teim mongu, sum sótu niðri í kirkjuni, sum vóru komin at lýða á tað, sum presturin hevði at siga teimum, ella tá ið deknurin [...] eisini lættari at skilja skriftirnar. Millum próst og prestin N. J. Rasmussen var sera gott samstarv, tað var tí áhugavert at vera saman við teimum. Ikki liggur fyri at leggja pennin uttan at nevna tann triðja [...] til, at okkara kirkja sum var bygd í 1866 og útbygd í 1930 árunum. Men kortini var tað mangan hugstoytt at síggja, at mong vóru tey, sum fóru heim vegna plásstrot. Men tá fingu vit tað hugskot at spyrja
Øregaard minnist, at Jens Pauli Heinesen var sjálvur hjástaddur hetta kvøldið. Hon varnaðist nakað seinri, at Sandavágsskaldið fór at fylla 70 ár 12. november 2002, og setti hon sær sum mál at fáa gjørt [...] á, at Jens Pauli alla tíðina hevur verið positivur og hevur virkað fyri, at filmurin skal gerast veruleiki. Gulla Øregaard greiðir frá, at hon valdi at gera ein lýsing av Jens Paula Heinesen, tí at her [...] prógvað, at tað ber til at vera listarfólk í Føroyum, hóast í førum tung kor. ? Tað verður sagt, at dygdin í einum samfelag skal mátast út frá, hvussu børnini og tey gomlu hava tað. Eg havi hug at siga, at
árstíð. Tó so, vit vita, at heystið er myrkari, vátari og ilsligari enn summarið, og at veturin er kaldari, myrkari og harðførari enn hinar tríggjar árstíðirnar. Vit vita, at várið er klárari, reinari [...] tað eigur at vera. Vit kenna okkum trygg, smílast, njóta løtuna, dagin og várið. Hvør minnist ikki, tá ið náttúran tann 20. mars 2015 spældi okkum eitt “puss”. Sólarmyrkingin sum fekk náttúruna at broyta [...] hevur at siga fyri teg, Finleif. Ein danskur listaummælari, Tom Jørgesen, hevur lýst Finleif við millum øðrum hesum orðum: Finleif Mortensen søkir afturum landskapið, inn til nakað, ið er trupult at seta
Miðvágur Ein má sterkt umhugsa at fara upp í landspolitikk, nú nógvar atkvøður ganga leysar! Dagur og Vika týskvøldið 11/9 má sigast at verða søguligt. Vit vóru vitni til, at nýggi formaður Fólkafloksins [...] tá ið Jørgin hevði sagt sítt. Tá sjálvt vágatingmenn byrja at lora, tá í stór kanning/frágreiðing sigur, at tað sera er ivasamt um til ber at gera so frægt sum ein 1800 metra langan vøll á Glyvursnesi [...] mestsum hvønn dag var klárt har úti. Og eg veit, at hesin maður eisini hevur fortalt Bjarna Djurholm hetta, tá Bjarni hevur verið túr í Nólsoy. Eg minnist eisini, at Henrik Old hevur nevnt júst hetta tíðarskeiðið
Nýggir møguleikar Ragnar ivast ikki í, at talentluttøka fer at skapa honum møguleikar innan tónleikin. - Nú eru nøkur tilboð um at spæla konsertir, so eg fari at royna at spæla har sum eg kann. Men mann má [...] gjørdist nummar trý í kappingini, og var tann seinasti at vera valdur millum trý tey bestu. Tá síðani endalig úrslitið kom, og Ragnar fekk at vita, at hann gjørdist nummar trý, sá hann sera fegin út, og [...] Martin Hall – ein av dómarunum – sá hann sum favoritt at vinna kappingina. Julie Steincke segði hann vera »the real deal«. Illa kann sigast annað, enn at sangurin »She’s leaving«, sum The Dreams sangarin,