STAVRAÐ ÚTLENDINGA (fyrra a og seinna y):
a: Tað eru bara vit føroyingar, sum hava ljóðið, a (fyrra a); sjálvt ikki íslendingar hava hatta a-ljóðið, sum vit hava í t.d. hesum orðum: stav, tal, rak, tak, skal, val, mal, sat, kav, las o.s.fr.
Gongur illa at fáa føroyingar at siga handan bókstavin rætt í dag, so verður hvaðna verri, um hann skal standa fremstur í útlendska stavraðnum, sum ávísir persónar ætla at kroysta niður yvir høvdið á okkum.
y: Okkara y (seinna y) hava vit í t.d. hesum orðum: syngja, mynd, yngri, ymiskt, lystur, krydd, synir o.s.fr. Hesin bókstavur verður ikki framborin sum tann skandinaviski, har skandinavar t.d. siga synge.
Vit hava trupulleikar av hasum ljóðinum. Skal okkara y standa saman við x og hinum útlendsku stavunum, so fara færri og færri at siga seinna y, og fleiri fara at siga y sum á donskum. Tað er kanska eisini ætlanin!?
c: Sjálvandi mugu vit hava c inn í føroyska stavraðið, tí føroyingar eita jú bæði Claus, Carl, Jacob og Victor! Eg meini tað. Málstríðsmaðurin, Victor, hevði helst fingið sær k í staðin fyri c, um hann var á lívi nú. Hann hevði neyvan góðtikið eitt c, sum danskir prestar góvu harraboð um at brúka!
Tingið verður kanska eisini biðið um at samtykkja, at h og k skulu úttalast hå og kå sum á donskum!?
BÓKSTAVIRNAR AFTUR?: Vit vilja hava útlendsku bókstavirnar aftur, sigur onkur. Tey fáa tað at ljóða, sum um onkur hevur tikið teir frá teimum. Hasir bókstavirnir hava ongantíð verið og fara ongantíð at verða føroyskir. Trupulleikin hjá hesum fólkum man vera, at tey í síni skúlatíð einans hava lært tað danska og kanska enska stavraðið, men ikki tað føroyska.
SKÚLABØRN ONGAR TRUPULLEIKAR: Í skúlanum syngja vit tað føroyska stavraðið, leikandi og lætt; eisini tað enska og danska. Børnini hava ongar trupulleikar av hesum; tað eru bara uppskotssetarin og hansara sameindu, sum hava ein trupulleika.
Sum lærari í føroyskum, enskum og donskum endurtaki eg: Blandið ikki stavrøðini saman í ein vavgreyt! Tit gera bæði móðurmáli og skúlabørnum eina bjarnartænastu við hasi ætlanini!
ATLAS OG LANDANØVN: Vit hava eitt frálíkt, føroyskt atlas, sum skúlabørn og nógv onnur hava stóra gleði av.
ITALIEN, POLEN o.s.fr.: Heldur enn at fegnast um, at vit ikki longur bara síggja donsk landanøvn, men føroysk, ja, so eru nøkur fólk, sum bara síggja svart og gremja seg um, at okkurt afrikanskt land ikki verður stavað sum á donskum. (Ilt eyga--).
Sjálvt um vit nú hava havt føroyskt atlas í fleiri ár, ja, so sigur fjøld av føroyingum framvegis: Italien (Italia á italskum og føroyskum), Spanien, Kroatien, Polen, Syrien, Australien, Grekenland, Shetland o.s.fr. Gremjið tykkum heldur um tað!
FØROYAR, FÆRØERNE, FAROE ISLANDS o.s.fr.: Onnur mál hava sín egna máta at stava landanøvn. Vit føroyingar hava sjálvandi okkara máta. Hugsa um, hvussu Føroyar eita í ymsum londum, t.d. londunum rundan um okkum. Hygg, hvussu Føroyar eita, tá vit spæla landsdyst í útlondum. Einastaðni kallast Føroyar vist ”Farska”.
SVEIS: Tað er eisini nógv lættari at stava londini á føroyskum, t.d. Sveis (Schweiz). Skulu vit kanska heldur skriva Switzerland?
FÓLKANØVN: Har, sum ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Uppskotssetarin ætlar vist víðari við síni bókstavakollvelting. Vit skulu helst lata dyrnar upp á víðan vegg, so øll tey margháttligu, donsku navnabronglini fáa fríar ræsur aftur!?
JÁKUP MIKKJALSSON: Hví man onkur føroyingur eita Jacob Michelsen? (Tilvildarligt navn). Er tað ikki tí, at danskt yvirvald gjøgnum sínar prestar hevur bronglað okkara føroysku nøvn til donsk nøvn? Skulu vit ikki nevna ein haka ein haka?
Joen, Simon, Mikkel, Jacob, Sophie, Malene, Caroline, Ellingsgaard, Eidesgaard, Gærdbo, Foldbo, Midjord, Gaardlykke, Skaale o.s.fr.
Merkisvert, at føroysk tjóðskaparfólk, saman við ikki -tjóðskaparligum stuðlum frá uttasta vinstra til høgra, nú leggja seg skerfløt og góðtaka nógv av tí, sum vit hava fingið kroyst inn yvir okkum úr útlondum!?! Ikki skilji eg føroysku ”kollveltingarfólkini” í okkara tíð.
TRONGSKYGNI: Onkur kallar undirritaða trongskygdan. Sum lærari hjá mongum ensktalandi útlendingum úr øllum heimspørtum haldi eg meg tvørturímóti vera rættiliga altjóðaligan og víðskygdan.
E.S.: TÝSKT Y og DANSKT Å. Skulu vit ikki hava týskt y (u við tveimum prikkum) inn í stavraðið eisini? Annars finna tey, sum eita Muller, ikki sítt navn í telefonbókini. Å mugu vit eisini hava. Onkur fer kanska at nútíðargera Skaale til Skåle við donskum bolla-å!?
Dugir nakar at gita, hvat fer at standa á míni næstu nummarplátu?
E.E.S.: Hugaligt, at nakrir málvinir eisini gera vart við seg í bløðunum, nú óføroyska rákið harðnar.
Takk fyri málkvøðuna, Asbjørn L.! Tað fløvar! Ikki minst nú, tá tað brýtur í bæði borð!
Við føroyskari stavkvøðu
Á Borg á Argjum á dýrd krossins 2009










