FILMUR
Tankin um at gera ein film um Jens Paula Heinesen birtist eitt oktoberkvøld fyri tveimum árum síðan í Tilhaldinum í Havn, sum var karmur um eitt kvøld við upplestri av skaldskapi hansara. Gulla Øregaard minnist, at Jens Pauli Heinesen var sjálvur hjástaddur hetta kvøldið. Hon varnaðist nakað seinri, at Sandavágsskaldið fór at fylla 70 ár 12. november 2002, og setti hon sær sum mál at fáa gjørt ein film lidnan til henda dato. Síðan tá hevur filmurin og Jens Pauli Heinesen tikið nógv pláss. Eitt nú hevur hon í eitt ár, frá mai í fjør til mai í ár, verið í farloyvi úr sínum starvi á Almannastovuni, og hevur hon brúkt nógva orku at finna fígging, fakfólk, familju og onnur at viðvirka í filminum.
- Eg hevði lisið nakað av skaldskapinum hjá Jens Paula, áðrenn eg fór undir hesa ætlanina. Men eg dugdi ikki at seta skaldskapin inn í eina heild. Tí kendi eg á mær, at eg noyddist at lesa allan hansara skaldskap, skuldi eg fáa røttu myndina av honum, greiðir Gulla frá. Jens Pauli Heinesen er útbúgvin lærari, men hevur verið rithøvundur burturav síðan 1970. Hesi árini hevur hann latið úr hondum væl yvir 30 bøkur og umleið 5000 blaðsíður.
Filmsætlanin er býtt upp í ein høvuðspart, sum skal lýsa persónin Jens Paula Heinesen, og tríggjar sendingar, sum hvør í sínum lagi viðgera skaldskapin hjá honum. Í høvuðspartinum eru frásagnir frá uppvøkstrinum í Sandavági, hansara ár sum listarmaður umframt ein samtíðarlýsing av Jens Paula.
Sendingarnar um skaldskapin eru býttar soleiðis upp, at fyrsta sendingin viðger tema?ið bøðil og offur, sum gongur aftur í nógvum av skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen. Í aðru sending verða tvey av høvuðsverkunum hjá Jens Paula, "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" og "Frænir eitur ormurin" viðgjørd og greinað. Og í triðju sending verða korini hjá føroyskum listarfólki fyrr og nú viðgjørd.
Spennandi ætlan
Hóast filmsætlanin skjótt vísti seg at gerast rættuliga umfatandi, so hevur Gulla ongantíð mist vónina um, at tað nokk skal eydnast at fáa nakað burturúr. Frá fyrsta degi hevur hon havt Elina Heinesen, dóttir Jens Paula, at ráðgeva sær við verkætlanini, og eisini hevur hon fingið góðan stuðul aðrastaðni frá. Gulla Øregaard metir, at tilsamans 100 fólk hava verið við, so ella so, í verkætlanini at gera filmin.
? Tað hevði alstóran týdning, at tað frá fyrsta degi vóru fólk, sum trúðu uppá ætlanina, sigur Gulla. Hon leggur afturat, at hon sum heild hevur møtt stórari vælvild í arbeiðinum, og nevnir sum dømi, at hon fekk hollan stuðul frá Martini Næs, landsbókavørði, Jógvani Isaksen, bókmentafrøðingi og Ivani Niclasen, sjónvarpsmanni, tá hon av álvara fór undir at savna tilfar.
Størri og meiri umfatandi ætlanin gjørdist, meira spennandi gjørdist tað.
? Tað hevur eisini verið áhugavert at læra persónin Jens Paula at kenna, greiðir Gulla frá. Hóast hon hevur fingist við sjónleik í 40 ár, hevur hon ikki áður arbeitt við sjónvarpi og filmi.
- Mínar royndir hava verið eitt summarskeið í Herning, tá vit gjørdu filmsupptøkur í eina góða viku, og arbeiddi við øllum tættum. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, og er tað eisini orsøkin til at ráðgevi í filmsgerð er knýttir til verkætlanina, greiðir Gulla frá. Upptøkurnar eru gjørdar í Føroyum og í Danmark, og Bjarni Rubeksen frá Sjónvarpi Føroya hevur verið høvuðsfotografur. Upptøkurnar eru nú allar gjørdar og í oktober verður farið í holt við at klippa og seta tær saman til eina heild.
Lagið til yrkingina ?Eitt dýpi av dýrari tíð? er nú sett út fyri symfoniorkestur, kór og solist. Jens Pauli Heinesen skrivaði yrkingina sum 21 ára gamal. Danski filmskomponisturin Søren Hyldgaard hevur saman við Elini Heinesen skipað filmstónleikin. Upptøkur eru gjørdar við einum symfoniorkestri úr Prag, sum spælir lagið, Tórshavnar Manskór skal syngja og solistur verður Elin Heinesen.
Hugtikin av listarfólki
? Eg veit ikki, hvat tað er, men eg havi altíð verið hugtikin av listarfólki. Hví vilja tey tað, tey gera. Tað veri seg at mála, tekna, skriva ella spæla sjónleik. Tað er henda hugtøkan, fascinatiónin, sum hevur verið drívmegin í filmsætlanini hjá mær, greiðir Gulla frá og heldur fram:
? Jens Pauli er fyri mær ein stórur rithøvundi. Hann hevur einki fíggjarligt trygdarnet, gevur sín skaldskap út á egnum forlagi, og skal liva við misjøvnum viðmerkingum frá ummælarum. Eg spyrji ofta meg sjálva, hvat tað er, sum drívur verkið hjá einum tílíkum manni. Men nú veit eg, at tann listarliga tráanin hjá honum hevur verið so stór, at hon er leys av, at arbeiðið skal geva pengar.
Eftir at hon hevur lisið skaldskapin hjá Jens Paula, hevur Gulla havt nógvar samrøður við hann. Hon minnist eina av fyrstu samrøðum teirra millum. Tá letur úr Jens Paula: »Eg blívi so smæðin, tá eg skal seta ljósið á meg sjálvan ? og mínar tankar, teir havi eg longu skrivað í mínar bøkur«. Gulla leggur tó dent á, at Jens Pauli alla tíðina hevur verið positivur og hevur virkað fyri, at filmurin skal gerast veruleiki.
Gulla Øregaard greiðir frá, at hon valdi at gera ein lýsing av Jens Paula Heinesen, tí at her er ein føroyskur listarmaður, sum hevur tikið stór tøk og prógvað, at tað ber til at vera listarfólk í Føroyum, hóast í førum tung kor.
? Tað verður sagt, at dygdin í einum samfelag skal mátast út frá, hvussu børnini og tey gomlu hava tað. Eg havi hug at siga, at skalt tú menna eitt samfelag, so mást tú geva skapandi fólki kor at virka undir ? íløgan lønar seg aftur fleiri ferðir, sigur Gulla Øregaard og leggur afturat, at eydnast tað henni við filminum at vísa á, at listafólk eru áhugaverd, so er málið rokkið.
Gleðir seg til endaliga úrslitið
Gulla greiðir frá, at higartil hevur arbeiðið við filminum verið ein góð prosess, og vónandi verður úrslitið av felagsarbeiðinum gott. Eftir tvey ára arbeiði er ikki sørt, at hon er spent uppá endaliga úrslitið.
Filmurin og sendingarnar um Jens Paula Heinesen verða væntandi at síggja í Sjónvarpi Føroya um tað mundið, tá rithøvundurin hevur sín sjeyti ára føðingardag, 12.november í ár.