Fokuseraðir franskmenn

Tað var ein blíður, men ógvuliga fokuseraður Willam Gallas, ið Sosialurin og Rás2 hitti eftir tíðindafundin í FSF-húsinum í gjár

31 ára gamli verjuleikarin hjá Arsenal, William Gallas, var umboð fyri leikararnar, tá tíðindafundur var í FSF-húsinum í gjár. Gallas gav sær góðar stundir at svara spurningum frá fronsku pressuni – á fronskum.

Men eftir at hava tosað við fronsku fjølmiðlarnar í góðar tíggju minuttir, kom Raymond Domenech og tók yvir, meðan William Gallas stillisliga gekk út í hølunum, har tíðindafundinum.

Í gongini fingu fólk úr Miðlahúsinum fatur í mannin, sum gav sær stundir til at svara nøkrum spurningum. Við síni tíð í Onglandi – fimm ár í Chelsea og nú gongur á triðja árið í Arsenal – er William Gallas ein av teimum fáu á franska liðnum, ið dugir enskt.


Royndur harri

William Gallas spældi sín fyrsta landsdyst í 2002, og var millum annað við at tapa finaluna í heimsmeistarakappingini í 2006, tá Italia basti Fraklandi eftir brotssparkskapping.

Feløgini, hann hevur umboðað, eru Caen og Marseille í Fraklandi og Chelsea og Arsenal í Onglandi. Í síðstnevnda felag var verjuleikarin eisini liðformaður eitt skifti. Hetta merkir, at talan eru um ein ógvuliga royndan mann – eisini tá tað kemur til at tosa við fjølmiðlarnar. Gallas tosar í breiðum vendingum og dugir væl at víkja frá spurningum um ítøkilig viðurskifti.

Tí lá eisini væl fyri hjá honum at svara, tá vit spurdu hann, um tað var trupult hjá honum at motivera seg til ein dyst sum tann í móti Føroyum, tá Fraklandi áður hevur vunnið við bæði fimm og seks málum.

– Nei, avgjørt ikki. Vit eru professionellir leikarar allir samlir. Vit mugu og skulu vinna ein dyst sum henda, og mær nýtist onga eyka motivatión. Tað, sum drívir meg ein slíkan dyst er, at eg vil hava okkum víðari til endaspælið, segði William Gallas róliga.


Hvør einasti landsdystur er stórur

Gallas vísti á, at tað ikki ger mun, um tú dagliga spælir í móti Manchester United, Liverpool og Chelsea, fyri so at spæla í móti einum liði sum føroyska landsliðnum.

– Eg skal siga tær tað, at tá tú spælir á landsliðnum so er hvør einasti dystur ein stórur dystur, segði William Gallas við týðiligari tilsiping til, at motivatiónin ikki verður nakar trupulleiki.


Lyklaorðið er fokus

Í samrøðuni við Gallas er eitt orð, hann brúkar aftur og aftur. Fokus. Av tí sama ynskir hann ikki at tosa um, hvat eitt gott úrslit hevði verið í dag.

– Um vit ynskja at koma víðari úr bólkaspælinum, so er ein sigur eitt krav. Tí skulu tankar okkara savnast um hvussu vit vinna. Vit eru eisini greiðir yvir, at tað ikki verður lætt, tí føroyska landsliðið verjir væl á heimavølli. Tí er tað altavgerandi, at vit eru fokuseraðir í øllum tí, vit gera á vøllinum, segði William Gallas.

Hann minnist aftur á stórsigurin, tá hann spældi allan dystin á tamb, tá Frakland vann 6-0 á Føroyum.

– Vit fingu eina fína byrjan, men so gjørdist tað trupult hjá okkum eina góða løtu, sigur William Gallas.

Vónandi fara føroysku leikararnir eisini at gera tað trupult hjá franskmonnum í kvøld, tí sambært Gallas lata teir seg ikki nerva av umstøðunum annars, so ein lítil vøllur og vánaligt veður verður eingin fyrimunur.

– Á vøllinum gloyma vit alt og øll og vilja bara vinna, vóru síðstu orðini hjá Gallas, áðrenn hann fór at venja fyri seinastu ferð undan dystinum í móti føroyska landsliðnum.