Napolion Magnussen, Miðvágur
Ein má sterkt umhugsa at fara upp í landspolitikk, nú nógvar atkvøður ganga leysar!
Dagur og Vika týskvøldið 11/9 má sigast at verða søguligt. Vit vóru vitni til, at nýggi formaður Fólkafloksins hálvgum avreiddi flogvøllin í Vágum til Havnarmenn; Latið okkum fyrst útbyggja í Vágum, síðani byggja vit ein afturat, var kenslan, vágafólk og onnur sótu eftir við, tá ið Jørgin hevði sagt sítt. Tá sjálvt vágatingmenn byrja at lora, tá í stór kanning/frágreiðing sigur, at tað sera er ivasamt um til ber at gera so frægt sum ein 1800 metra langan vøll á Glyvursnesi, muga vit skriða okkum í nakkanum. Her vesturi muga ganga nakrar atkvøður leysar, í øllum føri allar tær í Sørvági, ið bara velja Jørgin, tí hann er sørvingur. Væl vitandi, at 50.000 fólk ikki kunna hava meira enn ein flogvøll opnan er tað greitt, at tá ein fyrst er opnaður á t. d. Glyvursnesi, kann ein ikki standa hálv opin aðrastaðni. Tað er jú alt ov dýrt.
Hví lesa tit á Vinnuvitan, Bjarni Djurholm, Poul Michelsen (var tað ikki hann, ið brúkti nógvar pengar sum borgarstjóri í Havn til kanningar við ongum úrsliti orsaka av mjørka?) ella onkur annar av hesum møsnarunum við ongum jørðforbindilsi, ikki hesa kanning/frágreiðing? Tit hava kanska lisið hana, men lopið tað týdningarmesta um? Hví ikki halda seg til veruleikan?
Øll, ið vilja vita tað, vita, at ringasta mjørkahol í Føroyum er Glyvursnes. Fyri nøkrum árum síðan segði ein vitapassari, ið arbeiddi á Boruni mær, at teir sóu ikki land í nærum 5 (fimm) vikur á Glyvursnesi, meðan tað mestsum hvønn dag var klárt har úti. Og eg veit, at hesin maður eisini hevur fortalt Bjarna Djurholm hetta, tá Bjarni hevur verið túr í Nólsoy. Eg minnist eisini, at Henrik Old hevur nevnt júst hetta tíðarskeiðið á tingsins røðarapalli, tí ikki sást land frá Smyrli, tá komið var norður móti Havnarlandinum. Og eg havi sjálvur verið í Nólsoy fleiri samanhangandi dagar tey seinastu 21 árini og sæð inná mjørkan, dag út og dag inn.
Vit fara í gongd við at útbyggja her vesturi, vónandi til 1800 metur, soleiðis er veruleikin. So nú skula tit øll, ið siga nakað annað, halda munn um nýggjan flogvøll í nøkur ár. Og eftir at útgerð er uppsett á nøkrum støðum í landinum at kanna sýni og hevur samlað dáta inn gjøgnum 3-5 ár, eri eg, eins og hini, sum fyrihalda seg til veruleikan, vísur í, at Glyvursnes aldri verður tikið upp á tunguna aftur sum eitt alternativt! Í øllum førum ikki fyrr enn tað er fullkomiliga forsvarligt hjá einum blindum at stýra og lenda einum flogfari. Og 2700-3000 metur? So verður tað í undanbrekku ella mótbrekku, tí ikki kann vøllur á Glyvursnesi vera longri enn hasar 1800 metrarnar uttan hann skráar, ella brúktar verða minst 2 milliardir bara til at spreingja Glyvursnes slætt við. Lesi bara kanningina/frágreiðingina hjá Asplan.
Og mjørkin? Hann er, sum vant, mestur á Glyvursnesi, bæði á lágum vesturættunum og eysturættunum! Tað er bara at hyggja, tá trupulleikar eru við honum í Vágum. Tá er hann sum oftast verri og í longri tíð á Glyvursnesi.
Góði Jørgin systkinabarnið; royn og fá eitt valdømi til komandi val, um tú vil verða afturvaldur, tí atkvøðurnar fækkast við hetta lag!










